Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 88 - 9. mai 2008 ] Premier League endar Um vikuskiftið verður greitt, um tað verður Manchester United ella Chelsea, sum verður enskur meistari Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tann 21. mai skulu teir báðir kappingarneytarnir spæla finalu um Champions League, men undan hesum skulu tey tó gera av, hvør teirra skal taka gullið í Premier League. Undan seinasta umfarinum, sum verður um vikuskift­ ið, hevur Manchester United betru kortini. Hóast teir hava útidyst, so er málmunurin hjá liðnum somikið góð­ ur, at ein sigur við meira enn 99,99% vissu gevur teim­ um gullið. At talan er um dyst móti Wigan, sum einki hevur at spæla fyri, ger heldur ikki útlitini hjá Manchester United verri. Og so noyðist Chelsea at gera sítt arbeiði og annars vóna tað besta, tá teir á heimavølli spæla móti Bolton. Spenningur í botninum Umframt spenningin í oddinum, er støðan kring niður­ flytingarstrikuna rættiliga spent. Bert eitt stig er millum Fulham, Reading og Birming­ ham, sum tí øll vilja berjast av øllum alvi fyri stigi, tá tey fara á vøllin. Best sær kanska út hjá Fulham, nú liðið við tveimum sigrum hevur lyft seg upp um strikuna, men á útivølli móti Portsmouth hava teir sera trupla uppgávu. Reading hevur somuleiðis útivøll, men tað er móti langt síðani niðurflutta Derby, og Birmingham skal í seinum seinasta dysti á árinum spæla á heimavølli móti Blackburn. Altso er talan í báðum førum um dystir, sum á pappírinum eru minni truplir, enn teir eru tað hjá Fulham. ­ ­ ­ Nygaard hugsar um landsliðið Tað gongur sera væl hjá Marc Nygaard í løtuni. Eftir at hann er komin heim til Danmarkar at spæla aftur, hevur hálvføroyski álopsspælarin fingið gongd á málskjóting­ ina. Nygaard spælir fyri Randers FC, og seinastu tríggjar dystirnar hevur hann sktið fimm mál. ­ Eg kom heim aftur til Danmrkar fyri at vísa fólki alt tað, sum eg havi lært í útlandinum, og tað er deiligt, at hetta hevur eydnast mær, sigur Marc Nygaard við Ekstrablaðið. ­ Eg fari altíð at hava ambitióinir um at koma aftur á landsliðið. Tað er veruliga nakað, sum er strembi eftir, sigur Nygaard. Marc Nyggaard kom fyrstu ferð á danska landsliðið í 2000, og fram til 2002 spældi hann seks landsdystir. Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, sigur við bold.dk, at hann enn fylgir við, hvussu Nygaard stendur seg. ­ Sjálvandi leggja vit merki til hansara avrik. Vit fylgja øllum spælarum í SAS­liguni, og har eru jú ikki so nógvir málskjúttar, so ein strika verður sett, hvørja ferð tað er ein, sum skorar nøkur mál, sigur Morten Olsen. Fótbóltskvinnur í Luksemburg Í gjár fór kvinnulandsliðið í fótbólti til Luksemburg at spæla í minikapping, sum UEFA skipar fyri. Mótstøðuliðini í kappingini hesaferð eru Luksemburg, Lettland og Kasakstan. Hesar minikappingarnar eru fyri lond, sum ikki spældu seg víðari í EM­kappingini fyri kvinnur 2009. ­ Málið við hesum túrinum er sjálvandi at geva kvinnunum altjóða dystarvenjing, men vit hava eisini sum mál at vinna dystir, kanska kappingina, og harvið fáa stig á FIFA­styrkilistanum, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari. Føroysku kvinnurnar leggja út leygardagin 10. mai móti Kasakstan. Mánadagin 12. mai spæla tær móti Lettlandi, og seinasti dysturin hesaferð verður móti vertunum úr Luksemburg hósdagin 15. mai. Hóast tær báðar fyrru hálvfinalurnar endaðu við javnleiki, so er stórur munur á útgangsstøðinum hjá teimum báðum heimaliðunum undan seinnu hálvfinalunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Annan hvítusunnudag verða tær báðar seinnu hálv­ finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Bæði á Sandi millum B71 og EB/Streym og í Gundadali millum B36 og HB endaðu fyrru hálvfinal­ urnar við javnleiki. Men tað er tó stórur munur á út­ gangsstøðinum hjá EB/ Streym og HB, sum hesa ferð eiga heimavøll. Útivøllurin telur Eins og tað hevur verið gald­ andi í Europa í nógv ár, so gjørdi FSF í 2000 ta broyt­ ing, at um tað stóð á jøvnum í slíkum dystum, so vann tað liðið, sum hevði skorað flestu málini á útivølli. Tað merkir í hesum føri­ num, at so leingi sum B71 ikki skorar við Margáir, so er EB/Streymur víðari, og tí hava teir ikki fyri neyðini at spenna álopsbogan alt ov høgt, nú B71 kemur á vitj­ an. Í HB hava teir sjálvandi ikki tapt, so leingi sum B36 ikki skorar, men hinvegin skal HB skora, um teir skulu vinna, um talan ikki verður um brotssparkskapp­ ing. Og við feskastu hagtølu­ num hjá HB í huga, so kann hetta í sjálvum sær gerast ein trupulleiki. Í øllum før­ um hevur liðið ikki skorað í níggju av seinastu tíggju hálvleikunum, sum teir hava spælt. Men tað telur hinvegin rætta vegin, at tað hava mótstøðuliðini so held­ ur ikki. EB/Streymur favorittur Verða venjingardystir taldir við, so hava HB og B36 spælt fýra ferðir móti hvørj­ um øðrum í ár, og hvørja ferð hevur talan verið um javnleik. Og tí er talan á pappírinum um ein dyst, sum er púrasta opin. Við Margáir eigur EB/ Streymur tó at roknast sum favorittur. Eisini hóast teir tvær ferðir á rað hava spælt javnt móti B71 í ár. Partvíst hevur EB/Streym­ in undan dystinum fyrimun­ in av útivøllarmálinum, og partvíst eru báðir javnleik­ irnir spældir á Sandi, har B71 hevur sýnt munandi størri styrki, enn teir hava gjørt á útivølli. Útivøllurin kann avgera Dystaryvirlit Kappingin um Løgmanssteypið Dagur Dystur Dómari 12.05 EB/S-B71 Lars Müller 12.05 HB-B36 Petur Reinert 2. deild 11.05 AB-Víkingur Bent T. Linklett 11.05 B36-Fram Hentza Joensen 11.05 Skála-KÍ Alex Troleis 11.05 TB-ÍF Eyðun Kjærbo 11.05 07 Vestur-MB Vinjard Dam Talan tykist vera um víðopna uppgerð, tá grannarnir í Gundadali skulu gera av, hvør teirra skal verða partur av steypafinaluni anno 2008