týsdagur 13. mai 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 89 - 13. mai 2008
Hægsti bygningur
í Íslandi stendur í
Kópavagi, og tað er
ein føroyingur, sum
hevur latið byggja 22
hæddir høga húsið, ið
millum íslendingar
verður kallað
Føroyatornið
Bygging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Ísland: Kópavágur, sum er
samanvaksin við Reykjavík,
er skjótast vaksandi býur í
Íslandi. Fyri 10 árum síðani
búðu 17.000 fólk í Kópa
vági, men nú búgva út ímóti
30.000 fólk í býnum. Fólka
talið er seinnu nógvu árini
vaksið við á leið 1800 um
árið. Sjálvt um stígur er
komin í íslendska búskapin,
sæst hetta ikki á býarmyndi
ni í Reykjavíkarøkinum,
har byggikranar dag móti
himli allastaðni. Kópavágur
fyri Reykjvík er sum Hoy
vík fyri Havnina.
Júst í Kópavági byrjaði
Jákup á Dul Jacobsen sítt
uttanlandsvirksemi saman
við Jákupi N. Purkhus.
Hetta var í 1987, tá fyrsti
handil teirra lat upp. Árið
eftir lat ein handil upp á
Akureyri, og síðani eru
fleiri komnir afturat.
Fyri nøkrum árum síðani
fór Jákup á Dul Jacbosen
undir at byggja hægsta bygn
ing í Íslandi, sum nú er um at
vera liðugur. Við teimum 22
hæddunum er Føroyatornið
nakrar fáar metrar hægri enn
víðagitna Hallgrímskirkjan í
Reykjavík.
Føroyatornið
stendur
á
sama torgi, sum fyrsti handil
in liggur hjá Jákupi á Dul
Jacobsen.
Ketan
kallast
Rumfatalagerinn, ið er ís
lendska navnið Skemmuna í
Føroyum og Jysk í Danmark.
Tá farið varð undir bygg
ingina av Føroyatorninum,
var verkætlanin mett at
kosta á leið 400 mió.
danskar krónur. Tað mesta
er leigað út til skrivstovu
virksemi. Við tí bláligu
glasfasaduni tekur tað seg
sera væl út í býarmyndini.
Ikki einans háhús verða
bygd í Kópavági. Fleiri
handilsbygningar eru kom
nir ella eru á veg, og skjótt
verður farið undir at byggja
eitt operahús fyri 200 mió.
krónur í íslendska býnum,
sum
er
vinarbýur
hjá
Klaksvík. Kópavágur er
eisini kendur fyri tónlista
skúla, náttúrusavn, bóka
savn, listasavn, innilokaðan
fótbóltsvøll, tvær stórar
svimihallir og fleiri nýggjar
skúlar.
Omanfyri 100 handlar
Áhugavert hevur verið at
fylgt
virkseminum
hjá
ágrýtna havnarmanninum,
Jákupi á Dul Jacobsen. Tað
byrjaði við Skemmuni í
Havn í 1986, og nú 22 ár
aftaná hevur hann yvir 100
handlar í nógvum londum.
Handilsvirksemið í Før
oyum og Íslandi er tí bert
ein partur av heimsum
fatandi virkseminum hjá
Jákupi á Dul Jacobsen, sum
er á trimum ymsum økjum.
Umframt handilsvirksemi,
fæst hann við keyp og sølu
av fastari ogn og keyp og
sølu av virðisbrøvum og
partabrøvum.
Men tað var handilin á
Hálsi og tann fyrsti handilin
í Íslandi, ið løgdu lunnar
undir stóra virksemið hjá
havnarmanninum. Kortini
var tað við stórum spenn
ingi, at hann fór í gongd við
at selja dýnur og seingjar
klæðir til føroyingar. So
spentur var hann, at starvs
fólkini ikki vistu, hvar hann
var, tá handilin lat upp. Og
hann helt seg burtur allan
tann fyrsta dagin.
Um hann hevði verið har,
hevði hann tó sæð, at kund
arnir streymaðu inn, so
skjótt hurðarnar lótu upp.
Aftan á Skemmuna og
árið eftir tann fyrsta hand
ilin í Reykjavík, gingu
níggju ár, áðrenn hann fór
víðari út í heim.
Í 1996 breiddi Jákup á
Dul
Jacobsen
handils
virksemi sítt til Vancouver í
Kanada. Her gekst striltið í
byrjanini, og tey fyrstu árini
misti
fyritøka
hansara
nógvan pening, men síðani
kom av álvara vend í. Fimm
ár seinni stóð so mikið væl
til, at hann dittaði sær at
fara út á nýggjar og ókendar
marknaðir. Í 2001 lótu teir
fyrstu handlarnir upp í
Letlandi og Litavia og árið
eftir eisini í Estlandi.
Síðani hevur hann sett
seg niður í Bulgaria og
Rumenia, og so nógv gongd
er í virkseminum, at hann
hevur sett heili 30 fólk til at
ferðast runt í Kina fyri at
finna og gera framleiðslu
avtalur um røttu produktini
at selja í handlunum.
Og sum kunnugt hevur
Jákup á Dul Jacobsen stórar
ætlanir við Stórutjørn í
Hoyvíkshaganum.
Um
hesar eru eins stórar, og tær
vóru í byrjanini, er eitt
sindur ilt at meta um.
Føroyatornið er omanfyri alt
Tað høga Føroyatornið hevur givið íslendska
býnum, Kópavági, eitt stórbýarkent brá
Mynd: Álvur Haraldsen
Obama stuðlar Ísrael
Í gjár gjørdi demokratiska forsetavalevnið, Barrack Obama,
greitt, at hann stuðlar Ísrael og eisini fer at gera tað, um hann
verður forseti. – Tað verður eingin slingur í valsinum undir míni
forsetatíð, tá tað ræður um trygdina hjá Ísrael, segði Obama.
Útmeldingin kemur eftir at republikanska forsdetavalevnið, John
McCain hevur sagt, at Obama vildi verið favoritkandidaturin hjá
Hamas. Islamistiska Hamas hevur ræði á Gazastrípuni, haðani
teir senda heimagjørdar rakettir móti ísraelskum býum. – Vit
tingast ikki við teir fyrr enn teir viðurkenna Ísrael og gevast tið
terrorismu, segði Obama, skrivar Politiken.
Fritzl hevur Frankenstein
Ein bólkur av sálarfrøðingum byrjaðu í gjár eina umfatandi upp
gávu. Teir skulu finna útav, hvat er farið fram inni í høvdinum á
Josef Fritzl seinastu 24 árini. Var tað illskapur ella sinnissjúka, sum
dreiv verkið hjá tí 73ára gamla incestbrotsmanninum? Fyribils
kann Fritzl síggja fram móti eini fleiri mánaðir langari mental
kanning. Serfrøðingar skulu finna fram til, um hann skal dvøljast í
einum fangakliva ella á einum sinnissjúkrahúsið. Ein týskur
sálarfrøðingur, Christian Ludke, heldur, at Josef Fritzl líður av
Frankenstein Syndrominum, ein sinnislíðing sum hevur eina
óbendandi trongd at herska yvir lívi og deyða við sær.