fríggjadagur 9. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2008
Seks skip á gulllaksaveiði
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara eins og undanfarin ár eisini á
gulllaksaveiði í ár. Bæði skipini hava verið á Tórshavnar Skipa
smiðju, har tey hava fingið størri slengrikjølar, og eisini er maskin
an á Eysturbúgvanum yvirhálað. Reiðaríini vóna, at Eysturbúgvin
verður liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju í komandi viku, so slepp
ast kann avstað. Meðan maskinan á Eysturbúgvanum er yvirhálað,
hevur Vesturbúgvin ligið. Eysturbúgvin plagar at leggja gulllaksin
upp í Saltangará, og Vesturbúgvin fer helst at landa sína veiði í
Vestmanna. Gulllaksur verður virkaður á Tavuni í Leirvík og á
nýggja gulllaksavirkinum Atlantis í Vestmanna.
Í svari sínum til Jacob
Vestergaard sigur
løgmaður, at hann
ikki kann upplýsa um
privat viðurskifti hjá
Tórbjørn Jacobsen.
Hetta hóast hann
sjálvur hevur heitt á
landsstýrisfólk um at
gera júst tað
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Svarið
hjá
løgmanni,
Jóannes
Eidesgaard,
er
soljóðandi:
Fyrst av øllum havi eg
hug at viðmerkja, at tað,
sum løgmaður og landsstýr
ismenn svara fyri í tinginum
mótvegis tinglimum, sum
spyrja, er vegna starv sítt
sum løgmaður ella lands
stýrismenn.
Privat viðurskifti hjá løg
manni og landsstýrismonn
um er ongin upplýsingar
skylda um. Her galda júst
somu reglur, sum fyri privat
fólk annars í samfelagnum,
tað er, at upplýsingarnir
kunnu bert fáast frá almenn
um myndugleikum, hevst
rættarkrav uppá tað eftir
lógini um alment innlit.
Fyrispurningurin snýr seg
ikki bara um viðurskifti hjá
Tórbjørn Jacobsen, lands
stýrismanni, men mest um
viðurskiftini hjá Tórbjørn
Jacobsen, privatmanni. Í
spurningunum um privat
mannin Torbjørn Jacobsen
havi eg, sum løgmaður, tí
ikki aðrar kanalir at upplýsa
málið enn spyrjarin sjálvur,
nevniliga við at spyrja Tor
bjørn Jacobsen og skatta
valdið teir settu spurningar
nar. Ikki fer at bera til hjá
mær at gera løgfrøðiligu
metingar av málinum. Tað
mugu teir røttu almennu
myndugleikarnir gera.
Um Tórbjørn Jacobsen
við støði í teim nevndu við
urskiftum kann sita sum
landsstýrismaður, er ein
politisk heildarmeting og
ikki ein rættarlig meting.
Tað havi eg sum kunnugt
mett um sbr. tíðindaskrivi
mínum 27. mars 2008.
Við støði í hesum við
merkingum er svar mítt til
einstøku spurningarnar:
Til 1. Mín støða í málinum
er grundað á eina gjøgnum
gongd av tilgongiligum upp
lýsingum í málinum. Út frá
hesi gjøgnumgongd bendir
tað ikki á, at Torbjørn Jacob
sen hevur framt óregluligt
virksemi. Tað er skatta
myndugleikin
TAKS,
ið
hevur eftirlit við, at áseting
arnar í § 1, stk. 2 í Kapitalvin
ningsskattalógini og § 37a,
nr. 2 í Skattalógini verða
hildnar, og hevur hesin mynd
ugleiki atgongd til skrásettar
upplýsingar bæði frá bankum
og fyritøkum, ið eg ikki havi.
Eg havi sjálvandi álit á, at
TAKS eisini røkir skyldir
sínar í hesum máli.
Til 2. Sambært omanfyri
nevndu gjøgnumgongd av
málinum ber ikki til at siga,
at Tórbjørn Jacobsen kendi
til prospektið viðvíkjandi P/
F Atlantskolvetni, tá Kongs
havnar Útgerðarfelag seldi
partabrøv í Atlantic Petrole
um. Prospektið varð, sum
fyrr nevnt, undirritað hin 7.
desember 2004 og ikki 7.
oktober 2004, og partabrøvini
vórðu seld hin 4. november
2004. Hetta verður váttað í
frásøgn frá nevndarfundi í
Atlantskolvetni hin 7. desem
ber, tá eisini prospektið varð
undirritað.
Til 3. Eg havi sæð skjal
prógv fyri, at Torbjørn Jac
obsen hevur goldið fyri
partabrøvini, ið hann keypti
frá Kongshavnar Útgerðar
felag hin 4. november 2004.
Til 4. Tað snýr seg ikki um,
at eg taki fyrisitingarliga
avgerð í málinum, men eg
meti um eitt mál politiskt.
Tí galda vanligu ógegnis
reglurnar ikki. Sjálvt um so
var, at tær vóru galdandi,
meti eg ikki, at talan er um
nakað ógegnisføri, tí tey
bæði arbeiðini – at undirrita
eitt prospekt og at svara
spurningum, ið eg setti um
viðurskiftini
hjá
einum
politikara, sum samstundis
er partaeigari í Atlantskol
vetni – ikki hava nakað við
hvørt annað at gera..
Til 5. Sum í øllum øðrum
løgfrøðiligum viðurskiftum,
so ber ikki til at skera alt
yvir ein kamb. Ítøkiliga føri
má ítøkiliga haldast upp í
móti fyrisitingarlógini § 3,
og ikki ber til at siga, at ein
landsstýrismaður er ógegnig
ur í øllum málum sum heild,
bara tí at hugsast kann, at
ítøkiligt mál kemur at stinga
seg upp, har hann er
ógegnigur. Slíkir spurningar
mugu tí aloftast loysast
ítøkiliga frá máli til máls
sbr. fyristingarlógini § 3.
Hetta er so tann kalda
løgfrøðin. Nakað annað er
so tann politiski veruleikin.
Tað er vorðið alt meira
vanligt, at føroyingar, og tí
eisini komandi landsstýris
menn, ogna sær virðisbrøv í
vinnuni. Tað er sjálvandi at
fegnast um. Men hinvegin
skert ikki burtur, at tað kann
elva til misálit ella ótrygg
leika millum borgarar, um
ein landsstýrismaður hevur
áhugamál í ávísari fyritøku,
ið er fevnd av hansara máls
øki, hóast landsstýrismaður
in ikki er beinleiðis ógegn
igur í fyrisitingarligum høpi.
Tí síggi eg fyri mær, at løg
maður í framtíðini fer at
leggja upp fyri slíkum spurn
ingum, tá hann býtir málsøki
millum landsstýrismenn.
Tá hetta landsstýrið varð
skipað, kannaði eg ikki
persónligu vinnuligu áhuga
málini
hjá
landsstýris
fólkunum, áðrenn eg gjørdi
av at útnevna tey til lands
stýrismenn.
Men
síðani
havi eg heitt á tey um at
boða mær frá vinnuligu
áhugamálum teirra. Tá tað
tilfarið er fingið til vega,
eri eg betur fyri at meta, um
tillagingar eiga at gerast í
málsøkjabýtinum.
Til 6. Nei, eg meti ikki, at ein
landsstýrismaður er ógegn
igur at viðgera mál, sum
annar landsstýrismaður er
ógegnigur í. Landsstýris
menn hava professionel viðu
rskifti við hvønn annan. Skal
ógegni verða, mugu onkur
serlig
viðurskifti
verða
afturat sbr. § 3, stk. 1, nr. 5,
sum førir við sær ógegni.
Um
hildið
verður,
at
landsstýrismenn ikki kunnu
viðgera mál, sum annar lands
stýrismaður er ógegnigur í,
komu vit í eina løgna støðu.
Hvør skal tá taka støðu lands
stýrisins vegna? Løgtingið,
dómstólarnir ella ríkismynd
ugleikarnir? Tað hevði neyv
an verið sambæriligt við stýr
isskipanina at lagt vald til
onnur.
Til 7. Ringt er at svara fyri,
hvør rættarkenslan og álitið á
politisku skipanina er hjá
fólki. Eg kann bara svara fyri
meg sjálvan, at eg meti ikki,
at nakar trupulleiki er í hes
um viðfangi út frá ítøkiligu
umstøðunum, sum lýstar eru
í áður umrødda tíðindaskrivi
mínum frá 27. mars 2008.
Annars kann eg upplýsa, at
landsstýrismaðurin í fíggjar
málum
enn
ikki
hevur
avgreitt fyrispurningin hjá
Kongshavnar Útgerðarfelag
um at flyta umrødda veðhald
til annað skip.
Í Tinganesi, 5. mai 2008
Jóannes Eidesgaard
Upplýsir ikki privat viðurskifti
Spurningarnir hjá
Jacob Vestergaard
1. Metir løgmaður, at landsstýrismaðurin í fiski- og til-
feingismálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur hildið ásetingar-
nar í § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr.
2 í Skattalógini, tá hann sum stjóri og partaeigari í fam-
iljufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag seldi parta-
brøv í P/F Atlantskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðar-
felag til sín sjálvan.
2. Metir løgmaður, at tað er sannlíkt, at Tórbjørn Jacob-
sen ikki kendi til prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskol-
vetni, sum var undirskrivað 7. oktober 2004, tá hann 4.
november 2004 seldi sær sjálvum partabrøvini í P/F
Atlantskolvetni fyri áljóðandi.
3. Hevur løgmaður kannað um partabrøvini í P/F Atlants-
kolvetni eru goldin P/F Kongshavnar Útgerðarfelag við
reiðum peningi ella á annan hátt, og um ikki, ætlar løg-
maður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini.
4. Metir løgmaður, at Jógvan Amonsson er gegnigur at
vera partur av kanningarbólkinum hjá løgmanni, tá
sami Jógvan Amonsson hevði ein týðandi leiklut sum
ríkisgóðkendur grannskoðari, tá prospektið viðvíkjandi
P/F Atlantskolvetni var undirskrivað.
5. Metir løgmaður, at Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at
umsita fiski- og tilfeingismál, tá P/F Kongshavnar Útgerð-
arfelag, sum Tórbjørn Jacobsen er partaeigari í, eigur
týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av høvuðsakt-
ørunum í tilfeingisvinnuni, umframt at hann privat eigur
partabrøv í P/F Atlantskolvetni.
6. Metir løgmaður ongan gegnistrupulleika vera í, at lands-
stýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, viðger umsókn
frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag um at sleppa undan at
gjalda landskassaskuld á góðar 41 milliónir krónur.
7. Metir løgmaður, at tað er rætt, bæði fyri rættarkensl-
una hjá føroyingum og álitið á politisku skipanina, at
Tórbjørn Jacobsen, hvørs privata felag, P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag, sum hann hevur myndað, skyldar
landskassanum fleiri enn 41 milliónir krónur, kann sita
sum landsstýrismaður í landsins stjórn.
Løgmaður vil ikki upplýsa
um privat viðurskifti hjá
landsstýrisfólkum
Les meira á síðu 8
Útvarpið og
Miðlahúsið í serflokki
Sambært kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Útvarpið,
eru Sosialurin og útvarpið hjá Kringvarpinum í serflokki,
tá tað ræður um trúvirði. 34% halda, at tíðindini hjá útvarp
inum eru tey mest álítandi. 21% halda at tíðindini hjá
Sosialinum, Portalinum og Rás 2 eru tey mest álítandi,
meðan 8% halda, at tíðindini í Degi og Viku eru mest
áltítandi. 6% halda, at tíðindini í Dimmalætting eru mest
álítandi, meðan 1% heldur, at tíðindini í Norðlýsinum eru
mest álítandi.