Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 126 - 5. juli 2001 Nr. 126 - 5. juli 2001 17 gult16 cyan16 magenta16 svart16 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Tað var lýtt og sólin skein tann dagin, Martha fór til gravar. Á veg vestur í kirkjuna hugsaði eg, at veðrið var júst sum Martha - blítt og friðarligt. Hóast vit ikki vóru skyldar, var hon sum ein omma fyri mær, og eg minnist týðiliga fyrstu ferð, eg sum 10 ára gomul vitjaði í Sandvík og Martha lat sítt heim upp fyri mær og systur míni. Vitjanirnar, sum gjørdust nógvar tey fylgj- andi mongu árini, høvdu stóran týdning fyri meg, og so við og við gjørdist Sandvík mítt frið- skjól. Og tað var Marthu fyri at takka. Hjá henni var friðarligt og hugnaligt. Hon bara gav og kravdi onki afturfyri. Í kirkjuni var vakurt pyntað og sálmasangurin ljómaði. Prestur helt eina sera vakra talu. Ein tala, sum fyri mær var sjálvsom, tí hon sannførdi meg um, at Martha hevur fingið frið og at vit bert kunnu vera takksom, tí vit fingu so nógv ár saman við henni. Ein tala, sum fekk meg at minnast Marthu, sum hon var, tá eg lærdi hana at kenna. Eg kendi tað, sum hon sat undir liðina á mær sum so mangan, og hoyrdi næstan málið í henni. Burtur var myndin av sjúku og ofta bangnu konuni, sum hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri meg. Og fram komu allar løtur- nar, vit høvdu saman, áðrenn sjúkan kom og spakuliga tók megina frá Marthu. Av tí at Conrad sigldi úti tey fyrstu árini, og Rannveig ikki altíð var heima, vóru vit ofta einsamallar. Men bert eina løtu í senn, tí nógv komu á gátt og tey fingu altíð ein kaffimunn og heimabakaða kaku frá Marthu. Eg hjálpti við at seta á borðið og minnist, at eg eina ferð sum smágenta øvundaði teimum, sum vóru á vitjan, tí at tey vóru gestir og eg var húsfólk. At hetta er besta mynd um, hvussu Martha megnaði at fáa fólk at føla seg væl, veit eg í dag, og eg gjørdist heldur kløkk, tá prestur í taluni nevndi, at tað vóru fleiri feriubørn, sum plagdu at vitja hjá Marthu og Conrad. Hevði satt at siga gloymt, at vit ikki eru skyldar. Martha var røsk og altíð í holt við at vaska, baka, kóka rabarbugreyt, gera døgurða, hoyggja ella okkurt sætta. Um- framt sítt egna húsarhald, hjálpti hon beiggjanum Jacobi og hevði heilt nógv at gera. Tað gáaði eg als ikki eftir tá, tí hon hevði altíð stundir at práta við meg og skemta. Hetta haldi eg vera so sjálvsamt, tí í dag veit eg, hvat tað vil siga at halda hús og ansa børnum. Og tað er ikki bert sum at siga tað. Tað fekk Martha meg tó at halda. Hóast hon ikki hevði prógv frá nøkrum pedagogiskum skúla, visti hon, hvussu børn fáa sjálvsvirði: Við at lata okkum vita, at tað var tørvur á okkum í húsinum. Tó ikki so at arbeiðið kendist sum pliktir. Til eg var heilt stór fekk hon meg t.d. at halda, at hon hevði gloymt at biðið meg keypt okkurt í handilinum hjá Jens Mariusi, sála, sum hon so sendi meg avstað aftur eftir. Ofta var eg í handilinum tríggjar ferðir um dagin. Ikki tí hon hevði gloymt, hvat hon skuldi hava, men tí hon visti, hvussu væl mær dámdi at keypa frá tí blíðlynta handils- manninum, men at eg ikki tordi at fara at práta við hann uttan at keypa. Soleiðis var Martha. Við hesum fáu orðum við eg takka fyri tíðina, sum eg fekk saman við Ommuni í Sandvík og lýsa frið yvir minninum um Marthu. Annika Hann hevði so nógvar hugsjónir. Tað var so nógv hann vildi fáa gjørt. Tað var so nógv hann hevði hug at geva víðari frá forfedrum sínum til tey yngru. Hann var ein natúrligur mið- depil har hann var. Men mitt í øllum kom hervi- liga sjúkan sníkjandi. Á opnum fjørði vórðu árarnar lagdar inn. Eftir sita hansara kæra familja og allir hansara mongu góðu vinir, spyrjandi. Alt gekk so skjótt. Jákup Monrad er ikki okkara millum meira. Nógv er at siga um ein so litríkan persón sum Jacob Monrad Joensen á Húsum, sum fylti so nógv í gerandislívinum uttan um seg. Og í taluni hjá Hans Eiler presti fekk hann nógv vøkur orð við sær á leiðini til sítt seinasta hvíldarstað her á fold. Tað var altíð ein fragd at hitta fróðarmannin Jákup Monrad. Um tað so var við búgvið borð á Húsum, har gestablídni altíð hevur verið stórt, ella onkra heilt aðra staðni. Tá tú segði honum farvæl, kendi tú teg altíð ríkari. Hann visti so nógv og dugdi so væl at siga frá og at seta tingini í ein samfelagsligan samanhang. Hann var ein ótømandi kelda og útstrálaði so væl, at hann hevði áhuga fyri tær, uttan á nakran hátt at yvirdríva. Ein dygd sum fáur hevur. Sjálvur dámdi honum væl at tosa og siga frá. Men hann dugi so sanniliga eisini at lurta. Besta prógvið um tað var hansara stóra vitan um alt møguligt. Hann fylgdi væl við í øllum og minnið hevði hann óvanliga gott. Jákup Monrad var sonur Fridu og Jóannes Joensen á Húsum, Geila-Jóannes nevndur. Teir vóru fýra beiggjar. Nú eru Andrass og Sólmundur eftir. Símin Dávur doyði í bestu árum, og nú fór Jákup Monrad, bara 62 ára gamal. Saman við konuni Lenu, sum er ættað úr Svínoy, sita eftir Jákup Monrad børnini Bjarti, Hannebeth, Elin og Jóannes við familjum. Fyri tey má tað kennast sera tómligt nú eingin maður, pápi og abbi longur kemur heim av skipi sum ein sólstrála og ongan hevur gloymt. Í 45 ár var Jákup Monrad sjó- maður. Stóran part av tíðini sum kokkur. Hann var trúfastur har hann var. Í meira enn 20 ár var hann við línuskipinum Kvikki úr Klaksvík. Seinastu árini hevur hann verið við rækju- skipinum Ocean Castle, og tað var hann eisini tá hann 19. apríl í ár kom heim, illa sjúkur. At tað skuldi ganga so skjótt, hevði eingin droymt um. Umframt at hava gjørt sjó- monnum mangan góðan bita øll hesi árini, hevur Jákup Monrad lagt nógv eftir seg uppi á landi. Hann gekk á odda tá bygda- felagið Sólarglæman fyri bygd- irnar Húsar og Syðradal varð stovnað og hann gjørdist eisini formaður. Tað var eitt stórt framstig, tá felagið fekk sítt egna bygdahús. Sum bygdaráðsformaður legði hann stóra orku í at skapa arbeiðspláss í Húsa Kommunu. Hetta eydnaðist ikki so væl í fyrsta umfari, men í dag eru arbeiðsplássini á smoltstøðini í Knútsdali frukt av tí arbeiðnum. Jákup Monrad ræddist tankan um Kalsoynna sum eina sovi- oyggj. Tá útoyggjanevndin fyri einum ári síðan var í oynni fyri at hoyra, hvat fólkið har hevði uppá hjartað fyri at betra um- støðurnar at búleikast, hevði Jákup Monrad uppskot um, at seta á stovn ein serligan út- oyggjagrunn, sum kundi stuðla virksemi í útoyggjum. "Vit byrjaðu arbeiði okkara í kirkjuni. Fingu vit mótburð, endaðu vit aftur í kirkjuni", plagdi Jákup Monrad at taka til. Fyri kirkjufólkið á Húsum verður tað ein stórur saknur, at Jákup Monrad ikki meira gong- ur á odda oman kirkjugøtuna. Hana gekk hann trúliga í fóta- sporunum hjá forfedrum sínum. Umframt at vera kirkjutænari, var hann í mong ár formaður í kirkjuráðnum, og fyri hann var tað ein stórur dagur, tá nýggja urgan í Húsa kirkju varð vígd. Nú hann mátti leggja árarnar inn, stríddist hann fyri øðrum ábótum. Tað seinasta á skránni var at fáa WC í kirkjuna, men tað upplivdi hann tó ikki. Og tá hann á deyðastrá fekk at vita, at nú vóru stakarnir, sum omman og abbin høvdu givið kirkjuni, umvældir og komnir aftur í kirkjuna, gleddist hann stórliga. Í kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi segði Niels Pauli Danielsen prestur, at Jákup Monrad var ikki maður, sum reisti seg upp í stórari mannfjøld at bera Guðs orð fram. Men alt hansara lív var ein vitnisburður. Beinrakið sagt. Í mínum hugaheimi stóð Jákup Monrad fyri tí gomlu føroysku guðs- trúnni, sum er so sjálvsøgd og so náttúrlig. Pápin, Geila-Jóannes, hevði yrkt flestu sálmarnar vit sungu úr heftinum við jarðarferðina hendan dagin. Eitt ørindi ljóðar soleiðis: Báturin, nú er hann komin, Sum úr útlegd flyta skal Meg nú heim aftur til landið, Har eg ævigt búgva skal. Har eg Jesusi skal prísa, Tí hann hevur bjargað mær, Og tann kærleik vildi vísa Einum syndara sum mær. At vit eru mong kring alt landið, sum saman við familjuni og kirkjufólkinum á Húsum sakna Jákup Monrad Joensen, sást á tí stóra skara, sum fylgdi honum til hvíldar hendan vakra hósdagin í juni. Tórður Minningarorð um Marthu Hovgaard, fødd Olsen, Sandvík Jákup Monrad Joensen á Húsum in memoriam C M Y K 17 16 BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum NISSAN PATROL 4.2 DIESEL Árg 1989, Km 245.000. Styttra modellið. Hevur setur aftan, skrásettur sum persónbilur. Er nýsýnaður og hevur m.a. júst skift forhjólslegur. Kr. 80.000. 216409 PEUGEOT 306 1.9 TD SPORT - 90 HK Bilurin er einasti av slagnum í danska kongaríkinum. Hann hevur servostýring, el-rútar, sóltak, sportfelgur, sportsetur, tokulyktir, tónaðar rútar og lyktir, koyrir ca. 20 km pr. litur. . Kr. 110.000. 255363 FORD ESCORT 1.4 Árg 1987, Km 133.000. Bilurin hevur sóltak, og er sýnaður í januar. Kr. 15.000. OPEL VECTRA 1.8 16V Árg 1999, Km 24.000. ABSULUTT BILKVETTI ! Bilurin verður 2 ár í august og er sum nýggjur. Kr. 155.000. 284793 AUDI 100 Árg mai.87, Km 163.000. Kr. 35.000. CITROËN BX 1.6 SELECTION 5/H Árg aug.92, Km 55.000. Kr. 60.000. MITSUBISHI LANCER 1.5 EXE Árg jun.92, Km 118.000. Kr. 65.000. OPEL ASTRA 1,6 Árg des.95, Km 100.500. garanti verður latið. Kr. 75.000. CITROEN ZX 1,9D WEEK. Árg des.95, Km 42.000. garanti verður latið. Kr. 75.000. FORD ESCORT 1.8D CLX Árg nov.95, Km 187.000. garanti verður latið. Kr. 75.000. CITROEN ZX 1,9D 5H Árg jun.96, Km 114.500. garanti verður latið. Kr. 79.000. CITROEN ZX 1,9D WEEK. Árg mar.96, Km 42.000. garanti verður latið. Kr. 80.000. MITSUBISHI GALANT 2,0GTI Árg mai.89, Km 170.000. Má roynast?. Kr. 80.000. CITROËN ZX 1.4I IMAGE 5/H Árg mar.96, Km 83.500. garanti verður latið. Kr. 85.000. KIA SPORTAGE 2.0I Árg okt. 97, Km 42.500. garanti verður latið. Kr. 100.000. MITSUBISHI COLT 1.6 GLX 3/H Árg mai.97, Km 84.500. garanti verður latið. Kr. 105.000. HONDA CIVIC 1.4I 4H Árg des. 95, Km 118.500. garanti verður latið. Kr. 105.000. RENAULT MEGANE 1.4E Árg juli.98, Km 36.500. garanti verður latið. Kr. 109.000. TOYOTA CARINAE 1.8XLI 5H Árg mai.96, Km 38.000. garanti verður latið. Kr. 120.000. MAZDA 323 1.3 4/H Árg 01/04/00, Km 18.000. garanti verður latið. Kr. 130.000. NISSAN PRIMERA 2.0 SLX 4/H Árg aug.97, Km 25.000. garanti verður latið. Kr. 139.000. MITSUBISHI CARISMA 1.8GDI Árg sep.98, Km 31.500. garanti verður latið. Kr. 140.000. TOYOTA HI-ACE 2,4D Árg jun.99, Km 14.500. garanti verður latið. Kr. 178.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo