Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 126 - 5. juli 2001 Nr. 126 - 5. juli 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Meðan vit bíða Nú politiska spælið brúkar Postverkið sum kastibløku, setir postverkstjórin hart ímóti hørðum við frá- boðan um hópupp- sagnir. Á posthúsun- um kring landið ganga starvsfólkini og bíða eftir at verða offrað. Vit hava hitt tey, sum setningurin »uppsagnir á Post- verkinum« refererar til. UPPSAGNARHÓTTAN Orð: Rúnar Reistrup Myndir: Jens K. Vang Lagið er ikki gott á starvs- fólkunum á posthúsunum kring landið. Ein blandings- rættur av politiskum rossa- handlum, innanhýsis sam- gongustríði og brævakríggi postverkstjóran og vinnu- málaráðharran ímillum er seinastu tíðina blivin kók- aður saman. Og hann smakkar illa á munninum á starvsfólkunum, nú post- verkstjórin hevur boðað frá, at 20-25 starvsfólk á stovn- inum skulu sigast upp, og vinnumálaráðharrin sigur lat fara. – Eg haldi slet ikki at teir vita hvat teir tosa um. Man kann ikki bara skera 25 fólk burtur og so vænta, at tað loysir trupulleikarnar. Tá verður kaos, tí so klára vit ikki allan postin, sigur eitt av starvsfólkunum, sum stendur og sorterar post á posthúsinum við Hoyvíks- vegin í Havn, sum er høvuðsposthús í landinum. Arbeiðstrýst Her verða hvønn dag eini 30.000 brøv sorterað og send til rætta móttakara. Vit eru farnir inn í Bræva- skiljingina at forstýra og hoyra hvussu tað gongur. Hesa tíðina á árinum eru tað mest feriuavloysarar, sum eru til arbeiðis á sortering- ini. Teir standa við sveitta á pannuni og royna at fáa allan postin sorteraðan áðrenn ljósið verður sløkt fyri dagin. – Sum oftast náa vit tað, men tað er onkuntíð, at post- ur liggur eftir til næsta dag. Tað eigur ikki at henda, men tað hendir kortini onkuntíð. Annars royna vit at arbeiða yvir, og avloys- arar verða kallaðir inn, so- leiðis at eingin postur liggur eftir, fáa vit at vita frá starvsfólkunum. Fólk eru bangin Prátingarhugurin er annars so sum so. Tað er týðuligt at fólk kenna trýstið av eini hóttan um hópuppsagnir, sum tey øll hava hangandi yvir sær. – Vit vita einki. Vit vita einki um hvar fólk skulu sigast úr starvi, hvør tað verður og nær tað verður, sigur eitt av starvsfólk- unum á stovninum, sum ikki vil vera navnnevnt. Hesin óvanliga ringi hug- urin at traðka fram alment eyðkennir starvsfólkið á Postverkinum hesar dagar- nar. Ein av teimum, sum kortini hevur valt at vísa andlit, er ikki í iva um orsøkina. – Fólk eru bangin. Tað er týðuligt, og tað skilji eg væl, tí eingin veit nakað, uttan at 20-25 starvsfólk skulu missa sítt arbeiði. Tú merk- ir, at fólk eru stressað av umstøðunum, og tí er tað einki serliga hugaligt at koma til arbeiðis nú um – Her á staðnum eru fólk skuffað av at leiðslan soleiðis svíkur okkum og letur seg brúka so groft í einum politiskum spæli, sigur Áslak Tausen, sum starvast á posthúsinum við Hoyvíksvegin í Havn Landsstýrismaðurin í vinnumálum sær ongan møguleika at steðga uppsagnunum í Postverkinum. Tað, sum nú hendir, er avleiðingin av, at dagføringin av stovninum bleiv politiskt forpurrað POSTVERKIÐ John Johannessen Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, heldur seg ikki hava nakran møguleika at ganga ynsk- inum frá Postfelagnum á møti, um at steðga uppsagn- unum innan Postverkið. – Vit í vinnumálastýr- inum hava gjørt, tað við kunnu. Í september í fjør fyrilá ein loysn fyri Post- verkið, men hon bleiv polit- iskt forpurrað. Og um eing- in politiskur vilji er at dag- føra Postverkið, gerst einki, sigur Bjarni Djurholm. Politiskir gíslar Postfelagið sendi týsdagin landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri Postverkin- um opið bræv, har tey siga seg kenna seg sum gíslar í einum politiskum spæli, sum er við at avmakta stovnin. Í brævinum heitir Post- felagið staðiliga á lands- stýrismannin um at steðga uppsagnunum, sum Post- verksstjórin hevur boðað frá. Felagið heldur, at tað er lítið heiðurligt at fara soleiðis við starvsfólkum, sum hvønn dag gera sítt besta. Postfelagið vísir eisini í brævinum á, at um ætlanin er at varðveita Postverkið sum tænastustovn, so hevur Postfelagið fleiri ferðir víst á loysnir, sum tillaga starvsfólkatørvin í samsvar við nútímansgerð av stovn- inum. – Vit standa við okkara avtalur og eru framhaldandi sinnað at koma við loysnum, sum kunnu skapa eitt Post- verk, sum gagnar øllum landsins borgarum, sigur nevndin í Postfelag Føroya í brævinum. Hulduspæl Men Bjarni Djurholm held- ur seg ikki hava møguleika at finna nakra loysn nú. – Ávísir politikarar sýn- ast at hava tað sum enda- mál, at Postverkið skal vera ein hálvdeyður almennur stovnur, sum er langt aftan fyri nútíðina. Er eingin politiskur vilji fyri at fáa Postverkið dagført, so gerst einki, sigur Bjarni Djur- holm. Landsstýrismaðurin greið0ir frá, at hann í sep- tember í fjør var við at fáa eina loysn í lag fyri Post- verkið. Vinnumálastýrið hevði sett ein heilan fulltrúa av at arbeiða við at finna eina loysn fyri, hvussu Postverkið kundi dagførast. Og eftir góðar samráðingar við Postfelagið sá út til, at tað fór at bera til at dagføra stovnin. – Vit komu til eina loysn, ið var sera góð fyri limirnar í Postfelagnum, sigur Bjarni Djurholm og greiðir frá loysnini, sum var í fýra punktum. Fyrsta punktið var, at allir limir í Postfelagnum skuldu fáa pensjón, tá teir fyltu 60. Hendan skipanin skuldi vera galdandi í fimm ár. Annað punktið var, at allir limir í Postfelagnum skuldu hava møguleikan at nema sær eftirútbúgving lutvíst við løn. Hendan skipanin skuldi vera galdandi í trý ár. Triðja punktið var, at Vinnumálastýrið skuldi gera sítt til, at tey, ið blivu spard burtur, í størstan mun møguligt skuldu fáa annað alment starv. Og at enda var fjóðra punktið, at øll starvsfólk innan Postverkið skuldu fáa eitt dagført førleikaprógv, sum Mentamálastýrið skuldi skriva út. – Vit vóru til reiðar at brúka 10 milliónir yvir trý ár til starvsfólkini innan Postverkið umframt 45 milliónir til at dagføra Post- verkið tekniskt. Men brád- liga varð semjan forpurrað av politiskum hulduspæli, og limirnir í Postfelagnum komu við 17 nýggjum krøv- um, sum vit ikki kundu ganga á møti, og tí datt alt á gólvið. – Síðani hetta, havi eg havt eitt uppskot klárt, um at dagføra Postverkið. Men tað kom aldri longur enn til fyrstu viðgerðar í tinginum, av tí at tað bleiv forpurrað í vinnunevndini, greiðir Bjarni Djurholm frá. – Um politiskur vilji ikki er fyri at fáa eitt væl virk- andi Postverk, so gerst einki, staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum. Bjarni hjálpir ikki Postfelagnum Landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri Postverkið sær ongan møguleika fyri, at hann kann steðga uppsagnunum innan Postverkið. Hann sigur orsøkina til óskili vera politskt hulduspæl dagarnar, sigur Áslak Tau- sen, sum arbeiðir í »Virðis- búrinum« har serbrøvini og virðisbrøvini verða viðgjørd. Hvør fer Hann hevur arbeitt innan Postverkið í 28 ár, men í tí er einki óvanligt. – Miðalaldurin á starvs- fólkunum í Postverkinum er yvir hálvtrýss ár, og hetta eru fólk sum hava arbeitt alt sítt vaksna lív á Postverki Føroya, so ein 25 ára starvsdagur er ikki so forkunnugur her á staðnum, greiðir Áslak frá. Eingin veit um hesin miðalaldurin fer at hækka ella lækka eftir at tann frá- boðaða hópuppsøgnin er framd. Men fá fólk eru sett í starv nýliga, so talan verð- ur í øllum førum um at siga royndum fólki upp, skulu so nógv sum 15 ársverk sparast burtur, soleiðis sum postverkstjórin hevur frá- boðað. Av teimum umleið 370 fólkunum, sum starvast á Postverkinum, eru 60 tæn- astumenn. Hesir hava 3 ára uppsagnartíð, og tí er ikki nógv løtusparing í at koyra teir úr starvi. Tey nógvu av hinum starvsfólkunum hava verið í starvi so leingi, at tey hava longstu upp- sagnartíð, sum er hálvt ár. Hópgrøvin Uttan fyri vindeygað ar- beiða tveir mans við at grava út fyri onkrum. Millum starvsfólkini á Brævaskiljingini hevur holið, teir gravað, fingið heitið hópgrøvin. – Har verða vit tikin út, tá vit ikki kunnu brúkast longur, sigur eitt av starvs- fólkunum í speisemi og peikar á »hópgrøvina«. Spurningurin millum starvsfólkini er, um Post- verk Føroya, sum stovnur, átti at verið ein av teimum, sum verða grivin í hesi grøvini. – Tað ber ikki til bara at siga so nógvum starvs- fólkum upp, uttan at tað fer at fáa álvarsligar avleiðing- ar fyri tænastuna. Sitrónin kann ikki pressast meir. Vit eru longu komin niður á tað minstu møguligu arbeiðs- megina her niðri í Bræva- skiljingini, sigur Áslak. Hann hevur, eins og hini starvsfólkini við langari fortíð í Postverkinum, fyrr upplivað bæði hóttanir um hópuppsøgnir og onkra framda hópuppsøgn. Hann tekur verandi hóttan í størsta álvara. Á Bræva- skiljingini við Hoyvíksveg- in arbeiða 15 fólk í vaktum frá 4 á morgni til 22 á kvøldi. Leysasøgur ganga um at trý av hesum starvs- fólkum skjótt óviljað fara at hava sín seinasta arbeiðs- dag. Leiðslan svíkur starvsfólkini Men hetta kann ikki lata seg gera, siga starvsfólkini á Brævaskiljingini, tí mongdin á posti minkar ikki, og sum er kennist ein sjúkradagur hjá einum av starvsfólkunum sum okk- urt, ið líkist kaosstøðu í Brævaskiljingini. – Her á staðnum eru fólk skuffað av at leiðslan soleið- is svíkur okkum og letur seg brúka so groft í einum politiskum spæli. Tað er uppgávan hjá leiðsluni at sláa nevan í borðið, tá stovn- urin verður kastaður runt soleiðis, men ístaðin letur hon seg brúka og svíkur starvsfólkini, sigur Áslak og leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann hevur sjálv- ur verið formaður í Post- felagnum eitt tíðarskeið fyrst í 1980’unum og hevur fyrr stríðst fyri Postverkin- um. – Tá royndu vit at fáa stovnin at virka so væl sum gjørligt. Nú kunnu vit bara royna at bjarga stumpun- um. Hetta er ein tænastu- stovnur, ikki ein yvirskots- fyritøka, og tað mátti skjótt blivið greitt fyri politikar- um og leiðslu, og tað verður ongantíð nøkur gullforrætn- ing at veita posttænastu til allar Føroyar. Versnar tæn- astan, og tað ger hon mun- andi um hópuppsøgnin verður framd, so er spur- ningurin um tað ikki er best at avtaka Postverk Føroya, tí so er tað einki vert, sigur hann og fer aftur til arbeið- is, meðan vit fara út aftur í tann partin av Føroyum, sum upplivir framgongd og betri tíðir. C M Y K 7 6