Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2008 13 V ónin og framtíðin liggur í børnunum. Við røttum umstøðum vaksa tey seg sterk, og gerast rættir skapandi álitis samfelagsborgarar. Avgerandi fyri land og skúla okkara er, at børnini fáa - ikki bara gott - men tað besta í beinini og verða leidd til vísdóm. Við børnunum fremst í huga byggja vit land og gera tey før fyri at bjóða nútíðini og framtíðini av. Hóast vitandi um manglar í samfelagnum mugu vit ásanna, at vit liva í einum góðum og frælsum samfelag. Vit búgva væl, líða onga neyð materielt, og luksustrupulleikarnir eru heldur fleiri enn veruligi trupulleikarnir. Í heila tiki hevur føroyska samfelagið tað, sum eitt framkomið altjóðasamfelag eigur at hava. Tá hetta er sagt, kann víðari verða staðfest, at hetta bara er onnur síðan av dýrabara lívinum, og at hetta als ikki er nøkur avgjørd treyt fyri eydnusomum ella gevandi lívi. Tað, sum hevur eins stóran - ella størri - týdning fyri okkum sum menniskju, er sálarligi parturin av lívinum. Hetta velduga innara univers, sum rúmar millum annað kenslum, hugsanum og persónligheit, og sum er treyt fyri, at vit duga at fregnast, spyrja okkum sjálvi og onnur, hvørji vit eru. Hetta er eisini grundarlagið fyri góðum grundleggjandi fakligum førleika og evni at seta orð á hugsanir, bæði í talu og skrift og vita, hvussu vit bera okkum at fyri at fáa eitt gott lív. Alt hetta er als ikki sjálv- sagdir persónligir eginleikar, men hetta mugu børnini læra frá fólki, tey dagliga eru saman við. Ofta verður tosað um gjónna millum børn, ung og gomul, og við hesum fýlast vit á, at tey gomlu skilja ov illa tey ungu og børnini. Hetta er fyri ein part eisini púra satt. Fortreytirnar og royndirnar av einum langum lívi gera, at vit síggja lívið við ymiskum eygum. Við aldrinum broytast vit og hugsa tí eisini øðrvísi, men hóast ymisklig, er tvinnanin av ættarliðunum týðandi partur av einum góðum samfelag. Í undanfarnu ættar- liðunum liggur søgan, málið og lærdómurin, sum tey vísiliga hava borið okkum úr fortíðini, og sum í dag eru týðandi varðar. Áðrenn nakað varð skrivað á blað, hevur frásøgnin blómað, tey gomlu hava tosað, kvøðið og sagt frá tí, tey hava upplivað, og síðani lært tey yngru um fortíð og samtíð – við hesum brynja tey til framtíð. Frásøgnin er í dag meira sjáldsom, men verd er hon at varðveita, tí hon gevur ikki bara vitan, men er góð samvera og øll vita, at børnini njóta at hoyra onnur siga frá, og at vera saman. Samfelagið í dag er broytt soleiðis, at gjógvin millum ættarliðini gerst størri og størri. Við hesum gerast børn og ung avskorðin frá eldri fólki, tey gera sær sína egnu øðrvísi mentan, har nøkur ikki rættiliga kenna siðir, fólkaskikk ella duga sær hógv - her ongin skal siga nøkrum nakað, men alt verður loyvt. Hetta frælsið ger, at ung og børn gerast líkaglað og ónøgd, tey trívast ikki uttan reglur, sum geva meining. Hetta skal jú lærast. Samveran við ábyrgdarfull vaksin og eldri fólk lærir børnini sosial mynstur, hvussu tey eiga at bera seg at, og ikki minst læra tey at orða seg. Tað er sjálvandi av størsta týdningi, at tey, sum eru saman við børnunum eru góðar fyrimynd- ir, sum geva góðan atburð og vitan víðari. Við dagligari samveru við onnur og ymiskum tilboðum í gerandisdegnum hjá børnunum geva vit teimum vitan, sjálvsálit og lívsgleði. Her meini eg ikki, at tey eldru skulu hanga yvir børnu- num og formana og vera “beturvitandi”, men heldur at fáa eina nátúrliga samveru við áliti og virðing. Hóast Føroyar eru gamlar, og føroyingar ígjøgnum tíðirnar hava livað og bygt land her, mugu vit ásanna, at tað ongantíð verður liðugt at byggja land. Framvegis verður trúliga bygt hvønn dag, og her verður fortreytin fyri víðari menning av landi, skúla og fólki løgd. Hetta má tí gerast bæði væl og vísiliga. Við at flætta ættarliðini saman gerst samfelagið nógv sterkari, og vit kunnu geva hvør øðrum nakað. Vit læra kanska ikki beinleiðis av royndum onnur hava gjørt, men avgerandi er, at tað verður samskift, og at vit geva vitan víðari og eru saman. Tí við vísa aldurdóminum og sterka mann- dóminum sum lærumeistarum verður eitt nýtt ættarlið bygt, eitt ættalið sum hevur evni og sýgur upplivingar og lærdóm til sín. Børnini eru jú sum trø, har røturnar eru breiddar út. Lendið skal bara vætast við vísdómi og vitan. Vísi rithøvundurin, Kahlil Gibran, tosar í bókini Profeturin, sum meistarliga er týdd til føroyskt av Hans. J. Glerfoss, ígjøgnum Almustafa um at læra. Um læraran, sum ikki beinleiðis kann geva vísdómin víðari, men tó kann skapa karmar fyri góðari læru: Lærarin, sum við fylgi sínum gongur inn í skuggar tempul- sins, gevur ikki so nógv av vísdómi sínum sum av trúgv síni og kærleika. Er hann av sonnum vísur, letur hann tey ikki koma inn í hús vísdóms síns, men hann fylgir teimum til trappurnar til teirra egnu hægru vitsku. Hendan hægri vitska liggur í tí, tey fáa lagt í beinini. Børn eru sjálvstøðug menniskju, sum hava brúk fyri fyrimyndum og vegleiðarum. Tí er rætt, at ættarliðini - langommur og langabbar, ommur og abbar, mammur og pápar ella fólk vit kenna - arbeiða soleiðis saman, at vit kunnu fjálga og standa saman um hesi dýrabaru, sum eisini hava ábyrgd at halda fram at byggja land. Serliga í hesum krevjandi døgum har bæði foreldur eru á arbeiðsmarknað- inum. Lívið eigur ikki at gerast ein stremban eftir æru og sjálv- realisering, har børnini drukna, tí tey, sum skulu fevna tey, bera seg undan og ikki eru nær- verandi. Nei, lat okkum leiða børn og ung at trappunum til teirra egnu hægri vitsku, so tey sjálvi fáa loyvi og tíð at mennast. Um vit fylgja hesum tankanum, eru vit øll lærarar á ein ella anna hátt. Tá vit duga at liva so, verður laga manni at búgva og byggja í Føroyum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli At fylgja børnum til trappurnar Næstu ferð: Hósdagin skrivar Uni Arge, journalistur, um fjølmiðlar: Føroyska eindarmentanin er fortíð Tíðargreinin tíðargreinin Tóra við Keldu ” Ein stremban eftir æru og sjálv­reali­ sering, har børnini drukna, tí tey, sum skulu fev­na tey, bera seg undan og ikki eru nærv­erandi ” Frásøgnin er í dag meira sjáldsom, men hon er v­erd at v­arðv­eita, tí hon gev­ur ikki bara v­itan, men er góð samv­era ” Við at flætta ættar­ liðini saman gerst samfelagið nógv­ sterk­ ari, og v­it kunnu gev­a hv­ør øðrum nakað ” Vit læra kanska ikki beinleiðis av­ royndum onnur hav­a gjørt, men av­gerandi er, at tað v­erður samskift ” Børnini eru jú sum trø, har røturnar eru breiddar út. Lendið skal bara v­ætast v­ið v­ísdómi og v­itan