Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti 6 Keypmannahavn: ”En mands­ chauvinists bekendelser”. Skyggj­ andi gula heitið á vælumtóktu bókini hjá svenska rithøvundanum Lars Einar Engstrøm kemur undan úr stóru leðurtaskuni. Tað er torført at misskilja høvuðs­ boðskapin í bókini. Kvinnur skulu vera á varðhaldi fyri monnum, tí teir bakka hvønn annan upp og halda kvinnum niðri í vinnulívinum. At nýggja forkvinnan í Javn­ støðunevndini Kristianna Winther Poulsen hevur eina bók um kynsójavna í viðførinum hjá sær, nú hon skal til Brússel í arbeiðsørindum fyri Gransk­ ingarráðið, kemur valla óvart á tey, sum standa Kristionnu nærmast. ­ Síðan eg var heilt ung, havi eg havt stóran áhuga fyri javnstøðuspurningum. Eg havi kortini ikki havt nakra ”vekinga” uppliving, har eg fann frelsuna eitt ávíst tíðspunkt. Men alt ov eintáttaðar kynsrollur, har eitt nú at veikar hjálparsleysar passivar kvinnur má verjast, meðan sterkur og ágrýtin maður kemur upp í leikin og tekur ábyrgd, hava frástoytt meg frá tí at eg var tannáringur, greiðir Kristianna Winther Poulsen frá. Dreymastarv Tað sæst á øllum brøgdum, at nýggja forkvinnan í Javnstøðu­ nevndini brennir fyri uppgávuni, henni er latið upp í hendið. Hon tosar skjótt og eldhugurin glógvar í eygunum, tá eg biði hana greiða nærri frá, hví tað er ein dreymauppgáva hjá henni at standa á odda fyri Javnstøðunevndini: ­ Hóast talan er um eina fantastiska stóra avbjóðing, so er tað ein dreymauppgáva at sleppa at standa á odda fyri Javnstøðunevndini. Hinvegin fái eg eitt sindur ilt í búkin, tí í fleiri ár havi eg kunnað kjaftað upp uttan at standa til svars fyri nøkrum, men nú havi eg brádliga veruliga møguleikan fyri at gera nakað við støðuna, fortelur hon flennandi. Menn við búki Tað eru 14 ár síðan, at Javn­ støðunevndin fór at virka í Føroyum. Arbeiðið hjá nevndini fevnir rættiliga breitt. Ov breitt heldur onkur. Umframt at tryggja at javnstøðulógin verður hildin, ráðgeva myndugleikum, stovnum og einstaklingum í javnstøðuspuringunum, er Javn­ støðunevndin eisini kærumynd­ ugleiki. Fyrrverandi forkvinnan í Javnstøðunevndini Annika Wardum Joensen heldur tað er týdningarmikið fyri javn­ støðuarbeiðið í Føroyum í fram­ tíðini, at tað verður skilt ímillum upplýsing um javnstøðu og viðgerðir av kærum. ­ Tað hevði verið fyrimunur fyri arbeiðið, um vit høvdu ein stovn, ið arbeiddi við upplýsing og ymiskum átøkum, og eina kærunevnd – fólk­ að við løgfrøðingum ­ sum tók sær av kærumálum, vísir hon á. Nývalda forkvinnan í Javn­ støðunevndini ásannar eisini, at virksemið hjá Javnstøðunevndini fevnir víða, og at hetta virksemi setir ymisk krøv til førleikarnar hjá nevndini. Hon er púra samd í metingini hjá Anniku Wardum Joensen, tí serliga kærurnar krevja løgfrøðiligan kunnleika. Men úr rúgvuni av virkisøkjum hjá Javnstøðunevndini, hvørji eru so hjartamálini hjá nýggju forkvinnuni komandi árini ? ­ Heilt yvirskipað merkir javn­ støða, at kvinnur og menn hava møguleika fyri at velja tað lívið, tey ynskja. Eg haldi, at vit liva í einum ov konservativum landi í so máta. Eitt sindur argandi ber til at staðfesta, at vit hava nógvar tilkomnar menn við búki, høgari pannu og í myrkum klædningum, sum sita, har politiska og peningaliga maktin er í føroyska samfelagnum. Og vit hava alt ov fá konufólk, sum sita sama stað. ­ Tí er eitt av mínum hjarta­ málum at arbeiða við at fáa kvinn­ ur meira sjónligar og talríkar, har politiskar og vinnuligar avgerðir verða tiknar. Persónliga haldi eg, at vit eiga at stremba eftir 50% av hvørjum kyni í politikki. Sjálvt um vit kunnu vera glað um tær mongu kvinnurnar, sum vórðu valdar í januar í ár, eiga vit ikki at halda, at nú er slottið vunnið. Fyri at fáa meira fokus á javnstøðu í vinnulívinum hava vit tosað um at heita á fyritøkur um samstarv um eitt slag av ’javnstøðu’ roknskapi, sum vit í dag hoyra um, at fyritøkur í øðrum londum hava etiskan roknskap og grønan roknskap. Og so er tað sjálvandi ein meira yvirskipað upplýsing um, at javnstøða er ein ’win­win’ møguleiki. Ein stór avbjóðing er at selja hetta økið soleiðis, at tað Kristianna stillar s Hon hevur í fleiri ár gramt seg og kjaftað upp um vánaligu støðuna á javnstøðu­ økinum i Føroyum. Nú hevur hon fingið eitt sindur ilt í búkin, tí nú hevur hon sjálv møguleikan til broyta og bøta um støðuna. Kristianna Winther Poulsen skal tey komandi fýra árini vera forkvinna í Javnstøðunevndini Javnstøða Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Javnstøðunevndin 2008-2012 Forkvinna: Kristianna Winther Poulsen Fyri arbeiðstakarar: Jákup Páll Mohr Mortensen Fyri arbeiðsgevarar: Egon Joensen Fyri Kvinnufelaga- samskipan Føroya: Marjun Turid Magnussen Fyri skúla-, almanna- og heilsuverkið: Magnus Tausen Fakta