týsdagur 13. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 89 - 13. mai 2008
Almfinn Jacobsen
hevur alt sítt lív búð
í Skálafirði. Er tað
nakað, sum hann
hevur ynskt skal
gerast her, man tað
vera landsvegurin
omanfyri bygdina.
- Tað besta hevði
verið um teir fóru
undir vegagerðina
beinanvegin. So kundi
onkur av teimum
núlivandi fólkunum
fingið gleði av vakra
sandinum her í
Skálafirði, sigur hann
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Í Skálafirði: Bygdarfólkið
hevur nevniliga ein stóran
vanda at stríðast við:
So fegin tey enn vilja tað,
so tora tey nærum ikki út á
bygdarvegin ella landsvegin
gjøgnum bygdina.
Til tað er ferðslan alt ov
stór og alt ov vandamikil.
Hetta vita tey sjálvi alt um,
og hetta uppliva eisini tey
sum vitja í bygdini ein ger
andisdag.
Bilar og lastbilar í stórum
tali – kanska heilt upp ímóti
2000 akførum í miðal um
dagin koyra eftir smala
bygdarvegnum.
Lastbilarnir
eru
bæði
lastaðir og ólastaðir, men
hetta forðar teimum ikki í
at koyra við eini ferð, ið er
langt omanfyri hana, har
ein
tekur
fyrilit
til
umstøðurnar.
Ja, vit uppliva hesar
stóru
lastbilarnar
koyra
bæði 70 og 80, hóast mest
loyvda ferð er 50.
Og so møtast teir eisini
á hesum vegnum, sum í
roynd og veru ikki er stórt
breiðari enn ein lastbilur,
sigur 57 ár gamli Almfinn
Jacobsen.
Komið er eisini fyri, at
hesir stóru bygdabussarnir
og lastbilur hava møtst mitt
á vegnum, sjálvt um møti
pláss er at seta frá á.
Bæði hann og hitt bygdar
fólkið livir tí í dagligum
ótta fyri ferðsluni gjøgnum
bygdina. Tey tora ikki at
ganga eftir ella tvørtur um
bygdarvegin av ótta fyri at
koma til skaða.
So tú skilir, at okkara
hægsta ynski er at fáa
ferðsluna út úr bygdini,
sigur hann við Sosialin.
Í einum komandi blaði
fara vit at vísa á tær ætlanir
nar, sum eru við hesum
vegastrekkinum og á tað
tolið, sum bygdarfólkið má
hava nøkur ár enn.
Staðfestast kann tó bein
anvegin: Einki hendir í ár
og neyvan nakað komandi
ár!
Long røð av bilum
Almfinn Jacobsen er sjálvur
føddur og uppvaksin her í
Skálafirði. Og hann hevur
gjøgnum barnaárini og víð
ari sæð og staðfest, hvussu
nógv ferðslan er økt hesi
árini síðani hann varð fødd
ur í 1951.
Ferðslan er bara økt so
ótrúliga nógv, serliga hesi
seinastu árini eftir at báðir
undirsjóvartunlarnir komu,
staðfestir hann.
Almfinn og alt hitt fólkið
í Skálafirði er hvønn dag
vitni til hetta sama: Ta
longu røðina av bilum, sum
fara til hús aftur eftir loknan
arbeiðsdag í Havn.
Ella sum hann tekur til:
Tað er nærum áfast av bil
um har norðuri millum
Fjarða og allan vegin úteftir
síðuni her.
Hetta er eitt fyribrigdi,
ið er nýliga íkomið!
Sleppa ikki á sandin
Teir flestu bilarnir sum
koyra út eftir Skálafjørði
num, fara út eftir eystara
armi. Men fleiri teirra koyra
hinumegin út á Skála,
Strendur
ella
bygdirnar
vestan fyri.
Hetta merkir uppaftur, at
allir hesir túsundtals bilarnir
ikki hava annan møguleika
enn at fara gjøgnum heim
bygdina hjá Almfinni.
Og fyri fólkið í Skálafirði
er tað av stórum týdningi at
gera vart við, at vegurin
gjøgnum bygdina als ikki
er gjørdur til ta ferðsluna
sum nú er.
Vegurin gjøgnum bygdina
varð gjørdur fyri góðum
fimmti árum síðani. Hann
var í roynd og veru seinasta
pettið av samanbindingini
av hesi vegagerðini.
Samstundis sum ferðslan
er økt, hevur bygdarfólkið
bert staðfest, at tað er
vorðið alsamt vandamiklari
at ferðast á strekkinum.
Og tú sært eisini, eitt
tað besta spæliplássið í
bygdini – sandurin – sum
børnini nærum ikki sleppa
til fyri bilum.
Støðan er jú hon, at
meginparturin av bygdini
liggur omanfyri vegin. Og
skulu børnini oman hagar
at spæla, mugu tey altso
tvørtur um henda vanda
mikla vegin, sigur hann
álvarsamur.
Og hann leggur í sama
andadrátti aftrat: Varð veg
urin lagdur omanfyri bygd
ina, høvdu vit fingið eina
góða og vinarliga bygd,
eins og tey ferðandi høvdu
fingið munandi betri um
støður!
Liva í óttanum
um ta stóru
vanlukkuna
Ferðslan gjøgnum bygdina í Skálafirði
Tey seinastu árini er ferðslan gjøgnum bygdina økt
munandi. Hagtølini frá Landsverki vísa hetta sama.
Tølini niðanfyri er talið av bilum sum í miðal koyra
gjøgnum bygdina um dagin:
Ár 2001: 1619 bilar í miðal um dagin
2002: 1574
2003: 1560
2004: 1692
2005: 1707
FAKTA
tíðindi
Teir stóru lastbilarnir fara súsandi framvið
teimum, ið hætta sær út á bygdarvegin
í Skálafirði. - Okkara hægsta ynski er at
fáa ferðsluna út úr bygdini, sigur Almfinn
Jacobsen í Skálafirði
Mynd: Jens Kr. vang