Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 89 - 13. mai 2008 Noreg og ES í hørðum stríði um nebbasild Noreg og ES eru dundrandi ósamd um kvotuna av nebbasild í Norðsjónum. Tí er vandi fyri, at veiðan í ár verður størri enn heildarkvotan, sum ICES mælir til Stríð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Altjóða Havgranskingarráðið (ICES) mælir til, at veiðan eftir nebbasild ikki fer yvir 400.000 tons í ár, og í komandi viku kemur ICES við síni endaligu niðurstøðu, sum fer at siga, um ráðið fer at loyva eini so stórari veiði. Noreg hevur longu gjørt av, at teirra skip kunnu fiska 120.000 tons av nebbasild í ár – ella 30% av væntaðu heildarkvotuni upp á 400.000 tons. Har­ aftrat hevur Noreg lagt 7.000 tons omanyvir sum avleiðing av ovurveiði hjá ES­skipum í fjør. ES hevur svarað aftur og hevur ásett eina heildar­ kvotu upp á 360.000 tons, sum svarar til 90% av tilmæltu heildarveiðini. Halda norðmenn fast um sína kvotu, og heildar­ kvotan hjá ES er endalig, merkir hetta, at samlaða veiðan eftir nebbasild í ár verður umleið 467.500 tons. Tað eru 67.500 tons fleiri, enn ICES mælir til. Á heimasíðuni hjá Danmarks Fiskeriforening verður sagt, at tá Noreg tekur sær eina so stóra kvotu, má landið væl trúgva, at stovnurin av nebba­ sild í norskum sjógvi er væl fyri. Tað er nevniliga soleiðis, at Noreg bert kann fiska ein lutfalsliga lítlan part av síni nebbasildakvotu í ES­sjógvi. ­ Nei, vit eru ikki firtnir, tí norðmenn teir hava ásett sær eina so stóra kvotu av nebbasild. Tað hava teir rætt til, sigur Flemming Kristensen, leiðari hjá donskum fiskimonnum, við Fiskeribladet Fiskar­ en. Noreg kann fiska smá 20.000 tons av nebbasild í ES­sjógvi, meðan donsk skip, sum hava 96% av nebbasildakvotuni hjá ES, kunnu fiska 20.000 tons í norskum sjógvi. Norðmenn vilja hava ein størri part av nebbasildini í Norðsjónum Oljuserfrøðingar halda nú, at olju­ prísurin kann fara at hækka upp í 150 dollarar fyri tunnuna fyri árslok í ár Olja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eygleiðarar halda, at tað ikki minst er spekulatión, sum liggur aftanfyri stóra prísvøksturin á olju. At oljan dýrkar enn meira, fer ikki minst at raka fiskiskipaflotan og tær vinn­ ur, sum eru nógv tengdar at olju. Men hækkandi prísir­ nir fara so sanniliga eisini at raka húsarhaldini og tey, sum ferðast í bili. Herfyri fór prísurin á amerikanskari lætt­olju upp í 125 dollarar fyri tunnuna. Hetta hendi á tí elektroniska handlinum á rávørubørsi­ num í New York herfyri. Hægsti oljuprísurin á børs­ inum var nevniliga uppi á 125,97 dollarar fyri tunn­ una. Norska heimasíðan hjá Fiskeribladet Fiskaren skriv­ ar, at hetta er fyrstu ferð í søguni, at prísirnir á olju hava verið so høgir. Í grein­ ini verður vísti til NA24, sum keldu. Prísurin tvífaldaður Norðsjóvaroljan er eisini farin upp um 125 dollarar fyri tunnuna. Hetta er nýtt prísmet á rávørubørsinum í London. Bert upp á eitt ár er olju­ prísurin soleiðis tvífald­ aður. ­ Eg vænti, at vit fara at síggja prísir, sum fara at liggja uppi á 150 dollarar fyri tunnuna teir næstu seks mánaðirnar, sigur eygleið­ arin, Eugen Weinbert í Com­ merzbank við Bloomberg News. Hann vísir á, at tað ikki minst er spekulatión, sum liggur aftanfyri hækkandi oljuprísirnar. ­ Fiskiflotin líður undir, at menn fara í land. Hetta er einki at siga til, tá so nógv verður gjørt burtur úr, hvussu gott tað er fyri samfelagið, at menn gevast at fiska FiSkivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Reiðarafelag hevði aðalfund herfyri, og her ásannaði nevndin, at fiskiflotin nú líður undir, at menn fara í land at arbeiða. ­ Vit tapa í kappingini um fólkið, sigur felagið. Lagt verður aftrat, at hetta kanska ikki er so und­ arligt. ­ Fiskimenn, sum lesa bløðini, síggja, hvussu nógv verður gjørt burtur úr, at tað er betri samfelagið, um menn gevast at fiska. Reiðarafelagið vísir á, tað eru teir sum siga, at landið verður nógv ríkari av hvørjum fiskimanni, sum fer í land. ­ Onkur annar hevur fing­ ið livur í rangastrúpan og rør uppundir, at fiskimenn skulu fara í land at skriva bøkur. Felagið heldur, at eitt er at berjast við vaksandi út­ reiðslur. ­ Men tá eitt fastlønt kór á landi í øðrum hvørjum blaði sigur seg hava upp­ skriftina uppá, hvussu trupulleikarnir skulu loysast við, at fiskimenn gevast at sigla, verður torført at manna fiskiflotan, heldur Føroya Reiðarafelag. Í land at skriva bøkur Alt bendir á, at príshækkingarnar á olju fara at halda fram. Hetta fer ikki minst at gagna útyvir skipaflotan og tær vinnur, sum eru nógv tengdar at olju Oljuprísurin hækkar Dýrir bøndur Tað kostar so nógv at reka norska landbúnaðin, at norsku skattgjaldararnir rinda tvær ferðir meiri í stuðuli til landbúnaðin, enn teir svensku skattgjaldararnir gera. Norska akringvarpið NRK sigur, at hvør skattgjaldari í Noregi rindar 3.000 krónur um árið í landbúnaðarstuðuli. Professarin Normann Aanesland sigur, at tað er ov nógvir bøndur í Noregi. Við NRK sigur hann, at 30.000 norskir bøndur eiga at finna sær okkurt annað at gera. 30.000 norskir bøndur eiga at finna sær annan vinnuveg (Mynd: NRK) Atasssut kvinnu til formann Í næstum verður formansval í grønlendska flokkinum Atassut, og nú er uppskot komið um at velja eina kvinnu í formanssessin. Tað er Ellen Christoffersen, men trupulleikin er, at hon vil ikki stilla upp. Kristian Jeremisaaen, landstingmaður, sum er millum teirra, sum vilja hava Ellen Christoffersen til formann, sigur við KNR, at hann er ikki misnøgdur við verandi formannin, Finn Karlsen, men at tað hevur týdning at hava fleiri evni.