Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2008 27 tíðindi­ ham­i dansar við honum. Tað er ógvu­ liga intenst og væl lýst. Flott og gjøgnumført Uppsetingin inni í Sjónleikarhúsi­ num riggaði eisini ógvuliga væl. Uppi á sjálvum pallinum sótu tónleikararnir og framførdu til dansisenurnar í leikinum. Leik­ urin sjálvur gekk fyri seg frá gongini av, inn ígjøgnum miðj­ una av gólvinum, upp á og afturum pallin. Stólarnir til áskoðararnar vóru sett upp úti í síðunum av salinum. Ein stór trappa var sett frá gólvinum og upp á pallin. Úti í báðum síðunum av trappunum stóðu tvey stálrør við reyðum ljósi í. Leikararnir brúktu í onkrum senum bláar ljóskastarar at skapa huglagið við. Og so høvdu tey harafturat flottar, gjøgnumførdar búnar. Konseptið var stutt sagt genialt. So professionelt, sum tað yvirhøvur kann blíva. Og tað er einki minni eg skideflott, tá hugsað verður um, hvussu ungir leikararnir í leikbólkinum »Hurðar« eru. Tað er ólukksáliga flott, og Hans Tórgarð hevur uppiborið nógv herðaklapp fyri at hava leitt leikararnar so væl ígjøgnum prosessina at seta leikin upp Eitt kempi ískoyti Ert tú skeptiskur? Líka sum eg var? Jamen tað ger einki, tí tað er fullkomiliga óviðkomandi, tá tað kemur til hendan leikin. Hetta er ein 100% gjøgnumførd, nýhugs­ andi og væl umhugsað verkætlan, sum gevur eitt kempi ískoyti til føroysku leiklistina. Eg tími ræðuliga væl at síggja tey gera hetta aftur. Og eg vóni, at tað verður skjótt, eg sleppi at síggja ein nýggjan leik frá teimum; at tey eru komin fyri at vera. Tí tey hava fangað meg, og tað gera tey aftur, um næsta verkætlanin verður líka gjøgnumførd. Leikurin verður framførdur hvønn dag í Sjónleikarhúsinum, inntil mikudagin 14. mai, tá síðsta sýningin er. Tað er ein greið linja allanvegin ígjøgnum, sum sigur frá hesi hugtakandi, skakandi og rørandi søguni um kærleikan millum tvey fólk, ið verður beindur fyri av óndskapi Mynd: Astrid Mohr Leikurin inniheldur nógvan dans og er koreograferaður av Jónu Thomsen Mynd: Astrid Mohr