Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2008 33 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogur til Dagstovnin millum Bóla Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Nielsen, stovnsleiðara, telefon 42 13 75. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum millum Bóla, í Lýðini 20, 410 Kollafjørður, í seinasta lagi mikudagin 4. juni 2008. Pedagogar til Býlingshúsið undir Brúnni Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. juni 2008 ella eftir nærri avtalu og einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Turið Horn, leiðara, telefon 31 91 80. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum undir Brúnni, Smærugøta 9b, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2008. Pedagogur til Býlingshúsið inni á Gøtu Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, telefon 31 77 01. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík, í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2008. Pedagogar til Býlingshúsið í Maritugøtu Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 18. august 2008 ella eftir nærri avtalu og einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Bæði størvini eru á barnagarðsstovu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara, ella Nancy Hentze, varaleiðara, telefon 30 24 00 ella 27 29 29, ella við at hyggja á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/maritugota Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum í Maritugøtu, Maritagøta 50, 100 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 30. mai 2008. Pedagogar til Dagstovnin í Løkjatúni Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu og tveimum pedagogum til barnagarðin at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 1. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um eingin námsfrøðingur søkir, eru onnur vælkomin at søkja størvini, sum hava hug at arbeiða innan fyri dagstovnaøkið og vilja verða við at menna børnini. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til til Gudrun Winthereig Rasmussen, stovnsleiðara, telefon 30 23 90 ella 21 90 19. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, innan mánadagin 26. mai 2008. Klinikkassistentur til Barnatannrøktina Søkt verður eftir klinikkassistenti til skúlatannlæknastovuna í Kollafirði og Tórshavn at arbeiða 28 tímar um vikuna at byrja 1. juni 2008. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsmannafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 26. mai 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra, á telefon 30 25 25 ella teldupost: sigrid@torshavn.fo