Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 126 - 5. juli 2001 Nr. 126 - 5. juli 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Orsakað av summar- frí hevur almenna Gjaldstovan onga avgreiðslu í vikunum 29 og 30 í ár SUMMARFRÍ John Johannessen So at siga eingin verður til arbeiðis á Gjaldstovuni í vikunum 29 og 30. Og tí- skil kunnu viðskiftafólk heldur ikki vænta sær nakra serliga avgreiðslu frá stovninum í tíðarskeiðnum 16. til 29. juli. Gjaldstovan sigur, at hon letur aftur, tí roynt verður at skapa fyritreytir fyri, at fólk á Gjaldstovuni kann fara í summarfrí, tá flest onnur halda frí. Men ein onnur høvuðsorsøk er sam- bært Gjaldstovuni eisini, at ein skjót og savnað av- greiðsla av summarfrítíðini skapar eitt betri arbeiðslag á stovninum, tí arbeiðið glíður lutfalsliga betri, um øll virkisøki eru mannað. Avleiðingin av, at Gjald- stovan steingir er, at út- gjaldsboð til kreditorar skulu vera Gjaldstovuni í hendi í seinasta lagi 12. juli, um vissa skal vera fyri, at útgjaldið verður avgreitt, áðrenn stovnurin steingir. Lønir verða avgreiddar á Gjaldstovuni 4. juli, 11. juli og 25. juli. Men fráboðan til útgjaldið 25. juli skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 9. juli. Gjaldstovan steingir fyri summarið – Almenna partafel- agið, Føroya Tele, er við húð og hár latið upp í hendurnar á tí privata arbeiðsgev- arafelagnum , sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvs- mannafelagnum SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Antin veit Bjarni Djur- holm ov lítið um, hvussu viðurskiftini eru á teimum almennum stovnum, hann sjálvur hevur ábyrgdina av, ella roynir hann at villleiða fólk fyri at skumpa undir at fáa teir privatiseraðar. Hesa niðurstøðu er for- maðurin í Starvsmannafel- agnum komin til, eftir at hava lisið greinina í Sosial- inum týsdagin. Í henni heldur Landsstýr- ismaðurin í vinnumálum, at tað hevði verið vert at um- hugsa at gjørt Strandferðsl- una. Postverkið, og kanska aðrar stovnar við, til al- menn partafeløg. Hann hugsar serliga um ósemjurnar, sum hava verið um Sandoyarferjuna, Teist- an, vaktar- og bjargingar- skipið, Brimil og um ósemjurnar á Postverki Føroya. Hinvegin vísir hann á, at síðani Føroya Tele varð gjørt til alment partafelag, hava sáttmála samráðing- arnar har gingið rættiliga smidliga og Bjarni Djur- holm heldur, at ein forklár- ing er, at starvsfólkið sam- ráðist beinleiðis við leiðsl- una. Hann heldur, at tað gevur starvsfólkið eina sterkari ábyrgdarkenslu mótvegis stovnunum, um tey sleppa at samráðast beinleiðis við stovnsleiðslurnar um sátt- málarnar. Sostatt heldur hann eisini, at ein orsøk til drúgvu ósemjurnar um Brimil, Teistan og Post- verkið, kunnu hava sínar røtur í, at har er tað ein triði partur, Fíggjarmálastýrið, sum samráðist um fyri tað almenna. Tí heldur hann, at tað er vert at umhugsa at gera Strandferðsluna og Postverkið til almenn parta- feløg, so at tað ikki longur er Fíggjarmálastýrið, skal samráðast um sáttmálarnar. Við húð og hár Formaðurin í Starvsmanna- felagnum sigur, at tað, sum Bjarni Djurholm førir fram, er púra misvísandi. – At vit samráðast bein- leiðis við leiðsluna á Før- oya Tele er júst tað, vit ikki gera. – Tað var bara tað fyrsta árið, at samráðingar um sáttmála vóru beinleiðis við leiðsluna á Føroya Tele, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Síðani bleiv tað rættiliga umráðandi hjá myndugleik- unum at lata tað privata Føroya Arbeiðsgevarafelag fáa samráðingarrættin fyri tað almenna partafelagið Føroya Tele. Sostatt er Føroya Tele nú við húð og hár latið upp í hendurnar á tí privata ar- beiðsgevarafelagnum. – Tær seinastu ferðirnar, samráðingar hava verið um sáttmála á Føroya Tele, hevur tað verið tað privata Føroya Arbeiðsgevarafel- agið, sum hevur sitið við borðendan. – Tað verður sanniliga ikki samráðst við leiðsluna á Føroya Tele. Tað er ikki so frægt sum at ein einasta undirskrift frá Føroya Tele stendur undir sáttmálanum. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at sostatt er tað skeivt og misvísandi, sum Bjarni Djurholm førir fram. Annars heldur hann ikki, at tað er so stórur munur á at samráðast við tað privata Føroya Arbeiðsgevarafelag og tað almenna Fíggjar- málastýrið. – Tey bæði vísa seg at hava nógv størri samband við hvørt annað, enn fólk geva sær fær um. Dyrka sjálvsøkni Formaðurin í Starvsmanna- felagnum ivast ikki í, at Bjarni Djurholm roynir at skora undir, at almennu stovnarnir verða privatiser- aðir. Men tað tekur hann ikki undir við. – Sum er, samráðast vit í felag. Skulu vit nú samráð- ast um hvønn stovn sær, fer tað at máa støðið undan tí samhaldsfasta samfelagn- um. Tvørturímóti fer tað at birta uppundir sjálvøkni hjá hvørjum starvsbólki sær. Tað fer uttan iva at føra til ójavnt lønarlag, tí tá veldst alt um, hvør starvsbólkur situr við bestu kortunum og bestu vápnum á hondunum verður betri fyri at dyrka síni egnu áhugamál, heldur enn áhugamálini hjá heild- ini. Gunnleivur Dalsgarð sigur at spurningurin um effektivar og rationellar stovnar er ikki ein spurn- ingur um at teir eru al- mennir ella privatir. – Eru summir stovnar ikki nóg effektivir, er or- søkin í summum førum rætt og slætt tann, at teir hava ikki nóg góða leiðslu. – Vit halda okkum hava eina góða sak og tí hava vit mælt 25 kommunum til at stevna landsstýrin- um, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðs- formaður á Strondum STEVNING Áki Bertholdsen – Vit halda, at tað er rætt at stevna Landsstýrinum. Og tað hava vit eisini mælt kommununum til at gera. Eivind Jacobsen, bygda- ráðsformaður á Strondum, sigur, at nú er neyvan nakar ivi um longur, at fleiri før- oyskar kommunur fara at stevna Landsstýrinum. Tær finna seg ikki í, at Landsstýrið brúkti pening úr Kommunala Veðhalds- grunninum at sanera tær ringast staddu kommunurn- ar við. – Tað vóru ikki allar kommunur, sum høvdu giv- ið Landsstýrinum tilsøgn um at brúka peningin úr veðhaldsgrunninum at sanera kommunuskuld við. Og summar høvdu enntá noktað fyri tí, sigur Eivind Jacobsen. – Tí halda vit, at tað er ólóglig ognartøka, tá ið Landsstýrið ger tað kortini og tí vilja vit hava peningin aftur. Tað var beinanvegin eftir at kommunurnar vórðu saneraðar, at tað bleiv greitt, at fleiri kommunur funnu seg ikki í hesum. Tær høvdu fund um mál- ið og valdu Anfinn Brekk- stein, bygdaráðsformann á Velbastað, Sofus Johanne- sen, bygdaráðsformann við Gjógv og Eivind Jacobsen at arbeiða víðari við mál- inum. Onki úrslit Eivind Jacobsen sigur, at síðani hevur arbeiðsbólkur- in havt fund við landsstýrið um málið. – Landsstýrið tvíheldur um, at tað hevði rætt til at brúka peningin. Hann sigur, at arbeiðs- bólkurin er ikki samdur við Landsstýrið í hesum. – Vit halda okkum hava eina sera góða sak og tí halda vit, at tað er rætt at stevna. Hann sigur,at arbeiðs- bólkurin og sakførarin, halda, at allar fortreytir eru fyri at vinna eina slíka sak. Hann sigur, at arbeiðs- bólkurin hevur nú í hesi vikuni skrivað kommunun- um bræv, har mælt verður til at stevna Landsstýrinum. Saman við brævinum ligg- ur eitt upskot um, hvussu stevningin skal orðast. Ætlanin er so, at komm- urnar skulu viðgera málið og boðað arbeiðsbólkinum frá niðurstøðuni. Tilsamans eru tað 25 kommunur, sum halda seg hava verið fyri órætti. Til- samans áttu tær einar 30- 35 milliónir í kommunala veðhaldsgrunnin um og tær krevja tær nú at fáa aftur. Eivind Jacobsen veit ikki, hvussu nógvar komm- unur fara at stevna í fyrstu syftu. Men tað skilst á honum, at summar kommunur hava longu samtykt at stevna. Millum teirra er hansara egna kommuna, Sjóvar Kommuna, sum átti eina millión í grunninum. Men endamálið er at fáa málið fyri rættin fyri at fáa eina avgerð. Avgerðin skap- ar so fordømi, sum kemur at umfata allar komm- unurnar, Hann sigur, at ein týðandi orsøk til stevningina er, at kommunurnar vilja hava staðfest, um tað ber til hjá Landsstýrinum at bera seg soleiðis at. – Hetta er hent einaferð at Landsstýrið tekur komm- unalan pening at brúka til endamál, sum kommun- urnar ikki hava givið til- søgn um. Og tað kann henda einaferð afturat. Tí vilja vit hava endaliga stað- fest, um tað yvirhøvur ber til, sigur hann. Bjarni Djurholm veit ov lítið – ella villleiðir hann – Tað, sum Bjarni Djurholm sigur, at vit gera, er júst tað, vit ikki gera, sigur formað- urin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð Stevna nú Landsstýrinum fyri at fáa pengarnar aftur – At tosa við landsstýrið førdi ikki til nakað og tí hava vit mælt til at stevna, sigur Eivind Jacobsen, sum er ein av limunum í arbeiðsbólk- inum, sum kommunurnar settu at arbeiða við málinum C M Y K 3 2 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3202 Navn: Sp/f Báradrangur Adressa: 850 Hvalba Kommuna: Hvalbiar Kommuna Stovningardato: 28.06.2001 Viðtøkudato: 28.06.2001 Kapitalur: Kr. 260.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 1000,00 til kurs 100 og kr. 259.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnarar: Hjartvard Thomsen, 850 Hvalba og Julaina Thomsen, 850 Hvalba. Stjórn: Hjartvard Thomsen, 850 Hvalba. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: : Sp/f ADS-grannskoðan, 826 Trongisvágur. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka fiskivinnu og annað yrki í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir um umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 3. juli 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3204 Navn: Sp/f Geil Adressa: 430 Hvalvík Kommuna: Hvalvíkar Kommuna Stovningardato: 27.06.2001 Viðtøkudato: 27.06.2001 Kapitalur: Kr. 263.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 263.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Tryggvi Jacobsen, 430 Hvalvík. Stjórn: Tryggvi Jacobsen, 430 Hvalvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: : Sp/f KPMG, statsaut. Revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka aksturvinnu- handil og annað starv í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir um umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 3. juli 2001 Kristin Balle _____________________