Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2008 Mong eru vøkru lýsingar­ orðini, ið eru søgd og skrivað um svenska høvuðsstaðin Stockholm, men býurin hevur veruliga uppiborið tey vøkru orðini Eri javnan konfronteraður við einum margháttligum spurningi seinastu vikurnar: “Hví Sørin fer Atlantsflog at flúgva til Stock­ holm í summar?”. Og hvørja ferð havi eg svarað spurninginum við einum øðrum spurningi: “Hevur tú verið í Stockholm?” Tey somu fólkini, sum ivast í avgerðini hjá Atlantsflogi at flúgva til Stock­ holm, tey rista við høvdinum, og siga: “Nei, eg havi ongantíð ver­ ið í Stockholm!”, og fleiri teirra leggja aftrat: “Eg havi slettis ikki verið í Svøríki!” Hesi somu fólk­ ini, sum ikki hava verið í Stock­ holm og Svøríki hava kortini ein løgnan forhonds­hugburð um, at tað er ein skeiv avgerð at flúgva til býin, sum verður nevndur “Mälarens Drotning” og “Nord­ ens Venedig”. Men fara hesi ein túr til Stockholm, sum tey vón­ andi fara skjótt, so fara tey at siga nakað heilt annað. Tá verða hugtøkini “Mälarens Drotning” og “Nordens Venedig” logikkur fyri hesi somu fólk Samanberingin Tey er sjálvandi nærliggjandi at samanbera Stockholm við Keyp­ mannahavn, tá býirnir hava sama fólkatal, og tað er møguligt, at tað er javnbjóðis støddin, sum ger, at ignorantir føroyingar, sum ikki hava verið í Stockholm halda, at talan verður um eina identiska uppliving, ella kanska eina minni uppliving, enn at ferðast í Keypmannahavn. Nei hini rádnu, her er talan um hvør sína uppliving. Einki skal takast frá Keypmannahavn, sum nógvir føroyingar sjálvsagt eru góðir við. Men her er also munur á býum. Burtursæð frá støddini, so líkjast teir ikki nógv. “Vágsbotn” Fyrimunirnir við Stockholm, er at býurin er bygdur á fleiri oyggj­ ar. Umhvørvisliga er býurin væl fyri, við at hav er millum ymsu býarpartarnar. Tað eru eisini støð í Stockholm, har tú kemur niðan á ein heygg, ella eina høvd, og tú hevur eitt veruligt útsýni. Ikki, sum í Keypmannahavn, har alt er á einum plani. Mentamaðurin, Oskar Hermansson lýsti so væl Stockholm: “Tað er so heimligt her í Stockholm, ein finnur eitt “Vágsbotn” alla staðni kring býin.” Tað ber eisini til at fara ein vakran siglitúr kring Stockholm, har ein kann síggja byggilistar­ ligu perlurnar frá sjónum. Kortini er tað Skergarðurin, sum ber prísin. Ein skal ikki sigla leingi frá miðstaðarøkinum, fyrr enn ein er úti í Skergarðinum. Orðið “idylur” fær eina veruliga mein­ ing, sum ein siglur gjøgnum sker­ garðin. Har eru túsindtals oyggj­ ar, hólmar og sker. Enntá á teim­ um minstu hólmunum – har tað bara vaksa 3­4 trø – har finnur tú altíð eina summarsmáttu, og skamt frá henni ein lítil atløgu­ bryggja gjørd av viði. Frá mið­ staðarøkinum í Stockholm kann ein bíleggja styttri ella longri skergarðstúrar. Tað er eisini sera væl umtókt at leiga sær bát og summarsmáttu úti í Skergarði­ num, har ein so kann dvølja nakrar dagar, og gerast eitt við náttúruna. Einki ilt um Salt­ holmen, men hann er also ikki kappingarførur við Stockholms­ skergarðin. Gamla Stan Ein tann minsti býarparturin í Stockholm, er gamli býarpart­ urin, ella “Gamla Stan”, sum hann verður nevndur av teimum innføddu. Á gomlum svenskum: “Gamla Staden”. Gamla Stan er á einum hólmi fyri seg, her finnur tú aldargamlar bygningar, hugnaligar handlar, og matstovur og kaffistovur, sum eru bygdar í hesum forkunnuga, gamla umhvørvinum. Bert 2.500 fólk búgva í Gamla Stan, men mitt um dagin eru túsindtals fólk á vitjan í hesum býarpartinum. Ein spákitúrur gjøgnum Gamla Stan er veruliga livandi søga, sum vil nakað. Í hesum býarpartinum kann ein veruliga syngja við Rasmusi Effersøe: “Lati ei søguna doyggja!” Skansen og Junibacken “Júmen hvat við børnunum. Er nakað fyri tey í Stockholm?” vil onkur kanska spyrja. Tað eru eisini støð í Stockholm, har føroysk børn kunnu uppliva nógv. Junibacken er eitt stað, sum er ein temapark, sum er bygd yvir allar tær fantastisku søgurnar hjá Astrid Lindgren, og har eru nógvar interaktivar upplivingar fyri barnafamiljuna. Stockholms­búgvar hava eisini sín Skansa, men Skansen er ikki samanberiligur. Í Skansanum í Stockholm, er søga Svøríkis savnað á einum rættuliga stórum øki. Her finnur tú hús, bónda­ garðar, smiðjur, sethús, kirkjur, harragarðar, posthús, handlar o.a. Ì øllum førum er talan um søguligar bygningar, sum eru førdir frá øllum økjum í Svøríki, og eru bygningarnir nú lunnarnir undir einum stórum frílands­ savni. Á Skansen eru eisini mong djór, bæði norðurlendsk djór, og eksotisk djór frá fjarskotnum heimspørtum. So har er nógv, sum kann frøða barnasálina. Saknar onkur Tivoli, ja so ber til at fara til Djurgården og nøkta ein stóran part av tí tørvinum. Vasamuseum Eitt, sum eigur at fanga áhugan hjá flestum føroyingum er Vasa­ savnið. Tað eydnaðist svenskum fornfrøðingum við hjálp frá dugnaligum fyritøkum og kavarum at hevja skipið frá 17. øld, “Vasa” upp úr dýpinum, og í dag stendur skipið so inni á Vasa­museum. Skipið og savnið er ein stór uppliving, og ein sera nágreinilig og áhugaverd lýsing av hvussu svenska samfelagið var í tíðini, tá Vasa var bygd. Bygningurin er sera snotuligur, og er ein virðilig ramma um hesa ótrúligu søguna. Inni í savninum ber eisini til at síggja ein doku­ mentarfilm um hvussu svensk­ arar bjargaðu Vasa upp úr dýpi­ num. Filmurin í sær sjálvum, er ein frágera uppliving. Nobel Heimsins kendastu virðislønir munnu verða Nobel­heiðursløn­ irnar. Friðarheiðurslønin verður handað í Oslo, men hinar Nobel­ heiðurslønirnar innan búskap, bókmentir og læknavísind verða handaðar í Stockholm. Tað ber eisini til hjá ferðamanninum at fara ein skipaðan túr inn í ráðhúsið í Stockholm, har ein kann m.a. kann síggja tann gylta salin, har allur veitslurómurin er aftaná virðislønirnar verða handaðar. Príslega “Hvat við prísinum?” vil onkur spyrja. Jú fyri tað fyrsta, so er svenska krónan lág, og so hava svenskarar ikki nýtslugjøld í sama mun, sum norðmenn og íslendingar. At eta úti, og keypa vørur er væl bíligari enn heima hjá okkum, og príslegan eigur ikki at halda nakran aftur at fara ein túr til Stockholm. Ein skal bara notera sær, at ísur er “glass”, pylsa er “korv”, jarðber er “jordgubb” og hindber er “hallon”. Tey, sum dáma væl at keypa inn, verða at hava í geyma, at útsøla eitur “Rea” á svenskum. Við gøtudonskum/skandinavisk­ um og samskiftistoli kemur eingin føroyingur illa fyri í Stockholm. Veðurlagið í Stock­ holm er stabilari, enn tað t.d. er í Göteborg og Vestur­Svøríki, og kunnu summar­hitastigini verða á einari ógvuliga góðari leið, og skal vita illa til, um ein ikki fær sól teir dagarnar ein er har yviri. Vit sum hava verið har nakrar ferðir spyrja heldur: “Hví fer Atlantsflog núðstani at flúgva til Stockholm?” __________________________ Heri Simonsen heris@sosialurin.fo »Mälarens Drotning« og »Nordens Venedig« At verða inni í Vasa-museum í Stockholm er ein stórfingin uppliving Stockholm er kendur, sum býurin, sum er bygdur á oyggjar 23