Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 89 - 13. mai 2008 Eftir hepnar samráðingar í ríkisfelagsskapsregi eydnaðist tað føroyingum at vinna sær rætt til ES pass frá januar 1996, t.v.s. møguleika fyri at velja ímillum tað grøna føroyska passið ella tað reyða ES passið. ES passið gevur okkum persónlig rættindi til frítt at ferðast og at arbeiða í ES uttan formellan limaskap takkað veri ríkisfelagsskapinum. Eftir hagtølunum hjá Føroya Landfúta og Rigs­ politiet at døma hava føroyingar tikið sera væl undir við møguleikanum at ogna sær ES pass. Talva 1 og diagram 1 vísa gongdina frá 1996 til 2007. Sí Talvu 1 Fyrsta árið var eftirspurn­ ingurin eftir ES passi tó ikki so stórur, bert 21 út av 2.835 valdu ES pass svar­ andi til undir eitt procent. Føroyingar høvdu enn ikki uppdagað hvørjar fyri­ munir og møguleikar ES passið gav teimum, men longu tvey ár seinni í 1998 var talið á ES passum 57% út av 3.452, tvs meir enn helmingurin. Gongdin síðani 2004 vísir at um 80% av øllum, sum fingu sær nýtt pass valdu ES pass, og í 2007 útgjørdu ES passini heili 83% av teimum 6.483, ið fingu sær nýtt pass. Í hesum altjóðagerðandi tíðum er rætturin til ES pass av vitalum týdningi fyri føroyingin, og tí kemur gongdin við ES passunum helst at halda fram, soleiðis at flest allir føroyingar um 6­8 ár hava ES pass. Henda gongdin er í tráð við tað, sum Bill Clinton segði í Norðurlandahúsi­ num, tá hann vitjaði land okkara í fjør: “Í felagskapi megna vit alt – einsamøll megna vit einki”. At 83% av føroyingum longu nú velja at fáa sær ES pass er tekin um, at ES­ frælsi í ríkisfelagsskapsregi í praksis hevur breiða undir­ tøku millum føroyingar. Sí Diagram1 83% av føroyingum velja ES-frælsi í ríkisfelagsskapsregi Regin eikhólm 2007. Talva 1: Hagtøl fyri útskriving av passum í Føroyum 1996-2007 A+B pass 1996 1998 2004 2006 2007 ES (Reyð) 21 1.960 3.576 5.423 5.379 FO (Grøn) 2.814 1.492 1.105 1.335 1.104 Í alt 2.835 3.452 4.681 6.758 6.483 Kelda: Føroya Landfúti (1996-98); Rigspolitiet, Keypmannahavn (2004-07) Diagram 1: Útskriving av passum í Føroyum 1996-2007 (útvald ár) 17% 20% 24% 43% 99% 1% 57% 83% 80% 76% 0% 20% 40% 60% 80% 100% 1996 1998 2004 2006 2007 FO (Grøn) ES (Reyð) Eg hoyrdi áhugaverda ungdómssending í Útvarpi Føroya hósdagin 8. mai, har tey ungu og heilsusystirin Bjørghild Djurhuus tosaðu um kynssjúkur. Tey meintu, at tað ikki finnast føroysk hagtøl fyri kynssjúkuna klamydia, men tað gera tað, og tí skrivi eg hetta lesara­ brævið. Burtursæð fra tí, so skulu tit hava rós fyri at taka slík álvarsom evni upp í ungdómssendingini. Heilsulýsing Landslæknans Landslæknin savnar hvørt ár heilsuhagtøl úr Føroyum og gevur tey út í árligu heilsulýsingunum. Heilsu­ lýsingarnar eru skrivaðar á donskum, av tí at Lands­ læknastovnurin er danskt málsøki enn, men hagtølini eru føroysk hóast tað. Kla­ mydia hagtølini eru frá Landssjúkrahúsinum og vísa tali av fólkum sum lata seg kanna og tali av teimum sum bera smittuna ­ bæði í tølum og prosent, sí talvuna. Tey smittaðu eru undir 35 ára gomul Í heilsulýsingini, sum er at finna á heimasíðuni www. landslaeknin.fo eru eisini nýggjari tøl frá fyrra helm­ ingi av 2007. Hesi eru býtt upp eftir kyni og aldri (síða 36), og har sæst, at ongin av teimum smittaðu eru yvir 34 ár. Yngsti smittaði persónurin eru tvey pinku­ børn ­ gentur ­ undir eitt ár. Burtursæð frá pinkubørn­ unum eru smittaðu persón­ arnir millum 15 og 34 ár. Landslæknin hevur í 2005 sent tíðindabræv til før­ oysku fjølmiðlarnar um støðuna í Føroyum við­ víkjandi klamydia, tíðinda­ skrivið er eisini at finna á heimasíðuni. Barnleys av klamydia Klamydia kann fáa álvar­ samar fylgir fyri fólk sum hava sjúkuna men ikki koma í viðgerð. Hetta er serliga galdandi fyri kvinn­ ur, tí tær kunnu fáa sjúkuna í undirlív ella eggjaleiðar­ arnar og síðan gerast sterilar (lívssørar). Hjá monnum kann klamydia bakterian geva infektión í pungin og um tað hendir, er vandi fyri, at hesir menn gerast sterilir, men um bara annar pungurin verður rakt­ ur kunnu menn tó fram­ vegis fáa børn. Vandin er størri hjá kvinnum. Ein barnakona sum er smittað við klamydia kann smitta barnið undir føðingini. Barnið kann so fáa eygna­ bruna orsakað av klamydia bakteriuni 1­2 vikur seinni. Tað er lætt at viðgerða klamydia, tað tekur 7­10 dagar í antibiotika viðgerð, so er sjúkan lekt. Heimaroynd til ung í Danmark Í Danmark hava tey tikið trupulleikan við klamydia í størsta álvara og hava koyrt kampanjur í fjølmiðlum fyri at røkka út til serliga tey ungu. Danska Heilsu­ stýrið hevur upprættað eina heimasíðu um klamydia www.klamydia.dk har ein kann kunna seg um sjúku­ eyðkenni, kanning og við­ gerð. Har stendur m.a. at lesa, at tey í flestu støðum hava innført ein urintest til menn, sum er nógv lættari enn tann gamla mátin, har vatpinnur bleiv førdur inn í urinrørið. Um hesin roynd­ armátin ikki er innfødur í Føroyum enn, so átti hann at veri tað sum skjótast. Tey hava eisini gjørt kann­ ing í nøkrum økjum í Danmark, har ung millum 18 og 22 ár hava fingið heimaroynd fyri at vita, um tey hava klamydia. Heima­ royndin gekk út uppá at pissa í eitt glas, sum síðan bleiv sent við posti til royndarstovu. Áðrenn ein vika var farin, skuldi tann ungi persónurin so fáa svar frá sínum egna kommunu­ lækna. Eg haldi, at hetta kundi veri vert at roynt í Føroyum eisini. Kunning um klamydia á føroyskum Á heimasíðuni hjá Apo­ teksverki Føroya ber til at lesa á føroyskum um sjúku­ eyðkenni og annað viðvíkj­ andi klamydia, sí www. apotek.fo og skriva orðið klamydia í leitaran ovast høgrumegin ella leita undir “Tíðindi”. Fyribyrgingar­ ráðið sum nú eitur Fólka­ heilsuráðið hevur kunning um klamydia á heimasíð­ uni www.folkaheilsa.fo, leita undir leinkjuni “Tíð­ inidasavn”. Eg hevði tó ringt við at finna fram til hesa kunning á heimasíð­ uni, eg fann tað við at “googla”. Fólkaheilsuráðið ger eitt stórt arbeiði við at upplýsa um ymisk heilsu­ viðurskifti, men kynssjúkur eru ikki raðfestar enn. Á heimasíðuni upplýsa tey, at evnini sum serligur dentur verður lagdur á eru: “Tubbak”, “Matur og rørsla” og “Rúsevni og rúsdrekka”. Vónandi verða eisini kynssjúkurnar raðfestar í nærmastu fram­ tíð. Gott hevði verið við kunnandi faldarum, sum heilsusystrar, læknar og onnur kundu givið ungdóminum. Føroysk klamydia hagtøl finnast eileen.sanda@gmail.com eileen Sandá Talva: Tal av klamydia royndum í Føroyum 1997-2006. Ár Tal av royndum Positivar royndir Positivar royndir í % 2006 1108 112 10,1 2005 1068 111 10,4 2004 988 146 14,8 2003 603 87 14,4 2002 724 80 11,0 2001 589 74 12,6 2000 503 36 7,2 1999 513 43 8,2 1998 428 32 7,6 1997 389 20 5,1 Kelda: Heilsulýsing Landslæknans 2006, sí www.landslaeknin.fo Í síðstu viku sá eg nakað av viðgerðini í løgtings­ salinum. Málið ið varð til viðgerðar, var eitt uppskot um at minka um endur­ gjaldið til handverkslær­ lingar. Tá ið ein lærlingur, sambært lóg skal í skúla, skal lærumeistarin gjalda honum/henni fulla løn, hóast tey eru ikki til arbeiðis. Handverks­ lærlingar eru sostatt teir einastu skúlanæmingar, sum fáa løn fyri at ganga í skúla, ella vit kunnu siga, at handverkslærlingar eru einastu næmingar í Føroy­ um, sum skulu gjalda skúlapengar, øll hini fáa ókeypis undirvísing, og fleiri av teimum fáa eisini SU, men tað fáa handverks­ lærlingar ikki. Fyri at bøta um nevnda mismun, sum soleiðis verður gjørdur millum handverksnæmingar og allar aðrar næmingar, kunnu meistarar søkja um endurgjald fyri tað løn sum verður goldið til lærlingar, tá teir ikki eru til arbeiðis vegna skúlagongd. Fleiri politikkarar halda, at hetta endurgjaldið er ein stuðul til vinnuna, men so er ikki! Eitt endurgjald er gjald fyri nakað, sum frammanundan er goldið, og kann tískil ongantíð rópast fyri ein stuðul. Av ókendari orsøk hevur løgtingsins fíggjarnevnd hildið, at umrødda endur­ gjald er eins og eitt gummi­ band, ið skal hálast út og inn alt eftir, hvussu land­ sins fíggjarorka er. Hetta gummibandið er bara galdandi fyri handverks­ lærlingar. Allir aðrir skúlanamingar verða ikki flongdir við slíkum bandi. Endurgjaldið hevur verið 75%, 0%, 100% og 25%, haldi at talið fyri 2007 var sett til 75% men tað átti eyðvitað altíð at verið 100% fyri at taka umrødda mismun heilt burtur. Havi spurt tinglimir í øllum flokkum, (tó ikki Miðflokkin) hví teir vilja varðveita slíkan mismun millum skúlanæmingar, men enn hevur eingin givið nakað skiljandi svar. Men eftir at hava hoyrt viðgerðina í løgtinginum, skilji eg betur, hví tað er so trupult at svara. Málið kundi verið avgreitt innan 20 – 30 min., men ting­ limir valdu at tosa um málið í fleiri tímar, og nærum alt tosið var møsn og uttanumtos, onkur samanbar nevnda endur­ gjald við rentustuðul, hví ikki seta stuðulin til 150% spurdi onkur annar, Kári á Rógvi, sum annars altíð er sera skilagóður vildi vera við, at málið er ein fyribils skipan, sum fyri øll má vera nakað spildur nýtt? Heini O. Heinesen var tó so reiðiligur og segði, at ætlanin við uppskotinum var ikki annað enn ein roynd at fáa fleiri pengar í landskassan – takk fyri tað Heini. Landsstýrið manglar pengar og vil tískil enn einaferð brúka gummi­ bandið, sum er tað sama sum at koyra sand í tólini hjá vinnuni, so hesi koma at ganga spakuligari – snáving­ arsteinur fyri vinnuna. Hví var tað eingin tinglimur sum spurdi um tað órættvísa í, at hava eitt sveiggjandi endurgjald, tá ið grundalagið fyri endurgjaldinum ikki er sveiggjandi men hinvegin støðugt vaksandi? Míni hagtøl vísa greitt, at tá ið løgtingið seinast lækkaði umrødda endur­ gjald, komu 30% færri lærlingar í læru. Hví ikki avtaka umrøddu lóg, heldur enn at hava eitt sveiggjandi endurgjald, sum bara er til stríð og arg fyri allar partar? Landsstýrið vil hava færri handverkarar! TRygvi F. guTTeSen viðmerkingar