fríggjadagur 9. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti
7
eg í front
frástoytir so fá sum gjørligt.
Viðkomandi royndir
Í mong ár var tað landsstýris
maðurin í almannamálum, sum
setti formannin í Javnstøðu
nevndini. Seinasta valskeið
varð javnstøðuøkið flutt undir
Vinnumálaráðið. Spurd, hví valið
fall á Kristionnu Winther Poulsen,
svarar landsstýriskvinnan í vinnu
málum Bjørt Samuelsen:
Eg hevði fleiri góðar kandi
datar at velja ímillum. Kristianna
Winther Poulsen varð vald,
tí hon hevur sera viðkomandi
royndir at røkja sessin sum for
kvinna í Javnstøðunevndini, og
hevur prógvað sannan eldhuga
fyri javnstøðu. Eg meti eisini
Kristionnu hava dirvið at vera ein
rødd, ið hoyrist, og tað er sera
umráðandi í hesum sessi.
Fyri nøkrum árum síðan boðaði
ST frá, at ein av størstu hóttanum
móti nútíðar fólkaræði er vant
andi umboðanin av kvinnum. Av
teirri orsøk fór stovnurin undir
at halda provtøkur – sonevndar
CEDAW Examinations fyri at fáa
kanna nærri, hvussu væl kvinnur
eru umboðaðir í teimum ymisku
londunum. Í seinastu próvtøkuni hjá
ST dumpaðu Føroyar við eitt brak.
CEDAW provtøkurnar eru ikki
nakar óroyndur lutur fyri nývaldu
forkvinnuna í Javnstøðunevndini.
Í 2002 luttók Kristianna Winther
Poulsen í CEDAW Examination í ST
í New York, og hon skrivaði fyrstu
føroysku CEDAW frágreiðingina
í 2004. Í hesum tíðarskeiðið var
Annika Wardum Joensen forkvinna
í Javnstøðunevndini:
Eg eri sera fegin um valið
av Kristionnu Winther Poulsen,
sum eg samstarvaði við, tá
hon arbeiddi sum fulltrúi í m.ø.
javnstøðumálum. Hon var bæði
áhugað og virkin, og eg hefti
meg við hennara evnir at hyggja
objektivt uppá støður og mál.
Tað er ein góður eginleiki í javn
støðumálum, sum ofta kunnu
vera kensluborin, heldur Annika
Wardum Joensen.
Spurningurin um javnstøðu í
Føroyum hevur í nógv ár fyrst
og fremst snúð seg um at bøta
um viðurskiftini hjá kvinnum í
politisku skipanini, vinnulívinum
og á arbeiðsmarknaðinum. Sein
astu árini eru kortini broytingar
at hóma, tí av og á verða rættindi
hjá monnum havd á lofti. Tað er
serliga spurningurin um foreldra
rættin, sum hevur fingið fleiri
mannfólk upp úr stólinum, tí teir
kenna seg at vera fyri mismuni.
Eg haldi, at eitt týdningar
mikið øki at seta fokus á, eru
rættindini hjá pápum til síni børn,
tí hesi eru eftir mínum tykki ikki
nóg góð í dag, slær Kristianna
Winther Poulsen fast.
Demokratia halda
fram
Undan løgtingsvalinum tann
19.januar í ár vóru fáar tíðinda
sendingar ella blaðútgávur, sum
ikki á ein ella annan hátt umrøddu
spurningin um javnstøðu. Tú kanst
næstan siga, at tað í sær sjálvum
gjørdist eitt evni í valstríðnum,
hvussu kvinnur fór at megna at
koma inn um tinggáttina. At so stór
umrøða var um kvinnuumboðanina
í løgtinginum komst ikki minst av
lobbyarbeiðnum hjá Demokratiu.
Nýggja forkvinnan í Javnstøðu
nevndini er fegin um arbeiðið
hjá Demokratia. Hon er av teirri
áskoðan, at eitt samfelag í 21.
øld eigur at hava nøkulunda sama
tal av konufólki og mannfólki, har
politiskar avgerðir verða tiknar.
Eisini heldur hon tað vera eina
samfelagsuppgávu at virka fyri hesi
javnvág í politisku umboðanini
Demokratia er eitt gott og
neyðugt átak í royndunum at
ávirka hendan hugburð, soleiðis
at tað ikki longur verður ein
ónáttúrlig sjón at síggja konufólk
luttaka, har politiskar avgerðir
verða tiknar. Hóast minimala
fígging og nógv rumbul úr løgting
inum hevur Demokratia við sínum
tiltøkum á ein positivan hátt og
uttan grenj megnað at sett fokus
á hetta økið. Úrslitið av arbeiðnum
hjá Demokratia er, at nú nýtist
okkum ikki longur at samanbera
okkum við muslimsk lond, nú
kunnu vit so smátt samanbera
okkum við onnur norðurlond heldur
Kristianna Winther Poulsen.
Nýggja forkvinnan
Kristianna Winther Poulsen
er fødd í 1969. Hon hevur
útbúgving sum Cand.mag frá
Roskilde Universitetscenter
í 1999 og sum MSc frá
Robert Gordon University í
2006. Kristianna hevur verið
deildarleiðari á ALS, hevur
starvast sum fulltrúi í Almanna
og heilsumálaráðnum og verið
tímalærari á Studentaskúlanum
í Hoydølum. Hon er nú í starvi í
Granskingarráðnum
Fakta
Um Javnstøðunevndina
Fyrstu ferð eitt uppskot var lagt fram um eina javnstøðu
nevnd í Føroyum var í 1979. Tað vóru kvinnurnar Ingrid
Sondum, Jonu Hendriksen og Karin Kjølbro sum løgdu
uppskotið fram. Málið fall. Ikki fyrr enn 15 ár seinni – í
1994 – varð Javnstøðunevndin sett á stovn.
Virksemið hjá Javnstøðunevndini er í høvuðsheitum at hava
eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, at vera ráðgevi
hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í
javnstøðuspurningum og at geva tilmæli í javnstøðumálum.
Játtanin til javnstøðunevdina hevur seinastu árini verið
2006: 285.000 kr, 2007: 366.000 kr, og á fíggjarlógarupp
skotinum fyri 2008: 450.000 kr.
Síðan 1994 hava fýra ymiskir formenn/kvinnur verið í
Javnstøðunevndini. Tey eru: Turid Debes Hentze 1994
2002, Annika Wardum Joensen 20022005, Kári á Rógvi
20052008 og Kristianna Winther Poulsen 2008
Fakta
- Tað er ein dreymauppgáva at
sleppa at standa á odda fyri
Javnstøðunevndini. Hinvegin fái
eg eitt sindur ilt í búkin, tí í fleiri ár
havi eg kunnað kjaftað upp uttan at
standa til svars fyri nøkrum, men nú
havi eg brádliga veruliga møguleikan
fyri at gera nakað við støðuna, sigur
Kristianna Winther Poulsen
Mynd: Jens Kr. Vang