Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 88 - 9. mai 2008 tíðindi Leikurin »Othello« eftir Shakespeare gongur í løtuni í Sjónleikar­ húsinum. Tað er nýggi, sjálvstøguði leikbólkurin »Hurðar«, ið stendur aftanfyri leikin við Hans Tórgarð sum leikstjóra og Jónu Thomsen aftanfyri koreografiina. Ummælarin hjá Sosialinum, Sunneva H. Eysturstein, var til staðar í gjár og endurgevur her sína uppliving av leikinum Ummæli Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Onkrar dagar er tað øgiliga lætt at blíva hugtikin. Og aðrar dagar er ein fullkomiliga óimponeraður av øllum. Ella soleiðis havi eg tað í hvussu er. Tað er ofta, at tað skal ræðuliga nógv til fyri at imponera meg, og so eri eg onkuntíð so peppað um alt, at eg næstan ikki klári at hyggja kritiskt uppá nakað. Men hetta lærir ein so við og við at hava kontroll á, jú meira tilvitaður ein gerst við at svølgja inntrykk. Tó so. Eg var ræðuliga nógv í tí óimponeraða mode’inum í gjár, tá eg fór til Othello. Eg hugsaði faktiskt áðrenn, um eg skuldi fara yvirhøvur, tí hugurin var ikki ordiliga til staðar. Tað hevði okkurt við tað at gera, at hetta eru spildurnýggir, óroyndir leikarar, og tá er ikki heilt óvan­ ligt at vera skeptiskur yvirfyri góðskuni. Men – sum so ofta fyrr – var mín skepsis totalt við síðuna av, og eg eri nú ræðuliga glað fyri, at eg fór. Reyðar, sólmerktar nasar Sýningin, eg fór til, var bókað til Studentaskúlan í Hoydølum. Tey, ið eg møtti har, vóru tí næstan øll ungir, spentir studentar við reyð­ ari, sólmerktari nøs. Tað næsta, ið eg møtti, tá eg kom innar, vóru leikararnir. Í flottum, stílfullum svørtum ella hvítum búnum. Gjøgnumført. Tey komu øll smílandi út í gongina og heilsaðu uppá og bjóðaðu okkum inn í salin. Ein av teimum kom enntá til mín og vísti mær til tað besta staðið at sita, um eg skuldi fáa alt við. Og tað vísti seg eisini at vera tað besta staðið at fáa alt við. Hølið var roykut og hevði eitt lekkurt, myrkt teaturhuglag. Ljósið dempaðist. Og leikurin byrjaði. Søgan Tað er kríggj ímillum Venesia og Turkaland. Árið er 1571. Her­ ovastin hjá Venesia, Othello, ið er nekari, og vakra, hvíta gentan, Desdemona, blíva væl og giftast. Tað, sum tey ikki vita, er, at vin­ maðurin hjá Othello, Jago, hevur vemmiligar ætlanir um at oyði­ leggja kærleikan teirra millum. Hetta eydnast Jago við at spæla Othello og besta vinmann hansara, Kassio, út móti hvørjum øðrum. Jago fær sannført Othello um, at Desdemona hevur verið honum ótrúgv og hevur sovið hjá Kassio. Desdemona elskar Othello um alt, og hevur einki skeivt gjørt, men Othello gerst so sjúkur av øvund, at hann ikki megnar at hugsa klárt. Og drama og gølur fáa ræði á leikinum, ið endar við syrgiligum lagnum. Feit útseting av Shakespeare Leikurin fevnir um ógvuliga grundleggjandi kenslur millum menniskju, um at vera øðrvísi, um at tilpassa seg, um kærleika og øvund, um at stríðast við óndskap og rotnaðar sálir. Tað er ikki altíð lætt, og tað verður ógvu­ liga væl borið fram í hesum leiki­ num. Kanska serliga tí, at útset­ ingin hjá Hans Tórgarð og leikar­ unum er góð og løtt at skilja. Hon sigur okkum púra greitt frá kjarnanum í tí, sum Shakespeare skrivaði um á sinni. Eitt ógvuliga stórt pluss er eisini, at uppset­ ingin og søgugongdin sum heild er løtt at skilja. Tað er einki óvið­ komandi uttanumtos, men tað er ein greið linja allanvegin ígjøg­ num, sum sigur frá hesi hugtak­ andi, skakandi og rørandi søguni um kærleikan millum tvey fólk, ið verður beindur fyri av ónd­ skapi. Serliga var tað illustratiónin av tí freistandi og ónda, ið var koreografurin Jóna Thomsen, sum dansaði í blóðreyðum kjóla inn millum leikararnar, tá spenningur var í, ið var eitt gott trekk. M.a tá kríggið stóð á, og tá Othello gjørdist øvundsjúkur. Hendan senan við øvundini hjá Othello, hvussu hann spakuliga blívur klikkaður og missir tamar­ haldið á sær sjálvum, er eisini lýst við einum feitum dansi. Restin av leikarunum standa rundanum hann og hála í hann og skumpa hann aftur og framm, upp og niður. Tað gongur skjótari og skjótari fyri seg, inntil Desdemona so kemur inn og »Othello« í gjøgnumførdum Desdemonia og Othello eru spæld av Sóley Danielsen og Búa Rouch. Hinir leikararnir eita Durita Dahl Andreassen, Dávur Djurhuus, Tjóðhild Patursson, Jákup Wardum og Edvard Skúvadal. Mynd: Astrid Mohr