týsdagur 13. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 89 - 13. mai 2008
tíðindi
18 ára gamla Lisa-
Maria Wimmer úr
Eysturríki hevur í
skjótt eitt ár búð í
Føroyum sum AFS-
skiftisnæmingur.
- Mær hevur dámað
ótrúliga væl og havi
følt meg vælkomnan
allastaðni, sigur
eysturríkska gentan á
flótandi føroyskum
SkiftiSnæmingar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Áðrenn hon fekk at vita, at
hon skuldi til Føroya sum
skiftisnæmingur, visti Lisa-
Maria lítið og einki um
Føroyar. Hon hevði hoyrt
navnið nevnt í samband við
fótbólt, men tað var so at
siga tað.
Í dag tosar 18 ára gamla
Lisa-Maria flótandi før-
oyskt, dámar væl siðbund-
nan føroyskan mat, hevur
verið við í slagti og lembing
og trívist væl í lítla føroyska
høvðusstaðnum, har alt er
beint við.
- Eg búgvi í lítlari bygd í
Eysturríki, so eg var von
við smá forhold. Men hóast
Havnin er lítil, so er hon
eisini høvðusstaður, og tí er
alt her. Í Eysturríki skuldi
eg koyrast til alt, men her
kann eg bara ganga, um eg
skal í skúla, at svimja ella
ein túr í býin, sigur hon
smílandi.
Heima í Eysturríki hevur
hon mammu sum er kemik-
ari og bi-og-honning-ser-
frøðingur og pápa sum er
løgreglumaður
umframt
eina eldri systur. Familjan
heima hevur fýra ferðir havt
skiftisnæmingar búgvandi.
- Tað hevur kanska gjørt
tað lættari hjá mær at koma
her, tí eg hevði lært um
aðrar mentanir framman-
undan, sigur Lisa-Maria.
- Eg havi ongantíð longst
heim, sigur hon avgjørd.
- Eg veit, at tey hava tað
gott heima, og at tey vita, at
eg havi tað gott her. Og so
njóti eg bara at fáa hetta
upplivilsi. Eg føli eisini, at
eg kann tosa við mína før-
oysku familju um alt, so tað
er eingin grund til at leingj-
ast.
Eingin Herr Professor
Tað sum serliga hevur hug-
tikið eysturríkska studenta-
skúlanæmingin
er
tætta
sambandið millum næming-
ar og lærarar í føroyska
skúlanum.
- Í Eysturríki siga vit
Herr Professor og Sie (tyg-
um) við lærararnar. Vit
høvdu ongantíð funnið upp
á at nevnt teir við navnið og
so slett ikki fornavnið, men
í Føroyum eru øll bara tú,
og eingin nevnir hvønn ann-
an við eftirnavnið.
- Tað helt eg kendist so
fjálgt og trygt, tá eg byrjaði
í skúlanum. Tað virkar so
hugnaligt.
Tað er tó ikki bara stuttligt
at koma til eitt land, har alt
er fremmant, og eitt mál,
sum man ikki skilir.
- Man skal vera tolin, tí
tað tekur tíð at fáa innlit í,
hvat tað gongur fyri seg, og
hvat man kann gera. Og í
fyrstuni hevur man alla
tíðina hug at samanbera við
tað sum man kemur frá.
Áðrenn hon kom til Før-
oyar, hevði hon kannað
heimasíður á netinum. Hes-
ar vóru serliga ætlaðar
ferðandi, og allar myndirnar
vístu at eitt grønt land við
nógvari sól.
- Tað stóð, at tað regnaði
nógv, men tað sást als ikki á
myndunum, so eg tonkti, at
tað kundi ikki vera so ringt,
sigur Lisa-Maria flennandi.
- Men man venur seg við
regni, og eg elski at hava
havið so tætt við alla tíðina.
Í Eysturríki er jú onki hav.
Og so haldi eg tað er so
festligt við litríku húsunum.
Í Eysturríki eru øll húsini
meira ella minni grá, men
her eru tey blá, grøn og
pink.
Føroyar við sær
heimaftur
Lisa-Maria gongur í triðja
G í Hoydølum, og tá hon
fer aftur til Eysturríkis, fer
hon á universitetið at lesa
mál.
- Eg ætli mær at lesa,
spanskt, enskt og skandinav-
iskt. Tað ber ikki til at lesa
føroyskt, men kanska kann
eg brúka tað í tí skandinav-
iska fakinum.
Hon tosar flótandi før-
oyskt og bendir eisini orðini
rætt. Spurd, hvussu hon hev-
ur verið før fyri at læra
Føroyingar eru so hug