Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 89 - 13. mai 2008 tíðindi Lætt og ómakaleyst ber til at keypa Sosialin í pdf-útgávu á internetinum BLAÐÚTGÁVA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í farnu viku var liðið eitt ár síðani, at Sosialurin lá tøkur á internetinum í eini pdf útgávu. Tað merkir, at til ber at keypa sær atgongd til Sosialin á netinum, har tú sært blaðið, júst soleiðis, sum tað sær út í veruleikanum. Til ber at lesa blaðið á telduni ella at prenta síðurnar út. Tað var tann 7. mai í fjør, at fyrsta blaðið varð lagt út, og síðani tá eru øll bløðini løgd afturat savninum. Tú fært atgongd til pdf-Sosialin við at keypa tær atgongd á http://kiosk.sosialurin.fo Tað eru tríggir ymsir møg- uleikar. Tú kanst keypa tær atgongd í ein dag. Tað kost- ar 13 krónur. Men tá hevur tú atgongd til alt savnið – og tú kanst lesa higartil øll tey 260 bløðini í savninum. Men tá er atgongdin bara galdandi í ein dag. Tú kanst eisini keypa tær eitt mánaðarhald. Tá hevur tú atgongd til savnið í ein mánað. Hetta kostar 150 krónur fyri mánaðin. Triði møguleikin er, at tú keypir tær eitt árshald. Tað kostar 1.000 krónur, og tá hevur tú atgongd til savnið í eitt heilt ár. Tað er sera einfalt at keypa sær atgongd umvegis internetið. Tú rindar við gjaldkorti, lætt og ómaka- leyst. Við at keypa eitt blað sparir tú tvær krónur í mun til leysasøluprísin. Tó leyg- ardag fýra krónur. Vit at keypa tær eitt mánaðarhald ella árshald, verður sparing- in munandi størri, tí við árs- haldinum kemur tú niður á 83 krónur um mánaðin – og tað er niðan fyri fýra krónur fyri blaðið. Tað eru 11 ár síðani, at Sosialurin gjørdist tøkur á internetinum við Internet- Sosialinum. Alment varð InternetSosialurin lagdur á netið 27. november í 1997, og har eru bløðini tøk frá september 1997 til dagin í dag. Munurin millum inter- netútgávuna og pdf-útgávu- na er, at í internetútgávuni er bara tekstur og einstakar myndir, meðan tú í pdf- útgávuni hevur alt tað sama, sum í prentaðu útgávuni, tí her er talan um eitt kopi av prentaðu útgávuni. Tað eru serliga tey, sum ikki hava so lætt at fáa hend- ur á blaðnum, útisetar og fólk sum ferðast, sum hava serliga gleði av pdf-útgáv- uni og internetútgávuni av Sosialinum. Pdf-útgávan av dagsins blað er vanliga tøk stutt eftir klokkan 13, tá blaðið er farið til prenting- ar. Sosialurin fæst í fýra yms- um útgávum: Prentaða blaðið, sum fæst í leysasølu og sum tú kanst tekna teg sum haldara av. InternetSosialuin – www. sosialurin.fo Pdf útgávan – http:// kiosk.sosialurin.fo SkipsSosialurin, sum er eina útgáva av InternetSosi- alinum, sum verður send sum teldupostur. Tað eru serliga sjófólk, ið nýta hend- an møguleikan, tí teirra atgongd til internetið ofta er avmarkað. Tíðindi frá Sosialurin og Rás 2 kunnu eisini lesast á portalinum, www.portal.fo og sum Flags í fartelefonum frá Føroya Tele. Keyp Sosialin í leysasølu á netinum Tað er sera hent at kunna keypa Sosialin í leysasølu á netinum. Serliga hjá teimum, sum eru uttanlands ella ikki hava eina blaðsølu við hondina. Við einum árshaldi fæst hvørt blaðið fyri slakar tríggjar krónur