týsdagur 13. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 89 - 13. mai 2008
Ov lítil svøvnur kann vera deyðiligur
Tríggjar teir fyrstu
mánaðirnar í ár
hevur danskur
fiskiskapur
samanlagt tjent 19%
minni enn somu
mánaðir í fjør
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í virði er talan um eina
minking, bæði í ídnaðar-og
matfiskiskapi, men samlaðu
nøgdirnar í matfiskiskapi
eru kortini øktar í hesum
tíðarskeiði.
Fiskeridirektoratet hevur
júst almannakunngjørt tøl
fyri fyrsta ársfjórðing fyri
brottuvinningin í danskari
fiskiveiði.
Stór afturgongd
Ídnaðarfiskiskapur
hevur
hesar fyrstu tríggjar mánað-
irnar havt eina bruttutjening
upp á 46 miljónir krónur,
sum er ein minking upp á
55% í mun til somu mánaðir
í fjør. Nøgdirnar í hesi veiði
eru minkaðar 45%.
Veiðan eftir brislingi hev-
ur givið 35 miljónir krónur,
sum er ein minking upp á
12%, og veiðan eftir hvít-
ingi hevur givið 10 miljónir
krónur, sum er heili 82%
minni enn fyrsta fjórðingsár
í fjør.
Í veiðini eftir matfiski
var bruttotjeningin 58 mil-
jónir krónur lægri í ár enn í
fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Hetta er ein minking upp á
11%. Í nøgd var talan kort-
ini um ein vøkstur upp á
9%. At matfiskurin kortini
gav minni, kemst av, at
miðalprísurin hevur verið
18% lægri í ár enn í byrj-
anini av 2007.
Hægri toskaprísur
Toskur,
sum
plagar
at
standa fyri umleið einum
triðingi av samlaðu mat-
fiskalandingunum
hjá
donskum fiskiførum, hevur
havt eina góða byrjan í ár.
Landaðu nøgdirnar eru 5%
minni í ár, men á hinari síð-
uni er miðalprísurin øktur
við 6%.
Prísurin á reyðsprøku hev-
ur verið hin sami í ár sum í
fjør, men landaðu nøgdirnar
eru minkaðar við heili 25%.
Miðalprísirnir á tungu, sild
og jomfrúhummara hava
verið lægri í ár, meðan
onnur krabbadýr – íroknað
hestarækjur - hava havt
størsta prísvøksturin, nevni-
liga 69%.
Danskur fiskiskapur gevur minni
Svevur tú ov lítið,
tvífaldar tað vandan
fyri eitt nú hjarta
sjúkum, men gransk
arar leggja dent á, at
munur er á lítlum
svøvni og ringum
svøvni
svøvnur
Vilmund Jacobsen
Trot á svøvni kann elva til
nógvar ymiskar heilsutrupul-
leikar. Fólk, sum sova minni
enn seks tímar um samdøgn-
ið, eru í tvífalt so stórum
vanda fyri at fáa hjartasjúkur
sum fólk, ið sova millum
sjey og átta tímar um døgn-
ið.
Tað vísir ein nýggj kann-
ing hjá granskarum við Uni-
versity of Pittsburgh Scholl
of Medicine.
Granskararnir eru eisini
komnir eftir, at fólk, sum
sova lítið, eru í størri vanda
fyri at fáa høgt kolesterol,
økt blóðtrýst og sukur-
sjúku.
Bjørn
Bjorvatn,
sum
starvast hjá Nasjonalt Kom-
petansesenter for Søvnsyg-
dommer, heldur, at ein av
frágreiðingunum er, at lítil
svøvur ofta førir til, at fólk
gerast ov feit.
- Vit hava eina líknandi
kanning, sum áður hevur
víst, at svøvntrot kann vera
heilsuskaðiligt.
Hann vísir á, at tað eru
nógv viðurskifti, sum í hes-
um sambandi kunnu ávirka
heilsuna.
- Fólk, sum sova lítið, ger-
ast ofta feitari, tí svøvntrot
økir gjarna um matarlystin
– og yvirvekt er vandamikil
fyri hjartað, sigur hann.
Fleiri enn 1200 fólk mill-
um 30 og 54 ár vóru við í
nevndu kanning.
Professarin í hjartasjúkum
við Universitetið í Oslo,
John Kjekshus, váttar, at
samanhangur er millum
svøvntrot og hjartasjúkur.
- Fólk, sum sova lítið,
hava eitt høgt strongdarstøði
í kroppinum. Tí kann bjóð-
trýstið økjast nógv, og tá ert
tú í størri vanda fyri at fáa
hjartatrupulleikar, sigur pro-
fessarin, sum heldur, at
svøvntrot serliga er vanda-
mikið fyri fólk, sum framm-
anundan eru fongd við
hjartasjúkum.
John Kjekshus leggur
aftrat, at hjartatrupulleikar
ofta koma av øðrum viður-
skiftum, eitt nú arvi, royk-
ing, ov lítlum rørslum og
fiti. Trot á svøvni er ein for-
styrkjandi liður sum ger, at
vandin gerst størri.
- Ikki minst fyri hesi fólk
er tað týdningarmikið, at
tey fáa nóg mikið av svøvni,
sigur professarin.
- Fólk, sum sova lítið, hava eitt høgt strongdarstøði í
kroppinum. Tí kann bjóðtrýstið økjast nógv, og tá ert tú í
størri vanda fyri at fáa hjartatrupulleikar, sigur professari,
sum heldur, at svøvntrot serliga er vandamikið fyri fólk, sum
frammanundan eru fongd við hjartasjúkum
Danskur ídnaðarfiskiskapur
hevur fyrstu tríggjar
mánaðirnar í ár havt eina
bruttutjening upp á 46
miljónir krónur, sum er ein
minking upp á 55% í mun til
somu mánaðir í fjør
Keypa smærri bilar
Í mong ár vóru amerikanararnir millum annað kendir fyri
sínar stóru bilar, sum høvdu stóran motor og brendu nógv.
Men tann høgi oljuprísurin hevur havt við sær, at benzinið er
dýrkað nógv í USA eins og aðrastaðni, og tað fær nú
amerikanararnar at keypa smærri bilar. Samstundis vísa tøl,
at amerikanarar koyra minni nú enn fyrr. Ikki tí, sammett
við okkara viðurskifti er benzin bíligt í USA. Har kostar ein
litur 5,50 krónur.
Amerikanararnir keypa smærri bilar nú,
tí benzinið er so dýrt (Mynd: NRK)
CIA var í Grønlandi
Jyllands-Posturin hevur nú staðfest, at amerikanska
fregnartænastan CIA brúkti grønlendskt loftrúm,
tá eitt flogfar hjá tænastuni flutti ein fanga úr
Evropa til USA. Blaðið hevur úr skjølum staðfest,
at eitt flogfar við fanganum Khaled El-Masri fór
úr Albania til Serbia, síðani til Kekkia, haðani til
Keflavíkar í Íslandi og so ígjøgnum grønlendskt
loftrúm til USA. Hetta var sambært Jyllands-
Postinum seinnapartin tann 29. mai í 2004.