týsdagur 13. mai 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
19
tíðindi
Føroyingar eru óførir at
senda børn síni til onnur
lond við AFS, men vit eru
trek at bjóða okkara egnu
heim til onnur. Men tað
er tað eingin grund til,
sigur Leivur Harryson,
sum hevur havt AFS-
skiftisnæmingar búgvandi.
- Tað er einki krevjandi,
bara gevandi, staðfestir
hann.
SkiftiSnæmingar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyska deildin hjá AFS hevði í
seinastu viku kunnandi fund um
møguleikarnar hjá ungum at fara
til onnur lond at lesa ígjøgnum
AFS, og ikki minst um tørvin á før
oyskum familjum at bjóða seg fram
at hýsa útlendskum AFSskiftis
næmingum.
Ein av føroysku familjunum,
sum í løtuni hevur ein skiftisnæming
búgvandi, eru Rannvá og Leivur
Harryson og dóttir teirra Hjørdis.
Tey hava nú í skjótt eitt ár havt eina
eyka dóttir búgvandi, LisuMariu
Wimmer úr Eysturríki.
Øll trý børn okkara hava verið
við AFS í USA, tá ið tey vóru liðug
við 9. flokk. Og fyritreytin fyri at
AFS skipanin kann virka er, at familj
ur bjóða seg fram, tí var tað nattúrligt,
at vit eisini tóku lut, sigur Leivur
Harryson.
Í 2000 kom Evan úr USA at búgva
hjá teimum, og í ár hava tey havt Lisu
Mariu úr Eysturríki búgvandi.
Um vit sum føroyingar ikki vilja
taka okkara part, kunnu vit ikki vænta
at børn okkara framhaldandi sleppa at
vera partur av AFS skipanini, heldur
Leivur Harryson.
Og hann sær onga grund til, at fólk
halda seg aftur. Skiftisnæmingurin
skal ikki vartast upp sum gestur ella
ferðandi, men veit at hann skal laga
seg til familjuna og samfelagið.
Og man fær nógv burturúr eisini.
Vit koma at kenna fólk úr øðrum sam
feløgum og mentanum, og so læra vit
eisini nógv um okkara egna land, tí vit
síggja tað við øðrum eygum, staðfestir
Leivur Harryson.
Bara tað er hjartarúm
Tá ið ein familja tekur ímóti einum
AFS skiftisnæmingi, verður tann ungi
persónurin partur av familjuni og fær
sítt egna aktiva lív í samfelagnum.
Hann ella hon gongur í skúla, hevur
frítíðarítriv og finnur sínar egnu vin
ir.
Tey eru somikið búgvin, at tey
duga at passa seg sjálvan, og tað er
ikki okkara uppgáva sum vertsfamilja
at uppdraga tey, sigur Leivur Harry
son.
Kanska tí hevur tað eisini gingið
so gott. Vit góðtóku Evan og Lisu,
sum tey eru. Tey eru fitt og fyrikom
andi, sum flest onnnur ung fólk.
Krøvini til familjuna eru ikki
strong. Tað snýr seg ikki um at vera
peningaliga væl fyri, hava stór hús
ella vera serliga væl vitandi um før
oyska mentan. Tað, sum hevur alt at
siga, er, at tað er hjartarúm, og at øll í
familjuni eru við uppá tað, leggur
Leivur Harryson áherslu á og nevnir
sum dømi, at hvørgin av synunum,
sum vóru skiftisnæmingar í USA,
fekk sítt egna kamar.
Teir høvdu kamar saman við syni í
familjuni, har teir komu. Men tað
gjørdi einki. Teir høvdu tað gott, og
har var hjartarúm fyri teimum.
Trygdarnet við AFS
Skiftisnæmingarnir hava eisini eitt
trygdarnet við AFS felagsskapinum,
sum hevur nevnd, hjálparfólk og
kontaktpersónar í Føroyum. Hesi
skipa fyri, at næmingarnir sleppa at
búgva styttri tíðarskeið hjá aðrari
familju og skipa eisini fyri felagslegum
fyri skiftisnæmingunum.
Ein familja stendur ongantíð einsa
møll við einum AFSskiftisnæmingi.
AFS er ein væl virkandi felagssskapur
við nógvum røskum fólkum, sum
fylgja væl við og hjálpa og stuðla á
nógvan hátt, sigur Leivur Harryson.
Um trupulleikar stinga seg upp, er
tað eisini AFS, sum tekur um endan,
og passa næmingur og familja ikki
saman, ber eisini til at skifta familju.
naligir
AFS manglar
vertsfamiljur
málið so væl, sigur hon, at
pápin, Leivur Harryson,
hevur hjálpt henni við einari
mállærubók
hjá
Jeffrey
Hendriksen, og vinir og
floksfelagar hava verið toln
ir at læra hana eisini.
Hon hevur gingið í einum
vanligum
studentaflokki,
har øll undirvísingin hevur
gingið fyri seg á føroyskum.
Floksfelagarnir hava umsett
okkurt fyri hana, men ann
ars royndi hon sum frægast
frá fyrsta degi at læra hetta
málið, hon var komin til.
Eg haldi, at tað hevur
verið ein fyrimunur fyri
meg, at eg komi frá týskum.
Bendingarmynstrini líkjast,
og fleiri orð líkjast eisini,
sigur Lisa Maria.
Tá hon um tveir mánaðar
flytur aftur til Eysturríki,
kemur føroyska systirin við
at ferðast, og føroyska sam
bandi er eitt vinasamabnd
fyri lívið, heldur hon.
Eg fari altíð, at hava
hetta við mær, og nú er tað
sum eg fari aftur til Eystur
ríkis við føroyskum eyg
um.
Hon gleðir seg eisini til
komandi fótbóltsdystirnar
millum Føroyar og Eystur
ríki, har tann fyrri verður
spældur í Føroyum seinni í
ár, og hin í Eysturríki í
2009.
Babba er bebbaræddur
fyri, at Føroyar aftur fara at
vinna á Eysturríki, sigur
hon flennandi.
- Eg havi ongantíð longst
heim, sigur 18 ára gamla
Lisa-Maria Wimmer úr
Eysturríki, sum tosar flótandi
føroyskt. Hon er í Føroyum
sum skiftisnæmingur og
trívist væl. Tað er so hugnaligt
at øll kennast, og at man
kann siga »tú« við lærararnar
í skúlanum, heldur hon
- Tað snýr seg ikki um at vera peningaliga væl fyri, hava stór hús ella vera serliga væl vitandi um føroyska mentan. Tað, sum
hevur alt at siga, er, at tað er hjartarúm, sigur Leivur Harryson, sum saman við familju síni tvær ferðir hevur havt AFS
skiftisnæming búgvandi