fríggjadagur 9. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 88 • 9. mai 2008
Grønlendingar leggja av
Nýggj tøl hjá Statens Institut
for Folkesundhed vísa, at 66
prosent av grønlendingum
roykja. Nógvastaðni hevði
tað verið eitt sera høgt tal,
men í Grønlandi er tað prógv
um, at grønlendingar eru
farnir at leggja av at roykja.
Í 1993 royktu 78 prosent av
grønlendingum, men síðani
er talið støðugt fallið, og nú
er tað so komið niður á 66
prosent. Fleiri átøk eru gjørd
fyri at fáa grønlendingar at
leggja av at roykja, og tey
hava eftir øllum at døma havt
ávirkan.
Ein sponsk sjónvarpssending
vil verða við, at bretin Cliff
Richard skuldi havt vunnið
Tónleika Grand Prixið í 1968
við sanginum Congratulations,
men spanski einaræðisharrin
Franco syrgdi fyri, at spaniólar
vunnu ístaðin.
Francisco Franco skuldi
sambært sjónvarpssendingini
syrgja fyri, at tað var
snýtt í sambandi við
atkvøðugreiðsluna, so at
spanski Massiel vann við
sanginum La La La.
Amerikanska tríðarritið Time hevur gjørt ein lista yvir tey 100 fólkini í heiminum, sum hava
størsta ávirkan, og Benadikt XVI pávi er ikki at finna á hesum lista. Kendir amerikanarar
sum Andre Agassi, Brad Pitt, Angelina Jolie og onnur eru við á listanum, og ein talsmaður
fyri Vatikanið undrast yvir listan.
- Í grundini eru vit fegin um, at pávin ikki er við á hesum lista, tí listin er løgið
samansettur, sigur Federico Lombardi.
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Franco snýtti Cliff
Richard
Vatikanið undrast
á Time-lista
Tað skapti stórar yvirskriftir, tá ið
tað varð avdúkað, at legendan
Leonard Cohen skuldi hava konsert í
Danmark í juli mánaði. Men sølan av
atgongumerkjum hevur ikki gingið so
væl, sum fyrireikararnir høvdu roknað
við. Higartil eru 7000 av teimum
14000 atgongumerkjunum seld.
Fyrireikararnir hava gott mót, og
teir rokna framvegis við, at tað verður
útselt til konsertina, sum verður
hildin í Ráðhúsparkini í Århus tann
6. juli.
Gongur strilti hjá Cohen
Stríðast um troyggju
hjá Beckham
Tá fótbóltsliðið LA Galaxy, sum hevur bretan Daivd Beckham á liðnum, spældi ein
dyst á Hawaii herfyri, læt Beckham eftir dystin tveir dreingir fáa sínar troyggju.
Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí nú eru foreldrini hjá hesum dreingjum farin at
klandrast um, hvør skal eiga troyggjuna. Foreldrini eru so ósamd, at tey hótta hvør
annan við sakarmálið fyri at fáa avgjørt stríðið. Ítróttarstjóri í LA Galaxy hevur eitt
hugskot um, hvussu stríðið kann avgerast: Dómarin skal taka ein saks og klippa
troyggjuna í helvt, og so kunnu dreingirnir fáa hvør sín part av troyggjuni.