Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 88 - 9. mai 2008 lýsingar Teknikapping Altjóða tubbaksfríur dagur 31. mai Altjóða tubbaksfríi dagurin, 31. mai, verður í ár um evnið: Roykfríur ungdómur. Í sambandi við dagin skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung í hesum aldursbólkum: a. Børn yngri enn 7 ár b. 7-10 ár c. 11-14 ár Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldurs- bólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn. Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm Boðskapurin í tekningini skal vera eitt skelti, ið vísir t.d: At her er ikki loyvt at roykja, tí passiv royking rakar tey, ið ikki roykja Tað er »kul« ikki at roykja Royking er heilsuskaðilig At keypa sigarettir er at spilla burtur pengar Hvussu kanst tú siga »nei« til sigarettir? Børnini kunnu frítt velja, hvussu hetta skelti skal síggja út. Skrivið navn, føðingardag og telefon við blýanti aftanfyri á tekningini Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. mai kl. 12. Tekningarnar skulu sendast til: Fólkaheilsuráðið Eirargarður 2, 2. hædd 100 Tórshavn Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Maskinur og amboð til sølu Við hesum verða fylgjandi maskinur og amboð lýst til sølu: Cat 980 lessari árg. 1988 LV-GL 47 Cat 988 lessari við defektum motori árg. 1987 LV-GL 44 Cat 966C lessari árg. 1980 LV-GL 28 Kaðaltrumla á hjólum við uml. 150 m av kaðali + kaðaltrumla við uml. 300 m av AXOJ 1KV 3x240/72 kaðali. Øll eru vælkomin at lata inn tilboð, antin upp á alt samlað ella einstakan lut. Tilboð upp á alt samlað kunnu verða tikin framum. Tilskilast skal, um tilboð er við ella uttan mvg. Tilboð skulu vera í afturlatnum brævbjálva og vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 22. mai 2008 kl. 15.00. Maskinur og amboð kunnu eftirhyggjast eftir avtalu við Jóan Petur Patursson, rakstrarleiðara á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, á tlf. 540 950. Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. SØLA Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna í Suðurstreymoy Søkt verður eftir røktarstarvsfólki til Heimatænastuna í Suðurstreymoy. Vit søknast eftir heilsurøktarum og heilsu- hjálparum at starvast í blandaðum vaktum (vaktir eftir ynski) úti í Heima- tænastuni.Talan er um føst størv. Størvini eru leys at søkja skjótast til ber. Eisini eru vit áhuga í at fáa røktarstarvsfólk at arbeiða tímalønt og at starvast sum feriuavloysarar. Lønar- og setanarviðurskifti Lønar og setanarviðurskifti eru sambart sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til økisleiðara Ceciliu Vestureið á telefon 217249 ella við telduposti: ceciliav@naerverk.fo Umsókn Send eina umsókn við avrit av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Heimatænastan Stílað: Cecilia Vestureið, økisleiðari, Skálatrøð 14 Fo-100 Tórshavn Umsóknarfreist: 26. mai 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í Suðuroy Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða 25 tímar um vikuna frá 1. juni 2008 ella skjótast møguligt. Talan er um fast starv. Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi, sum • hevur royndir innan heimarøkt • evni at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd • koyrikort til persónbil er ein fyrimunur Vit bjóða • eitt starv við møguleika at menna starvs innihaldi • eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum røktarfakligum uppgávum • eitt gott arbeiðsumhvørvi Lønar- og setnartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til økisskrivstovuna, tlf. 373907 Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Heimatænastan øki 5 900 Vágur Stílað. Jeanna í Lágabø, økisleiðari Umsóknarfreist: 23. mai 2008