Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2008 17 Trý óhapp Grundøkið hjá Almfinni liggur beint oman móti bygdarvegnum, og hann er tí dagliga vitni til ta nógvu ferðsluna sum bara økist dag frá degi. - Mær vitandi eru fimm ferðsluóhapp hend beint undir húsinum hjá mær innan fyri fá ár. So tað sigur rættuliga nógv um støðuna. Í eina førinum møttust tveir bilar á vegnum, men hesin var ov smalur, soleiðis at annar teirra endaði í veitini. Fyri nakað nógvum árum síðani var uppá tal at breiðka verandi veg gjøgnum bygdina, men henda ætlanin varð seinni slept. - Tað var gott at henda ætlan var slept, tí hetta hevði ikki verið nøkur loysn fyri bygdina og okkum sum her búgva. Einki hent Javnt og samt við ta øktu ferðsluna, hevur bygdarfólkið ynskt sær broytingar við bygd- arvegnum ella landsvegnum gjøgnum heimbygd teirra. Fyri rættiliga mongum árum síðani byrjaðu menn at tosa um at ein landsvegur skuldi leggjast omanfyri bygdina. Fyri nøkrum árum síðani kom henda ætlanin eitt stig víðari, tá ein linjuføring varð sett á kortið, hvar hesin vegurin skuldi liggja. Gjørdist henda ætlanin veruleiki, hevði hetta verið bygdini til frama og fólki- num at gagni. Men tey kundu ístaðin fyri staðfesta, at byrjað varð fyrst at breiðka vegin millum Skála og Strendur. - Vit her í Skálafirði mugu bara staðfesta, at her hjá okkum er so einki ítøki- ligt hent enn, slær Almfinn Jacobsen fast. ” Mær vitandi eru fimm ferðsluóhapp hend beint undir húsinum hjá mær innanfyri fá ár. So tað sigur rættuliga nógv um støðuna. ” Varð vegurin lagdur omanfyri bygdina, høvdu vit fingið eina góða og vinarliga bygd, eins og tey ferðandi høvdu fingið munandi betri umstøður! ” Komið er eisini fyri, at hesir stóru bygdabussarnir og lastbilur hava møtst mitt á vegnum, sjálvt um møtipláss er at seta frá á. tíðindi Meiri um Skálafjørð Í einum komandi blaði fara vit at hyggja eftir teimum ætlanum sum hava verið og eru við at gera ein landsveg út um bygdina. Vegurin er als ikki ætlaðu til ta tungu ferðsluna gjøgnum bygdina. - Ferðslan bara økist og økist, sigur Almfinn Jacobsen Mynd: Jens Kr. Vang