fríggjadagur 9. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 88 - 9. mai 2008
Stutt Sagt
Royna
at gloyma
brotsverk
Kinesiski forsetin, Hu
Jintao, mælir nú kinesiska
fólkinum til at gloyma ta
harðrendu
framferðina
hjá japanska herinum,
sum hersetti stórar partar
av Kina undan og undir
seinna heimsbardaga. Hu
Jintao
hevur
verið
á
almennari vitjan í Japan
teir seinastu dagarnar, og
har hevur hann lagt stóran
dent á, at tey bæði londini
eiga at leggja fortíðina
afturum og at hyggja
frameftir ístaðin fyri.
- Tað er umráðandi, at
vit minnast søguna, men
tað skal ikki vera so, at vit
bera agg til hvør annan,
segði kinesiski forsetin í
einari røðu í Tokyo í gjár.
Eygleiðarar siga, at orðini
hjá Hu Jintao eru merkis-
verd, tí Kina hevur ofta
fýlst á, at japanskir politik-
arar eru ov trekir við at
venda sær frá tí, sum
japanski herurin gjørdi
inni á asiatiska megin-
landinum í 1930- og
1940-árunum.
Hjálp til
húsaeigarar
Í USA hevur Umboðs-
mannatingið samtykt eina
lóg um at stovna ein trygd-
argrunn fyri lán, sum
kreditfeløg hava veitt, og
endamálið við lógini er at
styrkja tann skinklandi
amerikanska húsamarkn-
aðin. Eftir lógaruppskoti-
num skal trygdargrunnurin
hava 300 milliardir doll-
arar ella einar 1.460
milliardir krónur til taks,
og tær skulu so hjálpa
húsaeigarunum, sum eru
illa kroystir, tí virðið á
húsunum er fallið mun-
andi. Senatið skal nú taka
støðu til uppskotið, men
George W. Bush, forseti,
hevur sagt, at hann er ikki
so fegin um tað.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eingin skal vera í iva um, at samarbeiðið millum meg og
Putin fer at menna seg, og at vit fara at halda kósina
Dmitrij Medvedev
útlond
Kinesiski forsetin, Hu Jintao
Mynd: Polfoto
Hizbollah vil vera
við, at libanska
stjórnin hevur sent
felagsskapinum krígs
avbjóðing, og enn
eina ferð er vandi
fyri borgarakríggi í
Libanon
Hizbollah, sum fær stuðul
úr Iran, tók í morgun valdið
í stórum pørtum av Beirut,
og nógvastaðni vóru bar-
dagar millum menn hjá
Hizbollah og sunnimuslim-
skar bólkar, sum styðja
stjórnina.
Trygdarkeldur
søgdu í morgun, at minst
10 fólk lógu eftirá, og at
meiri enn 20 vórðu særd í
bardøgum í gjár og í nátt.
Útlendsk tíðindafólk søgdu
í morgun, at skotríðirnar
vaktu minni um borgara-
kríggið frá 1975 til 1990.
Leiðarin
í
Hizbollah,
Hassan Nasrallah, segði í
gjár, at libanska stjórnin
hevur sent felagsskapinum
krígsavbjóðing, tí stjórnin
hevur stongt sjónvarpsstøð-
ina hjá Hizbollah. Stjórnin
sigur, at støðin bleiv stongd,
tí hon sendi tilfar, sum var
fíggindaliga sinnað ímóti
stjórnini.
Í morgun hevndi Hiz-
bollah avgerðina hjá stórn-
ini við at herja á sjón-
varpsstøðina Future News,
sum er vinarliga sinnað
ímóti Vesturheiminum, og
sum
samgonguleiðarin,
Saad-al-Hariri, sigur. Hann
er sonur fyrrverandi for-
sætisráðharran
Rafik
Hariri, sum varð myrdur í
2005. Umframt sjónvarps-
støðina herjaðu menn hjá
Hizbollah á eitt av teimum
stóru
bløðunum,
sum
styðjar stjórnina.
Kann breiða seg
Saudiarabia, sum verður
roknað sum ein tann týdn-
ingarmesti
stuðulin
hjá
libansku stjórnini, hevur
biðið hini arabisku londini
um ein fund um støðuna í
Libanon.
Summir eygleiðarar siga,
at
spenningurin
millum
sunnumuslimar og shia-
muslimar í Libanon kann
lættliga breiða seg til onnur
arabisk lond so um Egypta-
land, sum eisini styðjar
libansku stjórnina og er
ímóti Hizbollah.
Beirut brennur - aftur
10 ára gamla Engla
Höglund, sum
varð myrd herfyri,
fer til gravar í
morgin. Svenska
sjónvarpið ætlar at
senda beinleiðis frá
jarðarferðini, men tað
hóvar ikki øllum
Er tað rætt av tí almenna
sjónvarpinum
at
senda
beinleiðis frá jarðarferðini
hjá einari smágentu, sum
bleiv burturflutt og myrd,
og hvør er grundgevingin?
Tað spyrja nógvir sviar, nú
SVT hevur gjørt av at senda
beinleiðis,
tá
Engla
Höglund fer til gravar úr
kirkjuni í Stjärnsund í
morgin. Tann 10 ára gamla
gentan bleiv burturflutt og
varð seinni funnin myrd.
Drápsmaðurin er tikin.
Í dag kom fram, at
spurningurin um at senda
jarðarferðina í sjónvarpinum
hevur elvt til nógv kjak
millum starvsfólkið í SVT,
og at næstan 90 prosent av
teimum eru ímóti avgerðini.
Tey halda, at leiðslan hevur
misskilt hugtakið "public
service", um hon leggur
sendingina í morgin í ta
skuffuna.
Men leiðslan stendur við
sítt, og tí verður jarðarferðin
hjá Englu Höglund send
beinleiðis í svenska sjón-
varpinum í morgin.
10 ára gamla Engla
Höglund var á veg til hús frá
fótbóltsvenjing, tá hon bleiv
burturflutt og myrd
Mynd: Svenska løgreglan
Jarðarferðin hjá Englu
verður send beinleiðis
í sjónvarpinum
Brennandi dekk í gøtunum í Beirut í
morgun, meðan skotini dundu víða
um býin
Mynd: Polfoto