týsdagur 13. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 89 - 13. mai 2008
Fleiri fingið klipp
Aftur nú á hvítusunnu hevur løgreglan koyrt runt á
vegunum og ansa eftir ferðsluni. Og heldur ikki hesuferð,
komu teir sørir aftur á støðina. Bæði í Eysturoy og í
Streymoy hava fleiri bilførarar fingið klipp í koyrikortið.
Løgreglan í Havn sigur, at yvirhøvur verða koyrikortini
klipt, tí at bilførarar koyra ov skjótt, men inni í Havnini
eru tað eisini fleiri bilførarar, sum fáa klipp í kortið, tí at
teir ikki sita trygdarbelti ella tí at teir hava børn í bilinum,
sum ikki sita í trygdarbelti.
Gjørdu um seg í
stolnum bili
Heilt tíðliga fríggjamorgunin varð ein bilur stolin uttanfyri
Norðurlandahúsið í Havn og hann var milt sagt buglaður
saman, tá ið bilførarin fekk hann aftur. Bilurin varð aftur
funnin vesturi í Vágum seinni fríggjadagin og tríggir mans
eru handtiknir fyri at hava stolið bilin. Edrúvir vóru teir
ikki og tað sást bæði á koyrilagnum og á bilinum. Ímeðan
teir høvdu bilin, høvdu teir koyrt bæði á vegi og ígjøgnum
bø og teir høvdu koyrt á bæði húsaveggir, betonggarðar og
gyrðingar. Bilurin var illa farin, men mannskaði var ongin.
Savnsmynd
Hermaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mynd: Símun Jóanesarson
Hansen
Afghanistan: Sjálvandi
er ein í sjokk eftir ein slíkan
tilburð. Men veitst tú hvat
– vit sótu bara og flentu
aftaná!!
Síðani í januar mánaði
hevur 27 ára gamli Valdimar
Tjørnudal úr Signabø verið
partur av donsku herdeildini
í Helmandlandslutinum í
Afghanistan.
Leygardagin gekk veru
leikin upp fyri honum um,
hvussu
vandamikið
eitt
slíkt starv í roynd og veru
er: At tað snøgt sagt kann
kosta einum lívið, hóast ein
situr trygt í sterkum bili.
Eitt størri bilafylgi kom
henda morgunin koyrandi
gjøgnum eitt øki, tá bilurin
hjá Valdimar brádliga koyrir
á eina landminu, ið var løgd
út júst við hesum endamál
inum.
Henda var so mikið sterk,
at bilurin varð slongdur upp
í luftina og øll vinstra síðan
í bilinum sprongd burtur.
Hetta var sama síðan, sum
førarin og Valdimar sótu.
Eg merkti bara, at okk
urt var galið, tá eg brádliga
fekk alt dúrkið á bilinum
upp undir meg. Tað føldist
akkurát sum um onkur stóð
og langaði ein hamara upp
undir føturnar á mær. Tað
vísti seg, at henda minan
hevði sprongt alla vinstru
síðuna í pettir og alt var tað
reina kaos.
Vit hava fingið at vita,
at hesir PMVbilarnir eru
av sterkasta slagi. Og tað
fingu vit sjálvir fullgott
prógv fyri henda morgunin.
Var talan um onkran annan
bil, hevði hann helst endað
sum ein kroyst sardindós!
Vit hava so í øllum før
um fingið eitt skrivligt
prógv um, at bilurin er rætti
liga tryggur, slær Valdimar
fast.
Hann fekk nakað av
skaða í báðar føturnar og
liggur í løtuni á sjúkrahúsi í
Danmark. Í gjárkvøldið
hittu vit hann á Ríkissjúkra
húsinum til eitt prát. Lagið
var gott, og gleðin um at
vera komin frá hendingini
við lívinum er sterk.
Men uppgávan í Afghan
istan er ikki liðug. Eg MÁ
út aftur at gera hana lidna,
so teir næstu hermenninir
kunnu halda fram, tá okkara
partur av uppgávuni er loyst
ur, sigur Valdimar Tjørnudal
við Sosialin.
Óynsktir
Tað vóru ógvuslig tíðindi,
ið fyrst bórust í donskum
og seinni í føroyskum fjøl
miðlum, um teir tríggjar
donsku hermenninar, sum
vóru fyri álopi í Helmand
landslutinum.
Teirra uppgáva sum part
ur av altjóða ISAFherdeild
ini er at tryggja friðin og at
byggja landið uppaftur eftir
herviligt
borgarakríggj.
Men tað er júst hetta arbeið
ið, sum øll í landinum ikki
eru eins fegin um – millum
annað teir mongu taliban
hermenninir.
Fyri ein vanligan hermann
í danska herinum eru teir
vitandi um, at teir eru
óynsktir í landinum.
Henda minniliga fríggja
dagin fekk so Valdimar
sjálvur eisini eina ávaring
um, at støðan er lítið broytt
í so máta, hóast ISAF hevur
verið leingi í herjaða land
inum.
Í brotpartinum av einum
sekundi kundi lív teirra
verðið broytt fullkomuliga,
og teir kundu í ringasta føri
komið heim aftur til síni
kæru í kistum.
Slapp livandi frá ógvu
Leygarmorgunin fekk føroyski her
maðurin, Valdimar Tjørnudal at sanna,
hvussu vandamikið tað er at vera
útstasjoneraður í Afghanistan: Ein land
mina kundi eins væl gjørt enda á 27 ára
gamla lívi hansara. – Men vit vóru sera
hepnir. Brast tann triðja løðingin, so
komu vit ikki livandi frá hendingini,
sigur hann í hesi eksklusivu samrøðuni
við Sosialin
Valdimar Tjørnudal er í løtuni til
kanningar á Ríkissjúkrahúsinum.
– Vit kundu akkurát tað sama verðið
dripnir av ógvusligu spreingingini,
sigur hann
Ekslusivt!