týsdagur 13. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 89 - 13. mai 2008
Skip lak tungolju
Sløkkiliðið í Reykjavík hevur havt úr at gera um
hvítusunnuna við at taka upp tungolju, sum rann úr
farmaskipinum Medemborg, sum á við bryggju í
Sundahavnini. Íslendsku bløðini skriva, at tað er ikki
greitt, um tað var eitt tekniskt óhapp, sum elvdi til
oljulekan, ella um talan var um eitt menniskjaligt mistak.
Hildið verður, at umleið 600 litrar av tungolju fóru á
sjógv, og á midnátt í gjárkvøldið vóru menn ikki lidnir at
taka oljuna upp.
Nýggj heimasíða við málkjaki
Málfelagið hevur gjørt eina heimasíðu við málkjaki. Felagið varð
stovanð í 1993 og æt tá Mál- og litteraturfelagið. Nevndarlimir í
málfelagnum eru André Niclasen, Dan Reinert Petersen og Regin
Eikhólm. Málfelagið hevur eisini eina máltænastu, sum tekur ímóti
fyrispurningum um mál. - Vit svara eftir førimuni. Vit hava eisini eitt
yvirlit yvir umsetarar, sum kunnu umseta millum hesi mál: føroyskt,
danskt, enskt, týskt, russiskt, franskt og spanskt, sigur felagið á heima-
síðuni. Felagið hevur eisini til endamáls at vekja ans fyri føroyskum
máli og skaldskapi. Heimasíðan hjá felagnum finst www.umseting.fo
Men eitt Guds undur
bjargaði teimum frá tí
ringasta sum henda kundi.
- Men taðvejden, man
reagerar so løgið aftaná
eina slíka hending. Vit sótu
fyrst bara og flentu eftir hes-
um, hóast tað kann ljóða
heilt víð síðuna av, tá ein
júst er sloppin við lívinum
eftir eitt slíkt álop.
- Ein hugsar eisini um,
hvat ein kundi havt gjørt
betri og hvussu makkararnir
hava tað. Ja, ein hugsar
næstan meiri um teir enn
um seg sjálvan.
- Seinni settu vit okkum
so niður at tosa um tað sum
veruliga var farið fram – og
serliga um tað, sum KUNDI
verið hent. Hetta var góð
psykologi-hjálp fyri okkum,
at kunna tosa við hinar um
alt hetta, sigur Valdimar.
Fullkomið kaos
Hesa løtuna komu teir koyr-
andi friðarliga í einum bila-
fylgi. Teir vóru tann aftasti
bilurin, og vóru júst í ferð
við at snara bilinum annan
vegin, tá alt bara bleiv buld-
ur og brak.
- Vit bóltaðu runt inni í
bilinum, og har var alt í ein-
um
ógvusligum
kaosi:
Vatn, støv, útgerð, elektron-
ikkur og alt fleyt runt inni í
bilinum. Mín fyrsti tanki
var, at her var okkurt spinn-
andi galið, sigur Valdimar
Tjørnudal.
Hann sat aftanfyri hann,
ið stýrdi bilin, og sat og
durvaði eitt sindur, tá teir
rendu á minuna. Næstu løt-
una merkti hann okkurt í
øðrum fótinum!
Hann var vorðin skaddur
í bardaga!
Smæstu petti
Ein partur av mótstøðuni
hjá talibanunum hevur ver-
ið at leggja landminur út
ymsa staðni. Hesar, saman
við teimum sum russar
løgdu út í síni tíð, eru enn
til stóran ampa fyri tey lok-
alu og teir útlendsku her-
menninar.
Leygarmorgunin
bar
soleiðis á, at ein av mann-
ingarbilunum
hjá
her-
deildini rendi á eina av
hesum
landminunum.
Henda var upprunaliga ætl-
að størru akførunum, so
sum stríðsvognum og kundi
lættliga sprongt ein slíkan í
smæstu petti.
Manningarbilurin
hjá
Valdimari
er
munandi
minni og ikki eins sterkur
og ein stríðsvognur. Hóast
teir raktu landminuna, fór
bilurin ikki so illa sum ein
annars kundi væntað!
- Ja, vit vóru sera hepnir,
sigur Valdimar. Ein slík
landmina liggur væl grivin
niður í vegin, og er nærum
ómøgulig at síggja.
Hol uppá tríggjar
metrar
Hetta er ein sterk mina við
trimum
løðingum,
sum
bresta hvør eftir aðrari eftir
ongari tíð. Tíbetur brustu
bert tvær teirra í hesum før-
inum.
- Brast tann triðja løðing-
in, so stóð ikki væl til hjá
okkum, sigur føroyski her-
maðurin.
Ikki tí, bresturin var iva-
leysa sterkur, tí aftaná
kundu teir staðfesta eitt 3
metrar stórt hol í vegnum,
har minan brast.
Beint eftir hendingina
leygarmorgunin,
komu
Valdimar og hinir báðir
undir læknahond. Staðfest-
ast kundi, at hann hevði
fingið mesta skaðan av
teimum trimum – skaðar í
báðar hælirnar, meðan hinir
báðir fingu smærri snuddir.
Hann varð síðani fluttur á
Ríkissjúkrahúsið í Keyp-
mannahavn, har hann í
morgun skal kannast enn
meiri. Men fyri Valdimar er
stríðið – bæði so og so! -
ikki av:
- Eg ætli mær avstað aftur
til Afghanistan so skjótt
sum eg kann. Eg ætli mær
at fullføra tað arbeiðið, sum
vit eru byrjaðir uppá!
Avstað
aftur
Fyri ein føroyskan her-
mann at arbeiða í fígg-
indalandi er hetta ein
roynsla, sum teir mugu
liva við hvønn einasta
dag.
Fyri
teir
er
helst
tryggast at halda seg á
herstøðini – Camp Basti-
on – men fara teir út um
portrið, lúra vandarnir
allastaðni:
Talibanar,
minur ella annað sum
kann
vera
teimum
donsku hermonnunum at
skaða ella at bana.
- Vandin lúrir í roynd
og veru beint uttanfyri
portrið á herstøðini. Tá
vit fara útum, vita vit jú
ikki um vit koma heil-
skapaðir aftur.
- Hetta er tann veru-
leikin, sum vit liva í. Ein
má bara vera kaldur og
sláa kalt vatn í blóðið.
Vit eru settir her at gera
eitt arbeiði, og mugu tí
ikki lata hugsanina um
allar vandarnar taka yvir-
hond, sigur hann.
Teir tosa ofta um tað
vandafulla arbeiðið sum
teir eru í dagliga. Teir
mugu í veruleikanum
fyrireika seg uppá tað, at
tað, sum hendir øðrum,
eisini kann henda teim-
um.
- Ja, vit mugu bara góð-
taka, at eru vit á skeiva
staðnum til tað skeiva
tíðspunktið, so kann tað
enda forferdiligt. Hetta
er nakað sum ein bara
má læra seg at liva við,
slær Valdimar Tjørnudal
fast.
”
Vit mugu bara góðtaka, at eru vit á skeiva
staðnum til tað skeiva tíðspunktið, so
kann tað enda forferdiligt. Hetta er nakað
sum ein bara má læra seg at liva við
”
Ein má bara vera kaldur og sláa kalt
vatn í blóðið. Vit eru settir her at gera
eitt arbeiði, og mugu tí ikki lata hugsan
ina um allar vandarnar taka yvirhond”
Eg ætli mær avstað aftur til Afghanistan
so skjótt sum eg kann. Eg ætli mær at
fullføra tað arbeiðið, sum vit eru byrjaðir
uppá
usligari spreinging
Fjøran við Sundahavnina var svørt av oljuni
Mynd: Morgunblaðið
Eg sá púra einki,
beint eftir at minan var
brostin. Alt var kaos inni
í bilinum, sigur Valdimar
Tjørnudal
Fleiri aðrir hermenn hava verið úti fyri tí sama sum vit, sigur Valdimar Tjørnudal.
Men hetta er fyrstu ferð at danskir hermenn hava verið úti fyri so ógvusligari
spreinging