týsdagur 13. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
15
viðmerkingar
Síggi í bløðunum, at Ivan
Niclasen svarar viðmerk
ingunum, sum hava verið í
bløðunum um dagarnar um
tann fullkomuliga vantandi
áhuga hjá Kringvarpinum,
útvarpinum og sjónvarpi
num, at gera nakað burtur
úr 100 árahaldinum hjá
Tvøroyrar kirkju. Ikki so
frægt, at tað var vert at
nevna í nakrari av tíðinda
sendingunum. Undantikið
er Suðurgerði, men tað er
eisini ein sending, sum er
gjørd her suðuri.
Ivan umber seg ella teir
við, at teir hava ikki vitað
um hetta tiltak. Tað undrar
meg.
Longu fyri meira enn
einum ári síðan, um ikki
tveimum, gav urguleikarin
við kirkjuna, Jens Mortan
Mortensen, út eitt hefti í
samband við 100 ára
haldið "Tvøroyrar kirkja
1908 2008." Umframt við
orðum og myndum at
greiða frá søgu kirkjunnar,
eru nótar til tónleik, sum
hann hevur skrivað, og ein
fløga, hann sjálvur hevur
spælt inn við urguni í
kirkjuni.
Og 8. februar í ár stóð
ein tíðindastubbi á Suður
oyarportalinum um 100 ára
dagin hjá Tvøroyrar kirkju.
Har var eisini skráin, sum
var við at verða fyrireikað
til hátíðarhaldið lýst. Tær
ferðir ein í fjølmiðlunum
hoyrir teir hava tíðindi úr
Suðuroynni, so er tað sum
oftast sum tíðindi frá
Suðuroyarportalinum. So
tað er løgið, at júst hetta
skal vera farið aftur við
borðinum, uttan at nakar í
Kringvarpinum hevur lagt
merki til tað.
Eisini hava fleiri tíðinda
stubbar staðið á nevnda
portali í somu viku sum
hátíðarhaldið var.
Útvarpið var eisini
vitandi um gudstænastuna
Kristi Himmalferðardag.
Fyrst í apríl mánaði varð
eg uppringdur um eina
útvarpsgudstænastu sunnu
dagin 13. apríl. Tað lá ikki
fyri, tí at eg hevði frí ta
vikuna. Men samstundis
gjørdi eg vart við guds
tænastuna í Tvøroyrar
kirkju 1. mai í samband
við 100 ára dagin. Og
skuldi viðkomandi, sum
ringdi, merkja sær tað.
Men heldur ikki haðani
hoyrdist nakað.
Men sama ger. Vit, sum
hava fyrireikað hátíðar
haldið, hava fingið so
nógvar positivar afturmeld
ingar frá teimum, sum
vóru við til tað, at vit
mugu siga okkum at vera
sera væl nøgd, samstundis
sum vit harmast um, at tey
mongu, sum ikki kundu
vera við, og tí høvdu vónað
at kunna vera tað gjøgnum
annan av okkara almennu
luftbornu fjølmiðlum, ikki
fingu tann møguleikan.
Og framyvir skulu vit
nokk lata vera við at
órógva tykkum fleiri
sunnu og halgidagar.
Stórfingin gáva við
ongum móttakara
28. apríl 2007 vóru umboð
frá hálendsku løgregluna í
Føroyum og handaðu
løgmanni, sum verja fyri
Bjargingarfeløgunum í
Føroyum, eina stórfingna
gávu. Talan var um eina rúgvu av radiosamskiftisútgerð,
sum skuldi vera eitt stórt íkast til ta føroysku
tilbúgvingina. Løgmaður handaði beinanvegin útgerðina
yvir vil LFB. Talan var um 140 handbornar sendarar, 10
anlegg til bilar ella bátar og 6 umsetarar at seta upp úti
um landið so at tryggjast kundu betri sendaraumstøður.
Arbeiðið hevur gingið toluliga. Færøernes Kommando,
Kall og Landsverk hava givið tilmæli um, at útgerðin
kann koma ókeypis inn í teirra hølir. Søkt hevur eisini
verið til Føroya Tele, men har er einki at heinta.
LFB hevur arbeitt við at fáa sett radioútgerðina upp,
men av tí at hetta er nakað kostnaðarmikið bleiv søkt um
stuðul til verkætlanina frá Fiskimálaráðnum. Talan er um
eingangskostnað uppá kr. 43.100 fyri góðkenning av
útgerðini og fyri árligan rakstur uppá kr. 182.125.
Fjarðskiftiseftirlitið skal geva frekvensloyvi og
góðkenna øll tólini umframt at gjaldast skal fyri stovning
av hvørjum einstøkum tóli. Søkt hevur eisini verið um at
sleppa undan at gjalda fyri góðkenning, frekvensleigu og
stovning, men Fjarðskiftiseftirlitið vil ikki ganga
umsóknini á møti.
Ein kann undrast yvir hettar tí henda útgerð er eitt sera
gott íkast til alla ta Føroysku tilbúgvingina, sum er komin
til landið ókeypis.
Beint undan løgtingsvalinum var fundur við táverandi
landsstýrismann í tilbúgvingarmálum, men orsaka av
valinum steðgaði hetta upp, og einki hevur verið at frætt
síðani.
Missa møguliga útgerðina í summar
Hálendingar hava ferð eftir ferð spurt hvussu gongur at
fáa útgerðina upp, men enn hevur bara verið roynt sum
frægast at tosa seg burtur úr hesum.
Hálendingarnir koma til Føroya í summar, og er einki
hent við útgerðini tá, so taka teir hana aftur við sær, fleiri
líknandi prosjekt eru koyrandi í Namibia og Brasilia,
nevnast kann, at tosað hevur verið um at LFB hevur
møguleika at fáa meira útgerð um áhugi er fyri tí.
Tað vildi verið stórt spell og ein stórur missur fyri tað
Føroysku tilbúgvingina og ikki minst skomm, um
løgmaður bleiv noyddur at handað útgerðina av landinum
aftur í summar.
Spurningar til Tórbjørn Jacobsen
Undirritaða setti í farna mánaði Tórbirni Jacobsen ein
munnligan fyrispurning í løgtinginum um hesi viðurskifti,
men av tí at landsstýrismaðurin var burturstaddur, tá
fyrispurninguirn skuldi svarast, og tíðarfreistin fyri at seta
munnligar fyrispurningar í hesi tingsetuni er farin, loyvi
eg mær at spyrja landsstýrismannin spurningarnar
ígjøgnum fjølmiðlarnar. (Spurningarnir eru orðaðir,
áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 var lagt fram.)
1. Er peningur settur av til radioverkætlanina til ta
Føroysku tilbúgvingina á fíggjarlógini?
2. Um ikki, kann landsstýrismaðurin so greiða frá, hví
landsstýrið hevur valt, ikki at seta pening av til
endamálið?
3. Um peningur er avsettur til endamálið, merkir tað so,
at bjargingarfeløgini missa eina tilsvarandi upphædd
av tí stuðli, sum annars hevur verður veittur teimum?
Grein í Sosialinum um
alduorkuverkætlan hjá
Sewave og almennan
stuðul gevur okkum orsøk
til at gera hesar viðmerk
ingar.
Sum vit lesa greinina,
undrast greinskrivarin á, at
alduverkætlanin hjá
Sewave møguliga ikki verð
ur framd í Føroyum.
Grundarlagið undir hesi
undran tykist vera, at
verkætlanin kundi verið
við til at “..vit seta við og
koma okkum inn í altjóða
samfelagið, har tað ber
nøkrum okkara til at vera
við í fremstu røð á sinum
øki. Eisini fyri at vísa
umheiminum í verki, at
Føroyar ynskja at átaka
sær sín leiklut – eisini í
altjóða gransking og
menning.” Áskoðanin
tykist sostatt vera, at
grundarlagið fyri, at
almennu Føroyar skulu
luttaka (fíggjarliga) í verk
ætlanini, er fyri at koma
inn í altjóða samfelagið og
verða við í fremstu røð,
umframt at vísa umheimi
num, at Føroyar átaka sær
sín leiklut.
Ætlanin við hesi viðmerk
ing er ikki at meta um
áskoðanina hjá greinskriv
aranum. Hinvegin halda vit
tað vera rætt at gera vart
við, at tá eitt tilmæli frá
Jarðfeingi verður umrøtt í
greinini, er tað týdningar
mikið, at umrødda tilmælið
hjá Jarðfeingi verður sett í
rætt høpi. Tí greinin kann
geva lesaranum skeiva
fatan av tilmælinum.
Orsøkin til hetta man helst
vera, at greinskrivarin ikki
hevur tikið støðið í sjálvum
tilmælinum, men í blað
grein, har bert partur av
tilmælinum kemur fram.
Greinskrivarin metir um
verkætlanina í tí høpi, sum
nevnt er omanfyri, meðan
Jarðfeingi, sum fakmyndug
leiki hava mett um verk
ætlanina í føroyskum
orkuhøpi.
Jarðfeingi gjørdi á sumri
í 2007 eftir áheitan frá
Vinnumálaráðnum
viðmerkingar til umsókn
frá Sewave um stuðul til
alduorkuverkætlanina.
Sum stovnur, ið m.a.
umsitur orkumál, gjørdu
vit okkara viðmerkingar
við støði í orkupolitiska
uppritinum, ið var til
aðalorðaskiftis í løgtingi
num í februar 2007. Í
høvuðsheitum vóru
viðmerkingar okkara, at
um tað almenna skal stuðla
verkætlanini fíggjarliga við
støði í orkupolitikkinum,
eigur tað at verða við
grundgeving í, at verkætl
anin kann verða ein skila
góð íløga at fáa til vega
orku, og/ella at hon er ein
skilagóð granskingar
verkætlan til frama fyri
føroyska orkuveiting.
Sum íløga í at fáa til
vega orku, mettu vit ikki
grundarlag verða fyri
verkætlanini. Fyribils
íløguna við einari turbinu
metti Sewave at vera uml.
4045 mió. kr. Fyri tað
kundi væntast ein el
framleiðsla á 1 MWt
árliga. Til samanberingar
kann t.d. nevnast, at íløgur
á uml. 20 mió. kr. í
vindmyllur geva 78 MWt.
Verða 8 turbinur settar upp,
verður kostnaðurin fyri
alduorkuverkætlanina
mettur til uml. 100 mió.
kr., og kann framleiðslan tá
verða uml. 8 MWt.
Hin møguleikin er, at
verkætlanin verður stuðlað
sum ein granskingarverk
ætlan. Í okkara viðmerking
verður hetta býtt sundur í
tvey: gransking við orku
veiting til føroyskar sam
felagið fyri eyga, ella
føroyska gransking
yvirhøvur.
Sum gransking við
føroyskari orkuveiting fyri
eyga, er vansin, at alduorka
er óstøðug eins og vind
orka, har vindorka tó hevur
munandi fyrimun, tá tað
kemur til kostnað.
Sum partur av gransking
í Føroyum yvirhøvur, kann
verkætlanin møguliga
verða áhugaverd undir
nøkrum fyritreytum.
Hetta var í høvuðsheitum
tilmælið frá Jarðfeingi.
Tað er mær ein
gáta, at nakar tímir at
arbeiða innan
Heilsuverkið. Tað sum
starvsfólkið upplivir har,
má vera ótolandi.
Tað varð so nógv tosað
um áðrenn valið, at øll tey
sum vóru farin av landinum
skuldu koma heim aftur á
klettarnar. Til hvat? Til eitt
land sum sparir eftir hæli?
Eitt land sum sparir innan
heilsuverkið og innan skúla
verkið, sparir eftir hæli. Tað
kemur at vísa seg aftur í
øllum samfelagnum. Tað fer
at spreiða seg sum ringar í
vatninum í øllum samfe
lagnum. Tað sigur seg sjálvt.
Fyri at trivnaðurin her á
landi skal betrast, og fyri at
nakar hugsingur skal verða
um, at fólk tíma at flyta
heim aftur á klettarnar, má
hugburðurin broytast.
Vit minnast allar ræðu
søgurnar í bløðunum her
fyri, um tann eina sjúkling
in fyri og annan eftir, sum
høvdu upplivað ymiskt
ótespiligt á Landsjúkrahúsi
num. Tað er jú ræðuligt, at
sovorið kemur fyri, men
tað er undrunarvert, at ikki
meira av slíkum hendir.
Harragud tað eru bara
mennisku sum arbeiða har.
Niðurkoyrd mennisku, sum
aðruhvørja løtu hava hótt
anir um sparingar hangandi
yvir høvdinum. Sum eru
illa mannað, sum renna
sum fluga í fløsku.
Hatta er ikki gongd leið
púra vist.
Eg havi sitið á skaða
stovuni fleiri ferð og bíðað
og bíðað, ein heilan dag.
Seinast við einum barni við
ógvusligari pínu. Vit sótu
har í sjey tímar, áðrenn ein
lækni kom. Vit høvdu einki
etið, tí vit roknaðu allatíð
ina við at koma framat
hvørja løtu. Læknin sum
tók ímóti okkum var sera
fittur og blíðir. Eg segði, ja
nú eru vit svangar, vit hava
einki etið síðani í morgun.
Tað havi eg heldur ikki, sig
ur læknin og smílir. Fólkið
sum arbeiðir á Landsjúkra
húsinum eru sjálsama fitt
og fyrikomandi, eg skilji
ikki hvussu tey klára tað.
Eg havi eisini fyri stuttum
verið innløgd við tí sama
barninum. Aftur má eg bara
undrast yvir, hvussu fitt og
fyrikomandi øll vóru.
Nei tað er ikki hjá
starvsfólkunum ein skal
leita eftir feilum. Men tað
eru umstøðurnar sum heilt
sikkurt ikki eru í ordan.
Fyri at fáa nøgdar sjúk
lingar, mást tú fyrst og
fremst hava nøgd fólk sum
taka sær av sjúklingunum.
Og tey mugu hava góðar
rammur at arbeiða undir.
Har er ikki rætta staðið at
spara, tvørturímóti. Spar
ing eigur ikki at koma upp
á tal á hesum økjum.
Tað sum harmar meg
mest, er, at blokkurin bara
blívir skorin meira og
meira niður, ímeðan heilsu
verkið og skúlaverkið
skríggja eftir pengum. Tað
kann ein kalla fyri
”dumstoltheit”.
løgtingslimur
Rósa
samuelsen
Viðmerking til Ivan Niclasen
Jónsvein
Bech
Viðmerkingar til grein í Sosialinum um
alduorkuverkætlan hjá Sewave
Settur stjóri
Jarðfeingi
PetuR
Joensen
Jóna
moRtensen
Sparingar innan Heilsuverkið enn einaferð?