týsdagur 13. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Summarið nærkast
í hvørjum, og
Sosialurin skipar
fyri eini rimmar
summarkapping,
har tað ber til at
vinna spennandi
vinningar, sum
tilsamans hava virði
uppá eina fjóðrings
millión
Sosialurin fer nú aftur undir eina
spennandi summarkapping, sum
verður skipað sum eitt puslispæl,
har møguleiki verður fyri at
vinna ferðir og annað fyri meir
enn ein 1/4 millión krónur.
Summarspælið verður skipað
sum ein kapping, sum varðar frá
19. mai og 5 vikur framm.
Í Sosialinum í dag liggur eitt
puslispæl, sum manglar puntar.
Puntarnir verða at finna í
Sosialinum frá mánadegnum 19.
mai til og við fríggjadagin 20.
juni.
Tey, sum ætla sær at taka lut í
kappingini, skulu savna allar
puntarnar, líma teir á puslispælið
og senda tað til Sosialinum.
Drigið verður millum tey, sum
senda puslispøl til Sosialin.
Fokus á summarið
Sosialurin fer ikki bara at bjóða
eina spennandi kapping, har fólk
kunnu vinna ferðir her heima og
út í heim. Blaðið fer eisini at seta
fokus á summarið við greinum
og myndum.
Føroyingar gera alt meira
burtur úr ferðavinnuni, og
Sosialurin fer at kasta ljós á
nakað av tí, sum stendur
summargestunum í Føroyum í
boði.
Eisini tríva vit í okkurt av tí,
sum føroyingar kunnu ferðast til
úti í heimi.
Nógvir góðir vinningar
Eingin kapping uttan góðar
vinningar, og her spílar
Sosialurin seg út við nógvum
spennandi vinningum. Tú kanst
sleppa á flog við Atlantsflog og
seta kós ímóti Stockholm, sum
er eitt nýtt ferðamál hjá
flogfelagnum. Tú kanst eisini
sleppa til Lalandia í Danmark,
sum er eitt framúr feriustað fyri
familjuna. Og her heima kanst tú
fara á sjóferð við Norðlýsinum,
sum ger spennandi og hugtakandi
ferðir kring oyggjarnar.
Hetta og nógv meira kann
vinnast í rúkandi heitu
summarkappingini hjá
Sosialinum.
Og so kunnu vit bara ynskja
øllum eitt gott summar – og góða
eydnu í kappingini.
Sosialurin í
summarhýri
Hesin
kalendarin er í
miðdeplinum í stóru summar
kappingini hjá Sosialinum
Starvsfólkini á marknaðardeildini
hjá Sosialinum/Rás2,hava
samskipað summarkappingina 2008.
Aftast á myndini: Gudny Langaard
og Joan Abraham. Fremst: Tróndur
Skaalum, Henrietta Hammer og
Birgir Waag Høgnesen
Mynd: Jens Kristian Vang