Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 89 - 13. mai 2008 tíðindi - Á Tvøroyri er støðan ring. Fýra skip liggja. Tvey, tí tey fáa ikki fólk – og onnur tvey, tí tey fáa ikki endarnar at røkka, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, sum vísir á, at støðan í Vági eisini er vánalig FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki bara støðan hjá djúpvatnsflotanum sum ger um seg í Suðuroy, hóast hetta ivaleyst er størsti trupulleikin, nú oyggin hevur traditión fyri at eiga nógv skip av hesum slag­ num. Viberg Sørensen, formað­ ur í Reiðarafelagnum, sigur, at støðan innan fiskiskipa­ flotan í oynni er ring – ja, nærmast katastrofal, sum hann tekur til. ­ Her suðuri liggja fýra djúpvatnstrolarar, tí tað er bíligari at liggja – enn at loysa. Hann sigur, at á Tvøroyri liggja Rankin og Phoenix, og í Vági liggja Sumbeam og Beinisvørð, sum ikki hava loyst enn. ­ Aftrat Rankanum og Phoenix, er Rasmus Effer­ søe á beding. Garnaskipið Nim og línubáturin Hoy­ víkingur liggja eisini á Tvøroyri, tí skipini fáa ikki nóg mikið av fólki. Viberg sigur, at meðan helvtin av flotanum í Suður­ oy liggur, siglir hin helvtin undirmannað. Hann heldur, at tá fleiri skip liggja, tí tað loysir seg ikki at byrja nýggjan túr, skuldi nóg mikið av fólki verið til tey skip sum sigla. ­ Men soleiðis er tað bara ikki, leggur hann aftrat. Vánalig motivatión Viberg Sørensen heldur, at soleiðis, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, niðurger tað starv, sum hansara egnu lim­ ir eru í, er tað einki undar­ ligt, at fólk ikki tíma at sigla. ­ Í kjaksending í SvF herfyri segði Jan, at fiski­ menn koma knústir sundur í land, og hann nærmast samanbar starvið sum fiski­ maður við støðuna hjá fólki í fangalegum. Hvussu skulu menn tíma at sigla og manna føroyska fiskiskipa­ flotan, tá teir hoyra slíkt, sum er púra burtur úr vón og viti? spyr hann. Formaðurin í Reiðara­ felagnum heldur soleiðis, at úttalilsini hjá formanninum í Fiskimannafelagnum er “bensin á bálið” hjá okkara akademikarum, sum halda, at tað er fongur fyri føroyska samfelagið hvørja ferð, ein fiskimaður fer í land. ­ Tað er troystarleyst hjá monnum, sum hava brúkt nógvan pening upp á at betra skipini, at fáa slíkar lortaspannir omanyvir seg frá formanninum í Fiski­ mannafelagnum, sigur Viberg Sørensen. - Ein djúpvatnstrolari skal í minsta lagi selja fyri hálva miljón krónur eftir 8-10 døgum, um raksturin skal bera seg, sigur Poul Hansen, reiðari DjúpvatnsFlotin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru tilsamans 13 djúp­ vatnstrolarar – ella lemma­ trolarar – í føroyska fiski­ skipaflotanum. Av hesum liggja í løtuni fleiri enn helvtin. Á Tvøroyri liggja Rakin og Phoenix, og Rasmus Effersøe er á beding. Í Vági hava skipini, sum vágbingar hava keypt, enn ikki loyst. Talan er um Sum­ beam, sum er komin fyri Roc Amadour og Beinis­ vørð, sum er komin fyri Sancy. Í Havn liggja Kalsevni, Grímur Kamban og Eydna, sum er fyrrverandi Vestur­ varði. Summi av hesum skipum liggja, tí ymiskar ábøtur eru ella verða gjørdar, onnur tí tað gongur illa at fáa fólk, og í triðja lagi liggja djúp­ vatnstrolarar, tí tað loysir seg ikki at byrja nýggjan túr. Høgu oljuprísirnir eru størsta hóttanin hjá hesum parti av okkara fiskiflota. Hálv miljón Herfyri vísti skipari á einum av teimum smærru djúp­ vatnstrolarunum á, hvussu ein túrur hjá teimum kann síggja út. ­ Vit eru komnir aftur í morgun eftir at hava verið úti í 10 dagar. Veiðan er 140.000 pund, sum ikki er nakar ringur túrur. Vit hava selt fyri 350.000 krónur til­ samans. Áðrenn vit loystu, bunkraðu vit olju fyri 250.000 krónur, segði skiparin. Her skal ikki nógv vit til at skilja, at ein slíkur túrur slett ikki hongur saman. Poul Hansen, reiðari, vísir á, at manningin við hesum skipum fær 35% av veiðivirðinum, og tað er einar 125.000 krónur. ­ Longu nú, áðrenn aðrar útreiðslur eru goldnar, gev­ ur ein slíkur túrur eitt hall upp á 25.000 krónur. Reiðarin vísir á, at sam­ stundis, sum olja og eitt nú proviantur eru dýrkað, eru fiskaprísirnir ikki øktir í sama mun. ­ Fiskaprísirnir eru ikki farnir upp samsvarandi mat­ vøruprísunum, men vænt­ andi er, at teir fara uppeftir. Spurningurin er bara, hvussu nógv av hesum skip­ um eru eftir, tá tað hendir. Brestir, sum er ein av djúpvatnstrolarunum, sum Poul Hansen varðar av, land­ ar ætlandi í dag. ­ Fiskiskapurin er lakur í løtuni, og skulu hesi skip hava nakran møguleika at fáa raksturin at hanga sam­ an, skal ein túrur, sum varar einar 8­10 dagar, ikki geva minni enn hálva miljón krónur. Tað er tað minsta, leggur hann dent á. Reiðarin sigur, at Brestir fer at liggja einar 4­5 dagar, meðan smávegis umvæling­ ar verða gjørdar, og síðan fer skipið til Grønlands at fiska kongafisk og svart­ kalva. ­ Vit eiga kvotu til ein túr í Grønlandi, sigur hann. Hinir báðir Tað er felagið P/F Brestir, sum eigur Brestir, men Poul Hansen varðar eisini av djúpvatnstrolarunum, Grími Kamban og Kalsevni, sum felagið P/F Research eigur. Hesi skip hava ligið leingi við vestaru bryggju í Havn, men ætlandi loysa tey aftur um einar 14 dagar ella so. ­ Partapeningurin í fe­ lagnum verður hækkaður, samstundis sum nýggir partaeigarar úr Sørvági koma upp í felagið. Tað verður tó framvegis P/F Research, sum fer at eiga og reka hesi bæði skipini. Meðan skipini hava ligið, er ymiskt umvælingar­ arbeiði gjørt, sigur Poul Hansen, reiðari. Nú liggur helvtin av djúpvatnsflotanum Støðan í Suðuroy nærmast katastrofal - Tað er troystarleyst hjá monnum, sum hava brúkt nógvan pening upp á at betra skipini, tá formaðurin í Fiskimannafelagnum kemur við slíkum lortaspannum, sigur Viberg Sørensen Mynd: Vilmund Jacobsen Djúpvatnstrolarin Brestir landar í dag. Fiskiskapurin hevur verið smáligur og næsta túr, sum ætlandi byrjar um einar 4-5 dagar, verður farið til Grønlands at fiska kongafisk og svartkalva Mynd: Regin Torkilsson