Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti 20 Virkisbygningur – Ritivíkshálsur, Rituvík Stórur vinnubygningur á Rituvíkshálsi. Bygningurin er í einari hædd við innskotum dekki í parti av bygninginum, veghæddin 893 fermetrar og innskoti dekk 587 fermetrar, íalt gólvídd 1.480 fermetrar. Grundøkið 5.209 fermetrar. Byggiár 2002. Høllin er vælegna til vørugoymslu, handil og annað vinnuligt endamál, eisini er møguleiki at byggja út upptil 3000 fermetrar. Afturat goymslurúmi er fýrrúm og toilett. Frá veghæddini er galv. stáltrappa upp til innskotnað dekkið. Alt uttanumsøki er javnað og asfalt­ erað. Kring alt økið er uppsett stik úr galv. Stáli og stál­ súlum. Bygningurin liggur sera væl fyri, lætt atkomuligur við stórum akførum. Bygningurin er í sera góðum standi, væntar ongar ábøtur. Ognin hevur ein trý ára leigu­ sáttmála. Um hóskandi boð fæst. Grundøki – Velbastað, Velbastaður Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking matr. 24 ab , klárt at planera, avtala er gjørd um ”privata” planering um komandi keypari ynskir at fara í gongd beinavegin. Stykkið liggur væl fyri á blindvegi. Nýggi býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt omanfyri gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. 10. min. í bili til Havnar. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppstað. Prísuppskot: kr. 800.000,00. Raðhús – Jørundargøta 39, Hoyvík Snøggu og hugnaligu endaraðhúsini eru í 2 hæddum – niðara hædd uml. 80m2 – ovara uml. 60m2 – í alt uml. 140m2. Grundøkið er 303m2. Byggiár: 1999. Í niðaru hædd er inngongd, gongd / bryggers, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd, millumgongd / skápsrúm, baðirúm, kamar og sjálvstøðug inngongd og trappugongd / durur til ovaru hædd. Í ovaru hædd er sjálvstøðug íbúð. Har er trappupallur / køkur / stova, baðirúm og 3 kømur. Kvistur kann byggjast á takið. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og hava gott útsýni. Stutt er til spælipláss, dagstovnar, skúlar og nýggja umhvørvið við Karlamagnusarbreyt. Um hóskandi boð fæst. Sethús – Norðskálavegur 44, Norðskáli Snotiligu húsini eru í 2 hæddum, hvør hæddin er 140 m2 ­ íalt 280 m2. Í ovaru hæddini er gongd, stórur køkur og stova í einum, bryggers/vaskirúm, hjúnarúm, kamar, klædnarúm og baðirúm. Niðara hæddin er óinrættað. Húsini eru eini snotilig og sera væl bygd hús, sum FT smíð hevur bygd, tað er betongdekk millum hæddirnar, og varmi í øllum gólvunum. Byrjað er at gera garagu, sum verður umleið 50 m2. Byggiár : 2005 . Grundøkið er : 749 m2. Húsini standa væl fyri, stutt er til allar hentleikar, har er veðurgott og sera gott útsýni. Prísuppskot : 1.700.000 Grundstykki – Bøkjarabrekka 7, Tórshavn Grundøkið matr. nr. 413a Tórshavn, sum er á 200 m2, liggur sera væl fyri í miðbýarbyggiøki við høvuðshandils­ gøtuna mitt í miðbýnum í Havn. Grundøkið kann gagn­ nýtast fult út við tað, at byggjast kann í 1 hædd undir jørð, 2 hæddum yvir jørð + takíbúð á 75% av byggiøkinum – tilsamans uml. 700 m2. Prísuppskot 2.000.000 Sethús – Oysvíksvegur 12, 750 Viðareiði Húsini eru í 2 hæddum ­ samlað búvídd uml. 270 fer­ metrar íroknað garasju í niðara hæddini. Grundøkið er uml: 610 fermetrar. Byggiár: 1972. Húsini hava hava stoypta grund, eru klødd við plastikk plátum, hava trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er gong, køkur, stór stova, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er gong, 2 kømur, goymslurúm, arbeiðsrúm, fýrrúm, hjallur og garaga. Giring við grasplenu er kring húsini. Húsini standa í friðarligum og natúrvøkrum umhvørvi. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Hvíggjarv. 11, Oyndarfjørður Húsini eru í 2 hæddum. Samlað búvídd 180 m2. Í húsinim er innbygdur hjallur. Í ovaru hæddini er, durur, hjallur, gongd, 2 kømur, baðirúm, køkur, stova og niðurgongd til niðaru hæddina.Í niðaru hæddini er, kjallarúm/fýrrúm/ vaskirúm, wc og eitt kamar. Húsini standa mitt í bygdini, har er veðurgott, barnavinarligt og gott útsýni. Tey eru sera væl egnaði sum summarhús. Prísuppskot: kr. 780.000,00 Sethús – Rygsgøta 4, Argir Húsini eru í 2 hæddum á 72 m2 og loft á uml. 60 m2 ­ í alt uml. 204 fermetrar. Grundøkið er 499 m2. Byggiár: 1992. Í miðhæddini er inngongd, durur, hall við upp­ og niðurgongd, gestawc, borðsstova / stova / hugnastova, køkur / alrúm og kovi. Í ovastu hædd er trappugongd, gongd, hjúnarrúm við útgongd til altan, barðirúm við brúsu og baðikari og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm í fullari lofts­ hædd, ið kann innrættast. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Útsýnið er frálíkt yvir Havnina og fjørðin – panorama av loftinum. Stutt er til dagstovn og skúla (nýggjur skúli verður bygdur nær við). Busssambandið er gott og nýtt vegasamband við nýggjum ringvegi verður í næstum. Prísuppskot : 2.300.000 Randarhús – Niðaragøta 58, Hoyvík Góð randarhús í trimum hæddum á 44+44+37 ­ í alt samlað búvídd á uml. 125 fermetrar. Miðhæddin: durur, gongd, trappa upp á loftið og niður í kjallarin, køkur / spísistova / stova. Ovasta hædd: hjúnarrúm, baðirúm, kamar og stórt rúm úti á loftinum. Niðasta hædd: gong, tvey kømur, wc og kjallar/vaskirúm við hurð út í garðin. Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera gott útsýni inn á Skálafjørðin, norður í Sundalagið og yvir Nólsoyarfjørð. Hartil er gott busssamband oman í býin. Húsini eru sera væl hildin og í góðum standi. Byggiár: 1998 ­ Grundøkið er 300 fermetrar til víddar. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00. Sethús – Fútalág 36, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum – samla búvídd er uml. 250 m2. Grundøkið er 586 m2. Byggiár: 1971. Húsini eru so við og við dagførd og eru í besta standi. Í miðhæddini er trappu­ gongd/hall, stova við útgongd til stóra terassu, borðstova / køkur, grovkøkur, bryggers/vaskirúm, skapsrúm, hjallur við útgongd til snóratræ, millumgongd, baðirúm og hjúnarrúm. Í ovastu hædd er trappupallur, stova / alrúm, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm. Í niðastu hædd er inn­ gongd, gongd / trappa / hall, fýrrúm / kjallararúm við egn­ ari inngongd og goymslurúm. Hartil er bilskúrur og góð parkeringsviðurskifti. Húsini standa sera væl fyri mitt í Havn í veðurgóðum, friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinarligum umhvørvi og hava góðan sólargang og sera gott útsýni yvir allan fjørðin. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Grundøki – Havragerði 4, Tórshavn Stórt grundøkið, stødd 531 fermetrar. Stykkið er sera slætt og lætt at slætta og planera, og annars klárt at byggja á. Liggur á blindvegi, beint við handil, dagstovn og skúla. Skjótt til gongu heim í býin. Um hóskandi boð fæst. Sethús – Niels Finsensgøta 47, Tórshavn Samanbygdu húsini eru í 3 hæddum á 38 m2 – í alt 114 m2. Húsini eru upprunaliga bygd í 1914, men eru umvæld, bjálvað og dagførd so við og við. M.a. er hetta nýliga gjørt: vindeygu, tak, vatninnføring, frárensl / kloakk, gólv í stovuni, bjálvað á loftinum o.a., so húsini nú eru í góðum standi. Í miðhæddini er inngongd, køkur, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Húsini standa í huganligum, friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við høvuðshandilsgøtu mitt í býnum. Stutt er til dagstovnar, skúlar, handlar – ja alt. Nakað av útsýni er yvir býin úr ovastu hædd. Prísuppskot : 1.800.000,00 Sethús Haraldstrøð 12, Tórshavn Stór væl bygd sethús við garajsu ­ mitt í Havnini, 10 min. heim á Vaglið. Húsini eru í tveimum hæddum, hvør hædd­ in uml.150 fermetrar í alt samlað búvídd á uml. 300 fermetrar. Byggiár 1968, umvæld 1986. Veghæddini: dur­ ur, gong / trappa til kjallara, køkur, spísustova, sjónvarps­ stova og stova, hjúnarrúmvið klædnarrúm og baðirúm við brúsu. Kjallarahæddin: sjálvstøðug íbúð við egnari inngong: durur, gong, køkur, stova, trý kømur, baðirúm við brúsu, trappa upp til veghædd, vaskirúm/kjallararúm við oljufýr. Garagan er innrættað við hjalli og goymslurúm. Húsini liggja sera væl fyri á einum friðarligum blindum vegi, uttast á tromini, við sera góðum útsýni yvir Havnina. Hugnaligur utagaður við runnum og giring kring húsini. Byggiár: 1968 ­ Grundøkið er 400 fermetrar til víddar. Prísuppskot: kr. 2.800.000,00. Sethús – Undir Klakki 39, Klaksvík Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 180 fermetrar og ein kjallari við garagu á 60 fermetrar. Grundøkið er 507 fermetrar. Byggiár er 1987. Húsini eru betong upp til vindeygahædd, restin er timbur, hava plastikkvindeygu og aluminiumstak. Í ovastu hædd eru 3 kømur, 1 hjúnarrúm og wc. Í miðhæddini er durur, gongd, trappuuppgongd, baðirúm, køkur, brúggers/vaskirúm og vinkul­stova. Í niðastu hædd er innbygd garaga og fýrrúm/kjallararúm. Prísuppskot : 1.200.000,00 Sethús – á Signabø 30, Signabøur Snotuligu húsini eru í 3 hæddum., sum hvør er 85 m2 ­ samlað búvídd 255 m2. Í ovastu hædd er hjúnarkamar, 2 kømur, baðirúm og útiloft. Í miðhæddini er durur, gongd, wc, køkur, bryggers og stova. Í niðastu hædd er fýrrúm/kjallararúm, kamar, hobbyrúm, wc og trappurúm. Húsini eru úr timbri, grundin er úr betongelementum við 100mm bjálving og tekjan aluminium. Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvið og sparkivøllur er tætt við. Bussambandið er sera gott, tað tekur 20 min til Havnar. Og tað tekur bert fáar min til barnagarð, dagrøkt, skúla, skótahús, svimjihøll, handlar o.a Um hóskandi boð fæst. Grundøki í Vesturbýnum Stórt grundøkið í Vesturbýnum, 648 fermetrar til víddar. Stykki er sera slætt og liggur friðaligt og frítt fyri, nakað av útsýni. Grundøkið liggur beint við dagstovn og komandi skúladepil við Marknagilsvegin. Skjótt heim í miðbýin. Um hóskandi boð fæst.