fríggjadagur 9. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2008
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Hvítusunnu
vinir hittast til
stevnu
Havn: Aftur í ár verður skipað fyri
Hvítusunnustevnu, sum verður
hildin í Havn undir heitinum:
„Veitst tú ikki, at alt mítt er
títt?“. Tað eru Evangeliihúsið og
Filadelfia saman, ið skipa fyri
stevnuni. Øll møtini verða hildin í
Filadelfia, meðan familjutiltakið
verður hildið í Evangeliihúsinum.
Møtir kring alt
landið
Heimamissiónin: Hesa høgtíðina
skipa mong ymisk missiónshús
fyri stevnum. Á Sandoynni verður
stevna í Húsavík, og í Suðuroy
stevna í Vági. Annars verða vanlig
møtir í flestu missiónshúsunum
kring landið.
Stevna saman
í Vági
Brøðrasamkoman: Í mong ár
hava samfelagsmøti verið hildin
á skift millum Vág og Klaksvík.
Hesaferð byrja møtini í Bethel í
Vági í kvøld, men halda síðani
fram í ítróttarhøllini restina av
høgtíðini. Á skránni eru bæði
uppbyggingarmøtir, evangelisk
møtir og breyðbróting, alt krúddrað
við sangkórum ymsa staðni frá.
Leygarkvøldið og sunnukvøldið kl.
22.30 fara tey ungu at skipa fyri
ungdómstiltaki í Bethel.
Føroysk
hvítusunna í
Danmark
Esbjerg: Aftur í ár skipar
føroyski trúboðarin, Heri Elttør
fyri møtum í missiónshúsinum
Bethania í Esbjerg á hvítusunnu.
Møtini byrja í kvøld og halda
fram til sunnudagin. Høvuðstalari
verður Thomas Dam, formaður
í Heimamissiónini. Eitt líknandi
tiltak varð roynt í fjør í Hirtshals
við góðum úrsliti.
Stevna í
skúlahøllini
Kollafjørður: Fólk á meginøkinum
fáa eisini høvi at fara til stevnu
hesa høgtíðina. Í gjárkvøldið
byrjaði nevniliga ein stevna í
skúlahøllini í Kollafirði, sum
stýrið fyri missiónshúsið skipar
fyri. Talarar og sangarar koma
ymsastaðni frá. Eftir hvørt møti
verður opið hús í missiónshúsinum
við fríum vitnisburði og sangi.
Heilagi
Andin virkar
við kraft
Hvítusunnan minnir okkum á,
at Heilagi Andin virkar við kraft
og myndugleika kring heimin
í dag.
Heilagi Andin livir í hvørjum
einstøkum trúgvandi, og ynski
Hansara er at leiða lív okkara
soleiðis, at vit liva saman við
Harranum Jesusi, Gudi til dýrd.
„Vita tit ikki, at likam tykkara
er tempul Heilaga Andans, sum
í tykkum er, og sum tit hava frá
Gudi, og at tit eru ikki tykkara
egnu?“ (1. Kor. 6:19).
Grundarlagið undir allari læru
um Heilaga Andan finst í svar
inum til henda spurning: Hvat
pláss gevur Hann Jesusi Kristi?
Høvuðsuppgáva Heilaga
Andans er at dýrdargera
Frelsaran (Jóhs. 16:14). Heilaga
Andin gevur Jesusi Kristi ta
støðu og dýrd, sum Hann hevur
uppiborið.
Og loyva vit Gudi at leiða
okkum, so fer Heilaga Andan
at hjálpa okkum at lyfta Hann,
sum doyði og reis upp aftur frá
hinum deyðu fyri okkum, hægri
í heiður og dýrd.“
orðið
Á fyrsta sinni er ikki pláss
til pávan á einum lista yvir
100 teir mest týðandi per
sónarnar í heiminum í dag
USA: Sambært einum lista í
amerikanska tíðarritinum Time
Magazine eru persónarnir býttir
upp í fimm bólkar, millum annað
ein um leiðarar og kollveltingarfús.
Her finnur ein millum annað Dalai
Lama, Vladimir Putin og George
W. Bush.
Men í einum øðrum bólki
finnur ein kenda filmsleikarin
Brad Pitt, sjónvarpsvertin Oprah
Winfrey og rokktónleikarin Bruce
Springsteen.
Tað áhugaverda í hesum
er, at pláss er ikki til pávan í
hesum listanum, sum hevur
verið almannakunngjørdur síðani
2004. Hesi tíðindini fegnast ein
kortini um í Vatikaninum:
Eg fegnist um hetta, tí tey
hava brúkt eitt metingarstøði,
sum einki hevur við átrúnað
arliga ella moralska autoritet
pávans at gera. Av hesi orsøk
haldi eg, at tað er positivt at ein
ikki samantvinnar autoritetin og
tænastuna hjá pávanum við eina
meiri verðsliga natúru, sigur
talsmaðurin hjá Vatikaninum,
Federico Lombardi.
Oprah Winfrey er tann ein
asta, ið hevur verið á listanum
øll árini.
Oprah betri umtókt enn pávin
Hesa vikuna:
Jógvan
Zachariassen,
Hoyvík
Tá Guds andi kemur inn,
verður kenslulív okkara
heilt, sigur danski
fólkatingslimurin, Bodil
Kornbek, sum her sigur frá
hugsan síni um
hvítusunnuna
Danmark: Allar høgtíðirnar í
kirkjuni hava sín týdning. Bæði
jólini, páskini og hvítusunnan
hava ein boðskap við stórum
týdningi fyri meg, sigur við
Kristelig Dagblad.
Bodil Kornbek, sum er formaður
í flokkinum Kristendemokraterne
metir hvítusunnuna vera er ein
áminning um komuna hjá Heilaga
Andanum.
Vit hava øll brúk fyri onkrum at
hella seg ímóti. Heilagi Andin, Guds
andi, er hann sum eg vendi mær
ímóti. Hesin andin er lívgevandi.
At andin er lívgevandi merkir
fyri Bodil, at tá Guds andi kemur
inn verður kenslulív okkara heilt.
Guds andi uppmuntrar. Guds
andi gevur gleði. Guds andi fyllir
okkara innara lív, og tað gevur
frið og sælu.
Sjálv heldur hon høgtíðina
saman við familju síni. Og
kirkjugongd er ein natúrligur
partur av hvítusunnuni, eins og
hon ger tað hvønn sunnudagin.
Fyri meg er hetta ikki petti
øðrvísi enn vanligt, sigur hon.
Ein dúgva
Týdningarmesti boðskapurin á
hvítusunnu er, at Heilagi Andin
varð sendur til jarðar, eftir at
Jesus var farin til himmals.
Heilagi Andin er sum ein
tulkur, sum ger at eg kann hoyra
og skilja orðini hjá Jesusi.
Við at senda Heilaga Andan
hevur Jesus soleiðis víst sína
umsorgan fyri mær í øllum lívsins
viðurskiftum. Ja, tað merkir, at í
øllum lívsins støðum er tað ein,
sum heldur mær uppi. Og tað er
ein styrki fyri meg.
Hvítusunnan kann tykjast
abstrakt. Hevur tú eitt boð uppá,
hvussu hvítusunnan kann verða
formidlað inn í ein gerandisdag í
2008?
Heilagi Andin verður ofta lýstur
sum ein vindur ella sum ein
dúgva. Tað kann ofta vera ein
hjálp at brúka alskyns myndir, og
sum kunnu lýsa Heilaga Andan
og harvið geva, serliga teimum
ungu, eina størri fatan av hesi
stóru kristnu hátíðini, sigur Bodil
Kornbek at enda í samrøðuni.
Heilagi andin gevur lív
Hvítusunna
Høgtíð hildin til minnis um, at heilagi andin kom yvir ápostlarnar
(Ápostlasøgan 2, 113).
Navnið “hvítusunna” kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin
fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, sum tey, sum vórðu
doypt, vóru í.
Navnið hvítusunna vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og
haðani kemur tað til Noregs, Føroyar og Íslands. Men tað navnið,
sum annars vann fram í flestu europeisku londunum var orðið, sum
til dømis á donskum er “pinse”. Og tað kemur av grikska orðinum
“pentekoste”, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.
Høgtíðin, ápostlarnir komu saman á, var annars gomul jødisk
takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær høgtíðina
so ein annan dám og týdning. Tað er annars ikki so langt síðani, at tú
í Føroyum kundi koyra fólk ynskja “gleðiliga pinsafest”, men tað man
ikki hoyrast longu.
Føroyska navnið á høgtíðini hevur so altíð verið hvítusunna.
(Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Oprah Winfrey er kend sum
sjónvarpsvertur. Og líkt er til, at fólk
eisini dáma hana væl
- Heilagi Andin
verður ofta lýstur
sum ein vindur ella
sum ein dúgva,
sigur danski
politikarin Bodil
Kornbek