Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 5. juli 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Bilurin á myndini er ein prototypa av BMW X3, sum eftir ætlan skal koma á marknaðin í 2004. BMW hevur samráðingar við Steyr Puch um framleiðslu av bilinum ÚT AT KOYRA Motorarnir frá Bayerische Motor Werke (BMW), eru millum teir mest framkomnu í heiminum, meina heimsins leiðandi motorserfrøðingar. Í kappingini "Inter- national Engine of the Year Award" hevur BMW fingið heilar fimm av 12 virðislønum, har ímillum tann nógv umhildna "Overall winner" BILAR Magnus Gunnarsson BMW er tað bilmerki, ið hevur vunnið mest í kapp- ingini "International En- gine of the Year Award", síðan kappingin byrjaði fyri nøkrum árum síðan. Í dómsnevndini eru 38 altjóða góðkendir motor- serfrøðingar úr 17 ym- iskum londum. Tann 6-syl. BMW M3-motorurin uppá 3.2 litur við 343 hk, og einum snúningsmomenti uppá 365, vann heilar trýggjar virðislønir, har ímillum eisini "Overall winner" virðislønina. Valvetronic BMW motorarnir hava klára seg sera væl yvir fyri dómsnevndini. Motorarnir verða flokkaðir alt eftri hvussu væl teir krafta, bensinøkonomi og hvussu framkomnir og smartir teir eru. Tann nýggja Valve- tronic tøknifrøðin, sum ger tann vanliga karburatorin óneyðugan, bleiv útnevnd til at vera ein kollveltandi nýskapan. Valvetronic skipanin minkar munandi um bensinnýtsluna, samstundis sum kraftin verður betri. Eisini er Valvetronic skipanin eitt gott íkast til at náa teimum framsøknu málunum at minka um luftdálkingina. Kelda: BMW Import A/S Eftir at BMW X5 blivu sera væl móttiknir, er avgerð tikin um at ein X3 skal koma á marknaðin í 2004. BILAR Magnus Gunnarsson Samráðingar eru millum BMW og Steyr Puch í Eysturríki, um at framleiða ein nýggjan BMW X3, sum eftir ætlan skal verða klárur í 2004. Bilurin er hægri og rúmligari enn BMW 300-røðin. X3 verður bygdur yvir BMW 330iX, ið hevur ein 3.0 litur 24V motor við 230 hk. Tað at bilurin verður ein 4X4, gongur á ongan hátt út yvir koyrieginleikarnar sum vera á sera høgum støði. Kelda: FDM / Motor Fleiri heiðurslønir til BMW motorar Her er nýggi sølumaðurin hjá Bilfríðkan, Jákup Olsen úr Saltnesi, við einum BMW Compact, við nýggjastu framkomnu Valvetronic tøknifrøðini. Bilurin hevur 116 hk og kostar kr.226.000,- BMW X3 í 2004 Accord aftur í Japan Núverandi Honda Ac- cord verða gjørdir í Swindon í Onglandi. Tá nýtt modell kemur í 2003, verða teir aftur gjørdir í Japan, sam- stundis sum teir koma við einum nýggjum 2.0 dieselmotori. Kelda: Motor Magasinet Kia Magentis Kia kemur nú á euro- peiska marknaðin við tí nýggja stóra Magentis, sum avloysir Kia Klar- us. Bilurin, ið er sera væl útgjørdur, fæst m.a. við 2.5 litur V6 motori og 169 hk. Kelda: Motor Magasinet Nissan brintbilar Í løtuni verður nýggi fýrahjólstrekkjarin hjá Nissan, Xterra, við brennievnikyknum, testaður í Kalifornien. Bilurin verður drivin av brint og lithium batta- ríum. Kelda: Motor Magasinet 15 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Nr. 126 • hósdagur • 5. juli 2001 • 75. árg. Suzuki Liana 1.6 Motorurin 1.6 litur 4 syl. 16V 103 hk Bensinnýtsla 14,1 km/l Dekkstødd 185/65-14 Stødd og vekt Longd 423.0 cm Breidd 169.0 cm Hædd 154.5 cm Eginvekt 1125 kg Totalvekt 1650 kg Viðførisrúm 300 litrar Prísur kr. 159.000,- (Liane 1,3 kostar kr. 149.000,-) Søluumboð Eyðbjørn Hansen Varðagøta 75 FO-100 Tórshavn Tlf.313375 Suzuki, ið eru kendir fyri at gera smáar og orkusparandi jeepar og persónbilar, koma nú á markanðin við nýggja familju- bilinum Liana, sum longu er komin út til bilhandlararnar, hóast bilurin ikki kemur alment fram fyrr enn í august BILAR Magnus Gunnarsson Liana er ein rúmligur familjubilur við fimm hurðum, og góðum plássi til tey ferðandi og viðføri teirra. Viðførisrumið er 300 litrar, og 1.062 litrar við baksetrunum niðri. Undirvognurin er bygdur upp við óbundnari Mc Pherson fjaðraskipan aftan og framman, sum gevur bilinum sera góðar koyri- eginleikar. Digital instrumentir Instrumentborðið er ikki heilt vanligt, vísaranir eru digitalir og lættir at avlesa. Tað at baksetrini eru ca. 5 sentimetrar hægri enn tey fremru, ger at tey sum sita aftan, sita høgt og hava gott útsýni frameftir. Uppeftir er nok av plássi. Liana verður gjørdur við tveimum motorstøddum, einum heilt nýggjum 1.3 litur við 90 hk, og einum 1.6 litur við 103 hk. Báðir hava teir dupultar yvirliggjandi knastakslar og 16 ventilar. Útgerð Bilurin er væl útgjørdur við nógvari trygdarútgerð so sum ABS bremsum, airbag báðumegin framman og í síðunum, fýra nakkapútur sum kunnu stillast, start og tjóvarísikring, el-síðurútar í øllum fýra hurðunum, el- spegl, sentrallás, varma í framsetrinum og førara- setrið kann stillast í hædd. Fleir nýggir á veg Umframt Liana kemur eisini Suzuki Ignis á mark- naðin í Danmark í hesum døgum, hann fæst bæði við tvey og fýrahjólstrekk. Su- zuki stendur fyri søluni av triðinginum av øllum fýra- hjólsdrivnu bilunum í Danmark. Í heyst kemur tann størsti Suzuki nakran- tíð, ein 7 persóna Grand Vitara við 2.7 litur V6 24V motori. Seinni kemur hann sum diesel. Liana - rúmligur familjubilur frá Suzuki Liana er ein rúmligur familjubilur við fimm hurðum Viðførisrumið er 300 litrar, og 1.062 litrar við bak- setrunum niðri Instrumentborðið er ikki heilt vanligt, vísaranir eru digitalir og lættir at avlesa C M Y K 14