Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2008 Atlantsflog brynjar seg til nýggjar avbjóðingar í altjóða flogvinnu, men umborð á flogførunum er verður tað fyrikomandi og heimliga umhvørvið varðveitt 28. mars í 1988 gjørdi Atlantsflog fyrstu ferðina millum Føroyar og Danmark. 20 ár seinni er føroyska flogfelagið vaksið stórt og sterkt. Kreppuárini í 90’unum vóru trupul, men í 1995 hevði felagið fyrstu ferð avlop á rakstrinum, og seinnu árini er virksemið hjá flogfelagnum munandi økt. Eisini eftir at Maersk gavst at flúgva til Føroya í 2004, hevur Atlantsflog havt úr at gera. Undantikið eitt styttri tíðarskeið, tá ið Faroejet eisini fleyg til og úr Føroyum, hevur Atlantsflog verið einasta flogfelagið á farleiðini, og tað hevur sett síni krøv. Men tað hevur Atlantsflog arbeitt hart fyri at liva upp til, og vanliga fatanin millum fólk er, at tænastan hjá Atlantsflog er framúr góð – og fyri føroyingar, sum ferðast nógv, er tað altíð heimligt at koma umborð á eitt flogfar hjá Atlantsflog. Brynja seg til framtíðina Atlantsflog er nú eisini farið undir regluligar flúgvingar til Stockholm, og svenski høvuðsstaðurin kemur í ferðaætlanina afturat býum sum Keypmannahavn, London, Aberdeen, Stavanger, Billund, Reykjavík, Oslo, Aalborg og Narsarsuaq. Eisini hevur Atlantsflog seinnu árini virkað innan oljuvinnuna, og millum annað hevur felagið flutt fólk fyri Aker Strod í Noregi. - 20 ára føðingardagurin er eitt vegamót hjá Atlantsflog. Felagið hevur tikið stigið út í altjóða flogvinnuna og er farið undir eina gongd, har tyrlur og flogfør verða skift út. Hetta er ein neyðugt gongd, og Atlantsflog hevur valt at fyrireika felagið til framtíðina heldur enn at siga og bíða eftir avbjóðingunum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Privatiserað Ein partur av at fyrireika Atlantsflog til fratíðar uppgávur er lutvísa privatiseringin av felagnum. Í 2007 gjørdi løgtingið av at privatisera ein triðing av Atlantsflog, og hetta hevði eisini við sær, at felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi. Higartil hevur felagið víst góð úrslit sum børsskrásett fyritøka, og í avlopið á 29 milliónir krónur í 2007, er besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð. Í január mánaði gjørdi Atlantsflog avtalu við fronsku verksmiðjuna Airbus um at keypa eitt nýtt flogfar frá teimum. Hetta flogfarið verður sett í flúgving í 2011 og er enn eitt dømi um vilja hjá felagnum at endurnýggja seg og menna seg – samstundis sum tað heimliga umhvørvið umborð á flogførunum verður varðveitt. Heimliga flogfelagið 22