Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 5. juli 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 Ivi er um, hvørt Helga Nordendal verður tøk, tá kvinnulands- liðið fer til Oyggja- leikir. Hon meiddi sær ryggin, tá liðið var á venjingarferð í Danmark, og hóast hon hevur fingið við- gerð, síðani hon kom aftur, fær hon ikki vant við liðfeløgun- um enn FLOGBÓLTUR Tað var undir dysti, at óhappið hendi. Kvinnu- landsliðið var í Danmark og leikti tveir venjingar- dystir móti danska elitu- liðnum Rosenlund, tá Helga var so óheppin at koma skeivt niður aftur eftir eitt føroysk álop. – Bólturin varð lagdur upp til mín at sláa og av tí at eg kom í so nær netinum bendi eg ryggin afturav í tí eg slerdi. Tíverri náddi eg ikki at rætta uppaftur áðr- enn eg lendi, og tá merkti eg alt fyri eitt, at okkurt hendi, tí eg fekk so ótrúliga ilt, greiðir Helga frá. Græt sum eitt smábarn Nú eru nakrar vikur síðani landsliðið kom aftur av ferð, men enn er skaðin so mikið ringur, at hon fær ikki vant við hinum leikar- unum. – Eg var við tá liðið vandi um vikuskiftið og í fyrstani sá alt út til at ganga sum tað skuldi. Men tá vit fóru undir álopsvenjingarn- ar frammi við netið merkti eg alt fyri eitt pínuna. Eg fekk so øgiliga ilt í ryggin tá eg skuldi sláa, so eg gavst beinanvegin, sigur Helga. Fyri Helgu Nordendal var tað ein sera dyggur smeitur, at ivi nú varð sádd- ur um, hvørt hon verður tøk til allar dystirnar á Isle of Man. Sjálv hevur hon lagt nógv fyri í ár, sum skuldi gerast nakað heilt serligt, nú felagið hon leikar við dagliga, Dráttur, gjørdist Føroyameistari á fyrsta sinni. Har var 25 ára gamla Helga ein av stuðulsleikar- unum og tað var eisini væntandi at hon fór at ger- ast tað á Oyggjaleikunum. – Árið hevur verið ser- stakliga gott fyri okkum í Drátti, tí umframt at vit vunnu meistaraheitið so vóru vit eisini í steypafinal- uni annað árið á rað. Tí hevði eg sett mær fyri, at gera nógv við landsliðs- venjingina hesaferð, tí eg vil fegin hjálpa Føroyum at vinna gull á Oyggjaleikun- um áðrenn eg fari at gevast við flogbólti, sigur Helga. – Tí græt eg sum eitt smábarn, tá eg leygardagin fann út av, at skaðin enn darvaði so mikið, at eg ikki kundi venja ígjøgnum. Skotbráið til Oyggjaleik- irnar er nú so stutt, at eg ivist í, um eg verið klár tá leikirnir byrja og tað eri eg sera kedd um, sigur hon. Vónar tað besta Sum sagt hevur Helga gingið til viðgerð síðani ferðalagið kom aftur av Danmarkarferð, men tað hevur ikki hjálpt nóg væl. Fyrstu tíðina gekk hon hjá fysioterapeuti, men tað var rættiliga skjótt, at hon stað- festi at tað ikki vóru vødd- arnir men beinagrindin, sum var trupulleikin. Tí hevur hon leitað sær hjálp hjá kiropraktor, men enn hevur tann viðgerðin ikki hjálpt og tí ber illa til at siga nakað um útlitini enn. – Spyrt tú meg beint nú, so síggi eg ongan møgu- leika fyri, at tað verður betri, sjálvt um eg gangi til viðgerð. So ilt havi eg nú. Men eg skal hava nakrar viðgerðir afturat áðrenn vit skulu avstað, og so er bara at vóna, at tað fer at ganga framá, sigur Helga. Og tað mugu landsliðs- venjarin og liðfelagarnir hjá Helgu eisini gera. Skráin hjá føroysku kvinn- unum sær annars soleiðis út, at liðið leikar dyst móti Cayman Islands 8. juli, Grønlandi 9. juli og Guernsey 10. juli. Hetta eru innleiðandi dystirnir og tá 11. juli er frídagur hjá kvinnunum, koma helst – og vónandi – tveir harðir dystir um finalupláss og gullmerki, og tá hevði verið gott at havt ein so høgan og sterkan leikara, sum Helgu tøkan. Tað verður ikki rokn- að við, at fasti start- urin fer at bera somu trupulleikar við sær í Hvalvík, sum hann gjørdi í Fuglafirði KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Lokalu fyrireikararnir í kappróðrinum á varma- keldu í Fuglafirði løgdu nógva orku í at vera eins nærlagdir, sum teir eru, ið hava við fasta startin at gera í hinum kapprórðunum. Formaðurin í Róðrarsam- bandinum, Hannis Joensen, vil fegin undirstrikað, at teir í RSF halda seg ikki hava nakra orsøk at seta niður á fuglfirðingar fyri, at tað gekk so illa at fáa kapp- róðurin í Fuglafirði av- greiddan. – Vit í RSF hava tosað við startdómaran. Hann sigur, at streymviðurskiftini vóru út av lagi vánalig. Tíð- in at flyta startin frá eitt tús- und metrum og út á fimtan hundrað metrar var, sum hon plagar at vera. Trupul- leikin var, at teir báðir bát- arnir, sum í hvør sínum enda á fasta startinum spentu trossan, ikki fingu ligið, sum teir skuldu havt gjørt. Sjálvt um teir høvdu ta útgerðina, sum plagar at verða brúkt fyri at fáa teir at liggja, so var streymurin so mikið nógvur, at tað var til stóran ampa, slær Hannis Joensen fast. Fyri áskoðarar og serliga rógvararnar kendist bíðitíð- in út av lagi long. Tað skilir RSF so sera væl, men teir vita eisini, at fyri teir, sum arbeiða við fullum huga fyri at fáa startin at rigga, gongur tíðin skjótt. Men hesin trupulleikin – hvussu leingi høvuðsdómarin skal bíða, áðrenn hann tekur av- gerðina um at sleppa fasta startinum – verður ivaleyst tikin uppaftur nú. Øðrvísi umstøður Fjórði FM kappróðurin í ár verður nú leygardagin í Hvalvík. Stóri spurningurin er, hvussu tað ferð at ganga at fáa róðrarnar avgreiddar. Formaðurin í RSF roknar ikki við, at tað fara at verða trupulleikar við fasta start- inum: – Umstøðurnar í Hvalvík eru ikki sum í Fuglafirði. Á varmakeldu er neyðugt at hava bátar í báðum endun- um á fasta startinum, tí tað er ov langt inn á land. Í Hvalvík fer tað at bera til – akkurát sum tað bar til á Tvøroyri – at hava annan endan á trossanum festan uppi á landi. Tað er ein øgi- ligur munur – ikki minst um viðurskiftini eru, sum tey vóru í Fuglafirði síðsta leygardag. Róðrarsambandið hevði fund týskvøldið. Har lósu teir kæruna hjá vestmenn- ingum um 10–mannafars róðurin. Teir savnaðu tilfar- ið og sendu pørtunum tað til viðmerkingar. Tá hetta er komið inn aftur, verður av- gerð tikin. U–18 landsliðið er fyrstu vikuna av august boðið at spæla teir vinar- dystir á útivølli ímóti Wales FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað gongst ikki altíð so væl hjá føroysku lands- liðunum at sleppa upp í part, uttan tá talan er um undankappingarnar. Men nú hevur Fótbólts- sambandið fingið eina innbjóðing frá Wales. Walisar vilja fegnir hava føroyska U–18 landslið- ið at koma niður til teirra at spæla tveir venjingardystir fyrst í august, og FSF hevur tikið av innbjóðingini. Bæði fyri Wales og Føroyar verður talan um fyrireiking til EM und- ankappingarnar, sum vera seinni í summar. Dystirnir í Wales verða spældir 7. og 9. august. Í fyrstu atløgu var ætlan- in, at talan skuldi vera um trílandakapping, men nú er tað greitt, at talan verður um tveir dystir ímóti walisiska landsliðnum.Føroyska ferðalagið fer av landin- um 6. august, og teir verða aftur 10. august. Føroyingar kenna eitt sindur til walisiskan ungdómsfótbólt. Fyri trimum árum síðani var Wales við í NM kapp- ingini fyri U–16 lands- lið, sum var í Føroyum. Ta ferðina vann Wales 4–21 ímóti føroyska liðnum. Lyklaspælarar ikki við Tað er greitt, at tveir av stuðulsspælarunum, Vagnur Mohr Morten- sen og Jón Rói Jacob- sen, ikki fara til Wales. Teir vera báðir upptiknir av Europa Cup uppgáv- um fyri HB. Tað er eisini greitt, at Símun Joensen úr KÍ ikki verður við í tí seinna dystinum. Um hann verður við í fyrra dystinum var ikki greitt í gjár. Tað er eisini ivasamt, um Bjarni Jørgensen úr HB verður tøkur. Tað veldst um, hvussu tað fer at ganga hjá Hans á Lag og Andrew av Fløt- um at koma fyri seg aft- ur, soleiðis at teir verða tøkir til Europa Cup fótbólt. Men Jógvan Martin Olsen, sum í gjárkvøldið skuldi hava U–18 spæl- ararnar til venjingar á Svangaskarði, heldur, at ferðin til Wales er kær- komin, sjálvt um fleiri av føstu monnunum ikki vera við: – Sjálvandi er tað harmuligt, at nakrir av mest royndu spælarun- um, sum hvørt viku- skiftið eru í 1. deild, ikki verða tøkir, men ein slík avbjóðing hevur stóran týdning. Vit hava góðar árgangir til U–18 liðið, og at nakrir av bestu monnunum ikki eru tøk- ir, hevur við sær, at aðrir fáa høvi at royna seg, og at stóra ábyrgdin, sum omanfyri nevndu spæl- ararnir plaga at hava, verður løgd á aðrar herðar. U-18 landsliðið skal spæla í EM undankapp- ing í oktober. Kappingin verður frá 22. og til 29. oktober í Slovenia. Um- framt Føroyar og verts- tjóðina skulu Grikka- land og Skotland lut- taka. Unglingarnir skulu til Wales Helga hevur framvegis skaða Helga, sum her sæst smasha móti Mjølni, er sjálv heldur svørtskygd, tá tosið fellur inn á egnu luttøkuna til Oyggjaleikirnar, men hon vónar kortini, at tað fer at bera til hjá sær Umstøðurnar vóru vánaligar 19 18 Nr. 126 - 5. juli 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Nr. 126 • hósdagur • 5. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Eg vigi 30 pund minni nú, enn tá eg síðst spældi við KÍ, sigur Kurt Mørkøre, sum á ólavsøku fer at spæla fyrsta týdn- ingarmikla dystin fyri barndómsfelagið FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Kurt Mørkøre hevur leingi sitið á einum av ytstu man- datunum í Sogndal. Barn- dómsfelagið hjá honum, KÍ, hevur ikki havt tað gott seinastu nógvu dystirnar. Nú hava Kurt og KÍ funnið saman aftur. Í gjár fóru tíðindini sum rótasúpan um Klaksvíkina og kring landið, at Kurt Mørkøre skuldi spæla við, tá KÍ í annaðkvøld fer at spæla landskappingardyst í Gøtu. Tað passar ikki, men tað passar, at Kurt hevur gjørt eina avtalu við KÍ: – Eg flyti úr Sogndal og til Klaksvíkar mitt í juli. Tað vil siga, at eg veri við til fyrireikingarnar til steypafinaluna á ólavsøku. Eg gleði meg sera nógv at sleppa at spæla aftur í fremstu røð, og tað verður ikki minst spennandi at spæla í steypafinaluni ímóti B36 ólavsøkudag. Sjálv- andi minnist eg sera væl, hvussu tað gekk, tá vit fyri tveimum árum síðani spældu finalu ímóti B36, sigur Kurt Mørkøre og sipar til, tá KÍ fyri júst tveimum árum síðani vann 3–1 ímóti B36. Tað ljóðaði fyrrapartin í gjár, at Kurt Mørkøre skal hava eina ella aðra venjara uppgávu í KÍ. Vit royndu at fáa fatur í formanninum í KÍ, Svend Jacobsen, men hann var ikki at hitta. Kurt Mørkøre sigur, at hann fer til Klaksvíkar at spæla fótbólt. Tá vit spyrja hann, um hann kennir seg at vera væl fyri, svarar hann soleiðis: – Eg minnist sera væl síðsta dystin, sum eg spældi við KÍ. Tað var, tá vit í 1999 vunnu 2–1 ímóti HB í Gundadali. Tá eg stutt eftir kom til Sogndal vigaði eg 30 pund meiri, enn eg geri í dag. Eg venji hvønn dag, so eg vóni, at eg veri væl fyri at spæla við KÍ. Í Klaksvík verður mett, at tað hevur alstóran týdning at fáa Kurt Mørkøre aftur. Umframt at hann er sera málsøkin, so verður víst á, at hann altíð hevur verið tann stóri íblásarin hjá hinum spælarunum. Eftir vánaligu úrslitini seinastu vikurnar er tað júst hetta, sum spælararnir hava brúk fyri, halda tey í Klaksvík. Skorar nógv mál Tá vit spyrja Kurt Mørkøre, um hann hevur mist alla vón um at sleppa upp í part aftur á besta liðnum í Sogndal, so ásannar hann, at tað sær ikki so ljóst út: – Undir venjing gongst væl hjá mær. Eg havi eisini skorað nógv mál á næst- besta liðnum. Men felagið hevur síðstu vikurnar keypt fleiri spælarar, sum hava kostað nógvar pengar. Eg rokni við, at teir hava latið kanska tríggjar ferðir so nógv fyri hesar og kanska meiri enn tað, enn teir lótu fyri meg, og sjálvandi skulu hesir spælararnir brúkast. Vit eru 30 í hópinum, og bara sekstan sleppa upp í part hvørja ferð, so tað er torført, heldur Kurt Mørk- øre. Ein av seinastu spælar- unum, sum Sogndal hevur keypt, er Håvard Flo. Hann er álopsmaður og hevur verið yrkisspælari í Ong- landi. Sunnudagin, tá Sogn- dal skal spæla ímóti Odd Fellow, skal Håvard spæla við Sogndal fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum. Kurt er á veg aftur til sítt barn- dómsfelag, og Håvard Flo er als ikki ókendur við Sogndal, sum er hansara barndómsfelag. – Vit hava vant saman nú í nakrar vikur, og Håvard tykist vera sera væl fyri, heldur Kurt Mørkøre. Í gjár visti Kurt Mørkøre ikki, um hann verður við Sogndal liðnum komandi sunnudag, men hann rokn- aði næstan við tí. Í síðstu viku var Kurt sjúkur fleiri dagar. Tí luttók hann ikki í venjingini, og tí varð hann ikki í hópinum seinast. Hann spældi fríggjakvøldið við 2. lið. Teir vunnu 6–2. Kurt skoraði tvey mál, og hann legði upp til trý onnur. Um Kurt verður á besta liðnum sunnudagin, so verður hetta seinasta ferðin. Mánadagin fer hann í stutta summarfrí, og um hálvan juli verður hann aftur í Klaksvík. Tá verður fyrsta uppgávan at fyrireika seg til steypafinaluna. – Eg gleði meg nógv at sleppa at spæla 1. deild- arfótbólt aftur, og eg havi avgjørt einki ímóti, at tað verður í KÍ. Satt at siga so hava fimm føroysk feløg verið framvið, men fyri meg var tað upplagt at velja KÍ, sigur Kurt, sum eisini hevur verið í sambandi við onkur norsk og svensk feløg: – Talan hevur verið um feløg úr næstbestu og triði bestu deiildunum, men tað havi eg ikki hildið verið áhugaverdari enn at spæla í bestu deildini í Føroyum. Kurt er á veg til Klaksvíkar Eyka í morgin: 8 síður um Oyggjaleikirnar Kurt Mørkøre verður nú aftur at síggja hjá besta liðnum hjá klaksvíkingum C M Y K 18