týsdagur 13. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
7
tíðindi
Tað er ikki so sjáldan,
at hávur leypur á
ferðafólk, sum svimja
út fyri strendrunum,
og slíkt álop er ikki
bara sum at siga tað
Ræðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgreglan í Avstraliu sigur,
at ein 37 ára gamal ferða
maður var staddur einar 80
metrar úr landi, tá ein hávur
leyp á hann millum fleiri
ferðandi, sum svumu um
hesar leiðir við Middleton
Bech, tætt við Albany í
vestara parti Avstraliu.
Eitt eygnavitni ein
kvinna sum hjálpti manni
num undan at gerast háva
føði, sigur seg vera ovfarna
av, at hávurin váðaði sær so
nær landi.
Eg sá, at ein neyðstaddur
maður baksaði í sjónum og
rópti um hjálp, sigur eygna
vitni, sum hjálpti manninum
til lands aftur.
Tað er West Australian,
sum ber hesi tíðindi.
Kvinnan sigur, at stór
pettir vóru bitin av beininum
á tí 37 ára gamla, men at
hann kortini var róligur og
sá ikki út til at missa so
ógvuliga nógv blóð.
Álopni maðurin er lagdur
inn á sjúkrahús, og sambært
løgregluni á staðnum er
støðan hjá honum ”stabil”,
sum tað verður rópt.
Ikki er tespiligt at enda í
kjaftinum á einum slíkum
- Tað er eingin
orsøk til at gera fólk
óttafull. Øll, sum hava
hug til sjólívið, kunnu
trygt fara til skips,
sigur Føroya Skipara-
og Navigatørfelag í
viðmerking til úttalils-
ir hjá formanninum
í Føroya Fiskimanna-
felag, Jan Højgaard
sjólív
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya Skiparaog Naviga
tørfelag er als ikki samt við
sjónarmiðini hjá formann
inum í Føroya Fiskimanna
felag, Jan Højgaard, sum
hevur sagt, at tað er lívs
hættisligt at fara til skips.
Jan Højgaard hevur í
fleiri førum sagt, at trydin
umborð á føroyskum fiski
skipum er út av lagi vánalig.
Dag og daglig verða fiski
menn knústir sundur.
Soleiðis segði formaðurin
í Fiskimannafelagnum í
sjónvarpsorðaskifti seinasta
hóskvøld. Hin parturin í
kjaksendingini var formað
urin í Reiðarafelagnum,
Viberg Sørensen.
Føroya
Skiparaog
Navigatørfelag heldur ikki,
at slíkar negativar útsagnir
gagna trygdini, ei heldur
umdøminum, hjá okkara
høvuðusvinnu.
Hetta ger felagið greitt á
síni heimasíðu.
Nógv er broytt
Allir fiskimenn hava nú
trygdarskeið, og hetta hevur
bøtt munandi um tilvitanina
um trygdina umborð. Vit
eru ikki komnir á mál enn,
men tað gongur rætta vegin,
sigur felagið hjá naviga
tørunum.
Lagt verður aftrat, at
heilsustøðan hjá fiskimonn
um er vorðin nógv betur,
síðani heilsuváttan skal tak
ast við tvey ára millumbili.
Arbeiðsumstøðurnar
eru eisini ein partur av
heilsukanningini,
sigur
felagið.
Føroya
Skiparaog
Navigatørfelag
sigur,
at
felagið er við í eini tilgongd,
har nógv verður gjørt fyri
bøta um trygdina og heils
una hjá fiskimonnum.
Yrkisfeløgini
mugu
luttaka konstruktivt í hesum
arbeiði,
leggur
felagið
aftrat.
Tryggur til skips
Felagið hjá navigatørunum
heldur onga orsøk vera at
gera fólk óttafull.
Øll, sum hava hug til
sjólívið, kunnu trygt fara til
skips. Skiparin hevur saman
við reiðaranum revsirættar
liga ábyrgd fyri, at allar
trygdarreglur verða hild
nar.
Føroya
Skiparaog
Navigatørfelag sigur seg
soleiðis hava álit á, at limir
felagsins taka hesa ábyrgd í
fullum álvara.
Hans Óli Viberg er
settur sum nýggjur
havnameistari við
Tofta havn eftir
Paula R. Petersen,
sála
HavnameistaRi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tofta havn hevur nú fing
ið nýggjan havnameistara,
eftir at havnameistarin
gjøgnum mong ár, Pauli
R. Petersen, doyði í góð
um árum.
Hans Óli Viberg, sum
nýggi maðurin eitur, hev
ur heimaskiparaprógv og
hevur verið sjómaður tað
mesta av sínum lívi.
Byrjaði ungur
Á heimasíðuni hjá Nes
kommunu verður sagt, at
nýggi havnameistarin fór
sín fyrsta túr til skip sum
14 ára gamal í 1976 við
Sigmundi Brestirsyni.
Í 1995 fór hann á skip
araskúla og eftir at hava
lokið prógv sum heima
skipari, hevur Hans Óli
silgt við føroyskum, grøn
lendskum, donskum og
norskum skipum.
Seinastu trý árini hevur
hann silgt við Havsand í
Noregi.
Hans Óli er giftur Hjørd
is Viberg, og tey eiga tveir
synir.
Trygdin
umborð
er í lagi
Hávur leyp á ferðamann
- Allir fiskimenn hava nú
trygdarskeið, og hetta hevur
bøtt munandi um tilvitanina
um trygdina umborð,
sigur Føroya Skipara-og
Navigatørfelag
Mynd: Rógvi K. Mouritsen
Hans Óli Viberg er nýggjur
havnameistari við Tofta
havn. Myndin er tikin á
bátafestivalinum á Toftum
herfyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hans Óli er havnameistari
Svangir tjóvar
Í nátt var innbrot i eina matstovu í miðbýnum í
Havn. Vanliga tá ið brotið verður inn, verður
leitað eftir brennivíni, sigarettum ella pengum,
men tað var tað ikki talan um í hesum føri. Hesir
tjóvarnir vóru hvørki tystir ella í tubbaksneyð, tí
løgreglan sigur, at, tað, tjóvarnir høvdu stolið,
vóru nakrir posar av rækjum og skeljafiski.
Løgreglan er nú í ferð við at kann málið.
Fleiri skuldsettir fyri harðskap
Løgreglan hevur ikki gingið arbeiðsleys nú á hvítusunnu, men talan hevur
kortini ikki verið um tað stóra. Men sjáldan fer eitt vikuskifti framvið uttan
at fólk koma til ilnar og so var aftur hesuferð. Í hesum sambandi eru nakrir
mans tiknir fyri harðskap. Í tí eina førinum var ein maður sparkaður í
høvdið, men so vítt kunnugt, hendi ikki álvarsligur skaði. Men løgreglan
kannar málið og so fær tað teir avleiðingar, tað eigur at fáa.