hósdagur 5. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 126 - 5. juli 2001
Nr. 126 - 5. juli 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Flogfelag Føroya
hevur keypt virkis-
bygningin hjá Føroya
Plastídnaði í Sørvági.
Ætlanin er at nýta
bygningin í samband
við ferðavinnu
HOTELVINNA
Edvard Joensen
Flogfelag Føroya hevur
keypt gamla virkisbygn-
ingin hjá Føroya Plastídn-
aði við flogvøllin í Vágum.
Ætlanin er at innrætta
hotelkømur í bygninginum.
– Tað er ein sannroynd,
sigur Uni Danielsen á Flog-
felag Føroya, at hotel-
kapasiteturin í Føroyum er
ein fløskuhálsur hjá ferða-
vinnuni. Serliga her mitt
um summarið kann standa
á at fáa innivist.
Og um veturin er rætti-
liga nógv skeiðvirksemi í
landinum. Og eisini har
kunnu umstøðurnar betrast,
sigur hann.
Flogfelag Føroya, sum
eigur Hotel Vágar, hevur nú
keypt gamla Plastvirkið,
sum stendur beint niðan
fyri Hotel Vágar við flog-
vøllin.
Ætlanin er at innrætta
hotelkømur og fundarrúm,
sum eisini kunnu brúkast til
skeiðvirksemi í bygning-
inum, sigur Uni Danielsen.
Hann sigur, at enn er ikki
endaliga avgjørt, hvussu
bygningurin verður nýttur.
Tað kann henda, at onkur
kanska hevur hug at leiga
burtur av til skrivstovur, og
so er tann møguleikin av-
gjørt eisini til staðar, sigur
Uni Danielsen.
Enn er verkætlanin bert á
tekniborðinum, men verður
væntandi
klár
rímiliga
skjótt, sigur hann.
Bygningurin er stórur.
Hann er tómur og tí rími-
liga lættur at innrætta eftir,
hvussu Flogfelagið vil hava
hann. Bygningurin er í
trimum hæddum, so nógv
er at taka av.
Mest sannlíkt er, at gjørt
verður av at innrætta hotel-
kømur í bygninginum. Tey
fara so at verða fult á hædd
við nútíðar hotelkømur við
wc og bað og annars tí, ein-
um slíkum kamari hoyrir
til.
Tó er ikki ætlanin at gera
eitt heilt nýtt hotel, sigur
Uni Danielsen. Hotel Vágar
er jú næsti granni, so mat-
stova og tað, sum har til
hoyrir, verður ikki gjørt í
Plastvirkinum. Har verður
felags nýtsla.
Spurdur um hvørt ætlan-
in er at gera okkurt í mill-
um bygningarnar báðar, so-
leiðis at teir verða saman-
bygdir, sigur Uni Danielsen
á Flogfelag Føroya, at tað
hevur ikki verið upp á tal
enn, eins og eingin enda-
ligur prísur er akturelur
heldur, sum er.
Av tí, at verkætlanin enn
bert er komin á tekniborð-
ið, er ikki heilt greitt, nær
klárt verður at taka bygn-
ingin í nýtslu. Men av Flog-
felag Føroya verður sagt, at
tað avgjørt er tørvur á størri
gistingarhúskapasiteti, og
at teir síggja góðar møgu-
leikar í hesum bygningin-
um, sum jú liggur rættiliga
væl fyri.
Tað er gamli virkisbygningurin hjá Føroya Platídnaði beint niðan fyri flogvøllin, sum Flogfelag
Føroya hevur keypt og ætlar at brúka til hotelkømur
Savnsmynd
Flogfelagið keypt Plastvirkið
Verjuskipið Triton
tók seinnapartin
týsdagin ein russisk-
an trolara, sum
fiskaði ólógliga á Ytra
Banka
SJÓVERJA
Edvard Joensen
Sjóverjuskipið Triton tók
russiska trolaran Istok úr
Murmansk, meðan hesin
tógaði 12 fjórðingar innan
fyri føroyska fiskimarkið á
Ytra Banka seinnapartin
týsdagin.
Tað var tyrlan hjá Triton,
sum varnaðist trolaran inni
á føroyskum sjóøki. Triton,
sum var í farvatninum fór
til trolaran og setti fólk
umborð.
Russiski skiparin varð
biðin um at vátta positión-
ina. Hann váttaði at vera
inni á føroyskum øki, eins
og hann viðgekk at hann
fiskaði. Hann varð tí biðin
um at fylgja við Triton til
Havnar, har málið verður
latið løgregluni, sigur Fær-
øernes Kommando.
Triton verður væntandi á
Havnini við russiska trol-
ararnum
seinnapartin
mikudagin, sigur Eli Lyng-
vej-Larsen, pressuovasti á
Færøernes Kommando.
Triton tikið russara undir Føroyum
Skiftandi lands-
stýrismenn siga
ikki allan sann-
leikan um játtanina
til fólkaskúlan,
heldur Esmar Berg,
fyrrverandi for-
maður í Føroya
Lærarafelag, sum
vísir á, at hóast
tølini eru størri, so
er játtanin til fólka-
skúlan minkað
FÓLKASKÚLIN
Eirikur Lindenskov
– Tað er løgið, at skift-
andi
landsstýrismenn
kropp á kroppi koma
fram í fjølmiðlunum og
siga, at játtanin til fólka-
skúlan er økt, uttan at
teir siga meira.
Hetta sigur Esmar
Berg, fyrrverandi for-
maður í Føroya Lærara-
felag í grein í Skúlablað-
num, sum kom út í gjár.
Esmar Berg spyr, hví
landsstýrismenninir ikki
siga meira?
– Teir vita, at tað er
bara helvtin av søguni,
teir siga. Teir vita, at
krøvini til fólkaskúlan
eru økt nógv meira enn
játtanin, og tí hava vit
hesa vanukkuligu støð-
una, sum bara verður
meira og meira álv-
arslig.
Fyrrverandi formað-
urin í lærarafelagnum
vísir á, at landsstýris-
menninir sjálvandi vita,
at krøvini til fólkaskúlan
eru økt nógv meira enn
játtanin. Hann vísir á, at
vit hava fingið eina
nýggja skúlalóg, sum
setir nógv størri krøv.
Vit hava fingið KT-tøkn-
ina inn um skúlagátt,
nýggjar
semjur
eru
gjørdar um arbeiðs- og
lønarviðurskiftinin hjá
fólkaskúlalærarum, og
hetta er alt gjørt við
vælsignilsi frá skiftandi
løgtingum og landsstýr-
um, men játtanin er ikki
fylgd við, sigur hann.
– Fyri tað um pen-
ingajáttanin er økt, so
sigur hetta einki meira,
enn tá abbar og ommur
okkara
øtaðust
um,
hvussu nógv alt kostaði
– tá vit vóru óvitar, sigur
Esmar Berg.
– Alt Føroya fólk veit,
at játtanin til fólka-
skúlan er minkað, sjálvt
um peningaupphæddin
og tølini eru størri.
Esmar Berg heitir tí á
tey, sum hava ovastu
ábyrgdina av tí føroyska
fólkaskúlanum, um at
gevast við at tosa við
lærararnar, sum vóru
teir óvitar, og tíverri ikki
vita betur.
– Vit vita, at tit siga
ikki allan sannleikan, og
tað vita tit eisini – tit
vilja bara ikki. Spurn-
ingurin er bara hví, at so
er, spyr Esmar Berg,
fyrrverandi formaður í
Føroya Lærarafelag.
– Tit siga ikki
allan sannleikan
Esmar Berg vísir á, at tað
er bara helvtin av sann-
leikanum at siga, at
játtanin til fólkaskúlan er
økt. – Krøvini eru økt
nógv meira, tí er játtanin
minkað, sigur hann
Tøkk
Teimum sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá ið
elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara
Birgith Mortensen
Hoyvík
doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
Vegna tey avvarðandi
Hans, Elisabeth og Niels
Sys Hasforth Korshøj
er útbúgvin mynd-
listafólk og grafikari.
Hon hevur í hesum
døgum framsýning á
Termovirkinum í
Havn. Hon er í
Føroyum við familju
at fáa sær íblástur til
listarliga arbeiði
LISTAFRAMSÝNING
Stefan í Skorini
At Sys Hasforth Korshøj
hevur fingið íblástur av síni
Føroyaferð sæst beinan-
vegin, tá hugt verður at
acrylmálningunum,
sum
hanga í einum horni á
Termovirkinum við Sunds-
vegin í Havn.
Málningarnir ímynda all-
ir okkurt føroyskt. Teir
flestu eru bláligir máln-
ingar av landsløgum. Risin
og Kellingin síggjast aftur í
onkum málningi. Eisini
hevur hon málað smá neyst,
sum hon er hugtikin av.
Sys heldur til í Leirvík,
meðan hon er í Føroyum,
og onkur málningur er av
Leirvíks bygd. Hon hevur
fingið loyvi at nýta ateli-
erið hjá Jóhannes Kristen-
sen, sála, í Leirvík. Sys
greiðir frá, at hon sendi
eina umsókn til Martin
Petersen í Fuglafirði, har
hon m.a. vísti á nøkur av
sínum
verkum.
Nakað
seinni stóð henni í boði at
koma til Føroya. Maður
hennara og trý børn eru
eisini við á ferðini. Familj-
an hevur verið her í tvær
vikur, og tey vera verandi í
tvær vikur afturat.
Fingið íblástur
Sys sigur, at endamálið við
ferðini longu er rokkið, og
at hon hevur fingið íblástur
til fleiri málningar. Máln-
ingarnir á framsýningini
eru allir málaðir í Føroyum.
– Eg eri ikki vónbrotin av
ferðini. Tey føroysku lista-
fólkini duga væl, og tað er
eisini hugtakandi at síggja,
hvussu tey arbeiða, sigur
Sys, sum málar allatíðina,
meðan hon er her, men tíð
hevur eisini verið til túrar.
Hon greiðir frá, at hon fer
at arbeiða við føroyskum
motivum í longri tíð, eftir
at hon er komin heimaftur.
Nógvar myndir eru tiknar,
og tí kann hon halda á at
arbeiða við Føroyum í eitt
hávt ár í minsta lagi.
Hitti vinkonu aftur
Orsøkin til at Sys hevur
fingið innivist á Termo-
virkinum er, at Gunnbjørg
Gunnbjørgsdóttir, ið ar-
beiðir á staðnum, hevur
boðið henni.
Tær báðar vóru í sama
flokki í Keypmannahavn
fyri 25 árum síðani og hava
ikki hitt hvønn annan
síðani. Nú hava tær fingið
samband aftur, og Sys sýnir
fram á arbeiðsplássinum
hjá Gunnbjørg.
Umframt at mála skrivar
Sys eisini yrkingar um
hennara fyrsta túr til Før-
oyar, men hon fæst mest
við málningar.
Til ber at keypa máln-
ingarnar hjá Sys á Termo-
virkinum.
Donsk listakvinna í Føroyum:
Fær íblástur av
landslagnum
Listakvinnan Sys Hasforth
Korshøj hevur verið í
Føroyum í tvær vikur at fáa
sær íblástur til málningar.
Nógv er komið burturúr, og
hon er væl nøgd higartil
Mynd: Jens Kr. Vang
Danski National-
bankin hevur sent ein
nýggjan føroyskan
50-krónuseðil í um-
ferð. Tilsamans eru
sendir umleið 100.000
nýggir seðlar til Før-
oya. Forsíðan er eitt
veðrahorn, og bak-
síðan er av Beinis-
vørði. Zacharias
Heinesen hevur
myndprýtt seðlarnar
PENGASEÐIL
Stefan í Skorini
Høvuðsliturin á teimum
nýggju 50-krónuseðlunum
er dustbláur, meðan teir
gomlu hava ein klárari
bláan lit. Tann nýggi seðilin
er eisini ein sentimetur
styttri enn tann gamli. Eitt
koparprent av veðrahorni er
á forsíðuni. Aftan á seðlin-
um er vatnlitamynd av
Lopranshaga við útsýni
móti Beinisvørði, har feiti-
lendi eru.
Lógin um pengaseðlar
sigur, at føroysku seðlarnir
skulu hava somu stødd og
sama virði sum teir donsku
seðlarnir. Av tí at nýggir
pengaseðlar eru komnir í
Danmark, har stødd og
seðlavirði eru broytt, verða
somuleiðis givnir út nýggir
pengaseðlar í Føroyum.
Røð av nýggjum
seðlum
Komandi árini fer Natio-
nalbankin at endurnýggja
allar teir føroysku penga-
seðlarnar. 50-krónuseðilin
er tískil bara tann fyrsti í
eini røð.
Um eitt gott ár verður
nýggjur
100-krónuseðil
givin út, og seinni kemur
200-krónuseðil. Áðrenn trý
ár eru liðin verða eisini
nýggir 500- og 1000-
krónuseðlar settir í umferð í
Føroyum.
Eftir ynski úr Føroyum
fara nýggju seðlarnir ikki at
hava fólk sum myndevni.
Nýggju seðlarnir fara allir
at hava ein likamslut av
djóri á forsíðuni, og á bak-
síðuni verða vatnlitamyndir
av føroyskum landslagi.
Tað er Zacharias Heine-
sen, sum hevur málað allar
hesar vatnlitamyndirnar, og
hann heldur sjálvur, at tað
hevur nógv at siga fyri
hann sum listamálara at fáa
loyvi at prýða pengaseðlar
okkara.
Myndevni á nýggja 100-
krónuseðlinum, sum er
dustgulur, er úr Klaksvík.
Á dustviólubláa 200-krónu-
seðlinum er myndin úr
Vágum. Á grøna 500-
krónuseðlinum er mynd av
Hvannasundi. Myndin á
reyða 1000-krónuseðlinum
er av Sandoynni.
Seðlarnir hava allir somu
breidd, men longdin økist
við einum sentimetri fyri
hvønn seðil.
Í dag er virði av penga-
seðlum í umferð í Føroyum
276 milliónir krónur. Nógv
tann størsti parturin er
1000-krónuseðlar. Virði av
teimum gomlu 50-krónu-
seðlunum er 9 milliónir.
Sendir eru 50-krónuseðlar
fyri 5 milliónir til Føroya á
hesum sinni, men fleiri
verða sendir seinni.
Komandi dagarnar verð-
ur faldari um nýggju seðl-
arnar sendir øllum húsar-
haldum í Føroyum.
Gomlu 50-krónuseðlar-
nir, sum eru umleið 25 ára
gamlir, eru enn í umferð.
Teir verða settir úr gildi so
hvørt. Tú kanst enn lata
peningastovnunum gamlar
pengaseðlar,
sum
eru
gjørdir fyri 50 árum síðani,
tá lóg um pengaseðlar varð
sett í gildi í Føroyum.
Zacharias Heinesen prýðir 50-krónu seðil
Vit skulu nú venja okkum
við nýggjar 50-krónuseðlar,
sum hevur mynd av
veðrahorni á forsíðuni og
vatnlitamynd av Beinisvørði
á baksíðuni
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4