Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 88 - 9. mai 2008 Strandfaraskip Landsins søkir eftir hovmeistara til Smyril at seta í fast starv frá 05. juni 2008 Hovmeistarin umborð á Smyril skal tryggja eina professionalla kundatænastu á høgum stigi umborð. Tað at sigla skal verða ein uppliving í sær sjálvum, og myndaliga talað skal tað kennast sum at koma á hotel, har hugsað verður um øll-børn, vaksin og gomul. Starvsfólkini í vistaveitingini hoyra undir Hovmeistaran. Hovmeistarin hevur ábyrgdina av rakstringum av kafteriu, kiosk, reingerð , fundarhølum og størri tiltøkum. Hovmeistarin hevur alt vøruinnkeyp og allar vørugoymslu undir hendi. Umsøkjarin Vit vænta, at umsøkjarar hava viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir innan tænastuvinnuna. Hevur tú arbeitt sum hovmeistari, yvirtænari ella leiðari á hotelli, eru vit sera áhugað. Vit leggja sera stóran dent á leiðsluroyndir, viljan og evnini til at royna nýggjar leiðir. Ein umráðandi eginleiki er ein professionellur hugburður, har dentur verður lagdur á trivnaðin hjá tí einstaka ferðafólkinum. Hovmeistarin má verða dugnaligur at skapa nýggjar inntøkur og eff ektivan rakstur. Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til mat, hollan kunnleika til brúk av teldu og vera málsliga væl fyri (skandinaviskt , enskt & týkst). Góð samstarvsevni og evnini at kveikja sínar starvsfelagar eru ein fortreyt um úrslit skulu røkkast. Neyðugt er at hava heilsuprógv og trygdarskeið. Vit bjóða Vit kunnu bjóða eitt sjálvstøðugt starv við spennandi fakligum avbjóðingum. Hovmeistarin er partur av leiðsluni umborð á Smyril. Smyril er nýggjasta skipið í fl otanum. Hann hevur fi ngið viðurkenning fyri sítt snið, og arbeiðsumstøðurnar umborð eru frálíkar. Arbeitt verður í vaktum, og tú kemur at arbeiða 2 vikur umborð og frí í 2 vikur (2:2 skipan). Setanartreytirnar verða annars skipaðar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðiið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn og freist Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2008 kl 12:00. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Strandfaraskip Landsins Postboks 30 810 Tvøroyri Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Jan Haldansen, deiladarleiðara á telefon 543041 ella á teldupost jah@ssl.fo Hovmeistari til Smyril Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Løgmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í tríggjar deildir: Samferðslu-, Sjó-, og Fíggjardeild. Vegna farloyvið verður søkt eftir skipsinspektøri frá 01. juni 2008 til 01. juli 2010. Ert tú neyvur og álítandi? Hevur tú fokus á útreiðslur, trygd og umhvørvi? Trívist tú við at hava nógv at gera? Strandfaraskip Landsins sóknast eftir einum skipsinspektøri til farloyvisstarv frá 01. juni 2008 til 01. juli 2010. Tú kemur at arbeiða á Sjódeildini, ið hevur ábyrgdina av rakstrinum av øllum skipunum hjá Strandfaraskip Landsins. Møguleiki verður møguliga fyri at halda áfram í øðrum starvi á Sjódeildini eftir farloyvistíðina. Starvið Skipsinspektørurin stendur fyri umsjónini og eftirlitinum við skipunum hjá Standfaraskipum Landsins. Tú skalt samskipa, leggja til rættis og fylgja viðlíkahaldi av skipum, skipa fyri umvælingum og seta skip í dokk. Skipsinspektørurin tekur sær av teknisku ráðgevingini til skipaleiðsluna, og hann skal syrgja fyri, at formligu ásetingarnar, trygdarútgerð og siglingarloyvi eru í lagi. Umsøkjarin Tú ert úbúgvin maskinverkfrøðingur ella hevur í minsta lagi 3 ára útbúgving sum maskinmeistari, og tú hevur kunnleika til viðlíkahaldsskipanir og royndir við skipsrakstri. Vit leggja dent á, at tú hevur fokus á rakstrarútreiðslur, trygd og umhvørvi. Vit rokna við, at tú dugir at brúka tekstviðgerð, rokniark og dátabasu, og tað er ein fyritreyt, at tú hevur góð evni at orða teg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum. Vit vænta, at tú ert lættur at samstarva við, tolir broytingar og ert vanur at hava nógv um oyrini samstundis. Umframt hetta skal skipsinspektørurin tola, at arbeiðið inniber sera nógva ferðing. Vit bjóða Vit kunnu bjóða eitt spennandi og ábyrgdarfult starv, har góður møguleiki er fyri menning. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi við samstarvssinnaðum starvsfelagum, og arbeiðsdagurin er mangan f ølbroyttur. Lønar- og setanarviðurskiftini verða skipað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setan og freist Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2008 klokkan 12. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Strandfaraskip Landsins Postboks 30 810 Tvøroyri Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Conrad Gaard Joensen, skipsinspektør, á telefon 543042 ella á teldupost cgj@ssl.fo Skipsinspektørur til farloyvisstarv Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Løgmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í tríggjar deildir: Samferðslu-, Sjó-, og Fíggjardeild. Árstíðirnar BLÓMUHANDIL J.C. Svabosgøta 10 Tel. 31 74 00 mammudagur Handilin letur upp kl. 07.00 sunnudagin 11. mai