Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 19 Ynskir tú at búgva mitt í Havnini, er hetta rætta ognin til tín. Talan er um eini raðhús, sum eru høvuðsumvæld og standa í barnagóða, veðurgóða og hugnaliga umhvørvinum í eysturbýnum. Felags øki er til børnini við góðum fótbóltsvølli o.ø. Stutt er til Eysturskúlan og Dagstovnin Lítlaskóg. Eisini er stutt til miðbýin, handlar og arbeiðspláss. Hóast húsini eru tætt við býin virkar alt so friðarligt. Húsini eru gjørd av nýggjum innan í 2003. Allir veggir eru úr gipsplátum og el og hiti er lagt av nýggjum. Takið er eisini nýtt. Oljufýringin er frá 2001. Øll rúmini eru ljós og løtt við hvítum vindeygum, loftum og veggjum. Gólvini eru uppruna trægólv frá tíðini, tá húsini vórðu gjørdu og hóska sera væl inn í hugnaliga stílin, sum er í húsinum. Í miðhæddini er gongd, køkur og stova í einum. Køkurin og hvítvørurnar eru nýggjar. Køkurin er ljósur og hvítvørurnar av alufront. Á loftinum eru trý kømur og eitt baðirúm. Øll rúmini á loftinum hava innbygd skáp. Í kjallaranum er eitt gott kjallararúm, sum kann nýtast til vaskirúm, goymslurúm o.a. Frammanfyri húsini er ein urtagarður. Her eru góðir møguleikar til tey, sum hava grønar fingrar. Her kanst tú njóta góðar løtur saman við familjuni og vinfólki. Tú fært meira at vita um ognina við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Ia[#(*,)%%ÕI‹gh\³iV&+Õlll#h`nc#[d Fakta: Adr. Langatún 6, Tórshavn Byggiár: 1957 Hæddir: 3 Stødd innan: 117 fermetrar Grundøkið: 119 fermetrar Prísuppskot: kr. 2.000.000 =j\cVa^\gV]h†ZnhijgWcjb†I‹gh]Vkc Nr. 88 • 9. mai 2008