fríggjadagur 9. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 88 - 9. mai 2008
At vera
næmingur í Eik
Er ferð á tær?
Í Eik vilja vit hava næmingar, ið tora at ganga á odda og eru
fúsir at vera partur av eini fyritøku, sum í full ari ferð stevnir
móti nýggjum avbjóðingum í Føroyum og uttan lands.
Vit bjóða
Í Eik eru nýhugsan og framsøkni høgt í metum og hevur
tú árræði, kanst tú vera við til at mynda og ávirka arbeiðs-
dagin á tínari deild.
Sum næmingur í Eik ert tú partur av einum væl saman -
spældum toymi av ágrýtnum og professionellum fólki,
sum á hvør sín hátt eru við til at gera Eik til eitt avbjóðandi
og spennandi arbeiðspláss.
Í ár seta vit næmingar á deildum okkara í Kollafirði,
Havn, á Sandi, Saltangará, Norðskála, í Gøtu og Sørvági.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
Margrethu Rustin Heinesen, tlf. 348514,
teldupost: margretha.heinesen@eik.fo
Les meira um næmingatíðina og útbúgvingina á
heimasíðum okkara www.eik.fo og www.18-25.fo
Umsókn við avriti av próvskjølum skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 15. mai 2008, kl.12.00.
Umsóknin skal sendast til:
Eik
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Postsmoga 34
FO-110 Tórshavn
Eisini ber til at søkja umvegis heimasíðuna
www.eik.fo