Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 89 - 13. mai 2008 Útvarpið hjá Kring­ varpinum og miðl­ar­ nir í Miðl­ahúsinum eru mest ál­ítandi, meðan Miðl­ahúsið, Oyggjatíðindi og Útvarpið hava mest kritisku tíðindini gallupkanning Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nýggja kanningin sum Gall­ up Føroyar hevur gjørt fyri útvarpið hjá Kringvarpinum vísir, at miðlarnir hjá Sosial­ inum – Sosialurin, Rás 2 og Portalurin eru mest kritisku miðlar í Føroyum. Frá 27. mars til 10. apríl í ár spurdi Gallup Føroyar 512 fólk ymsar spurningar um miðlar. Nógvir av spurn­ ingunum høvdu serlig atlit til útvarpið, men í øðrum førum eru spurningar, har fólk skulu meta ímillum ymsu miðlarnar. Í tí eina spurninginum vórðu fólk spurd, hvør av teimum seks stóru miðlu­ num í Føroyum er mest krit­ iskur við sínum tíðindaflutn­ ingi. Her svaraður fólk soleið­ is: Miðlahúsið: 27% Oyggjatíðindi 25% Útvarpið 23% Dimmalætting 12% Sjónvarpið 11% Norðlýsið 2% Í einum øðrum spurningi vórðu fólk spurd, hvør av teimum seks stóru fjølmiðl­ unum hevur mest álítandi tíðindi. Her svaraðu fólk soleið­ is: Útvarpið 34% Miðlahúsið 21% Sjónvarpið 8% Dimmalætting 6% Norðlýsið 1% Oyggjatíðindi 0% hjá okkum NÆMINGUR Tak eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving í Tryggingarfelagnum Føroyum. Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum tora at taka ábyrgd og vilja hava ávirkan. Næmingum, ið tora at ganga á odda og eru fúsir at vera partur av eini fyritøku, sum í fullari ferð stevnir ímóti avbjóðingum á altjóða støði. Tryggingarfelagið Føroyar er nýhugsandi, framsøkið og høgt í metum. Hevur tú áræði, kanst tú vera við til at mynda felagið. Útbúgvingin, sum byrjar 1. august 2008, tekur tvey ár og fevnir um ein praktiskan og ein ástøðiligan part. Á www.trygging.fo kanst tú lesa meira um Tryggingarfelagið Føroyar og okkara virksemi. Vilt tú vita meira um at verða næmingur hjá okkum, ert tú vælkomin at ringja til Starvsfólkadeildina á tel 345600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH ella líknandi. Um tú tekur prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mai 2008 kl. 16.00. Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella fyllast út á www.trygging.fo Gallup Føroyar: Miðlahúsið hevur teir mest kritisku miðlarnar 512 fólk eru millum annað spurd, hvør av teimum seks stóru fjølmiðlunum í Føroyum er mest kritiskru í sínum tíðindaflutningi Eisini vóru tey 512 fólkini spurd um, hvør av teimum seks stóru fjølmiðlunum í Føroyum er mest álítandi