týsdagur 13. mai 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 89 - 13. mai 2008
HÁTÍÐARHALD
Gunnvá Zacharisen
gunnvaz@hotmail.com
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinnapartin fríggjadagin, áðrenn
sjálva gallaframførsluna, varð
hátíðarhald av nýggju athøllini
hjá Norðurlandahúsinum, nevnd
stutt og greitt Athøll.
Eg traðki inn í eitt ljóst fýr
kantað rúm, ráir ljósir betong
veggir, trægólv, dagsljós úr
gluggunum úr erva allan vegin
runt og fýra træsúlur. Sera
snotuligt og eg fái bert eina
forlongda kenslu av tí, sum eg
altíð kenni, tá eg traðki inn
Norðurlandahúsið: Her kenni eg
meg væl, tað ráa og ta bleyta í
fullkomnari harmoni. Svana
reiðrið hjá arkitektinum Ola
Steen hevur nú fingið eitt vakurt
og hugtakandi hjáreiður.
Vónandi fara nógv spennandi
egg at klekjast her inni eisini.
Víðkaðir karmar
Í hesum ljósa rúmi flutti
løgmaður Jóannes Eidesgaard
fram røðu, har hann fegnaðist um
nýggja bygningin, sum fer at
koma øllum Føroyum til góðar –
mentafólki, listafólki og
vinnulívsfólki og ikki minst er
Athøllin ein vælegnaður karmur
at bjóða gestum uttaneftir at hava
forkunnugar ráðstevnur. Føroyar
eru veruliga ein partur av
alheimsgerðini, og Athøllin er
ein neyðugur og umráðindi
karmur í hesi tilgongd, endaði
løgmaður sína røðu.
Síðan vóru aðrir gestir, sum
fluttu fram røðu: Vagn Steen
Olsen, umboð fyri Nordisk
Minister Råd, sum fegnaðist um
mongu mentanarligu tilboðini og
ríka listalívið, sum er í Føroyum
og sum Norðurlandahúsinum
hevur verið við til at skapa
karmarnar fyri. Kjarnuøkið hjá
Norðurlandahúsinum, sum er
mentan fyrst og fremst, er nú við
hesi nýggju Athøll víðkað til
eisini at umfata onnur øki.
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen helt eisini røðu og
fegnaðist m. a. um, at hóast
veðrið, sum vit ikki kunnu gera
nakað við, so er ein ørgrynna av
møguleikum í Føroyum, og at
hesin nýggi bygningur veruliga
hevur sett Havnina á kortið sum
norðurlendskur ráðstevnubýur.
Umboð fyri A.P. Möller og
Chastine McKinney Möllers
grunni, sum hevur stuðlað
byggingini av Athøllini, segði
eisini nøkur orð, umframt
svenski ráðharrin fyri norður
lendskt samstarv Kristina H.
Persson, sum rósti tí sterku
støðu, sum mentanarlívið hevur í
Føroyum og vónaði, at Norður
landahúsið við Athøllini fer at
taka eitt sentralt pláss í norður
lendskum mentanarlívi í
framtíðini. Athøllin avspeglar
eina styrking í norðurlendskum
samstarvi og ein vilja at ganga
nýggjar leiðir, endaði svenski
Nordenráðharrin sína heilsu til
Norðurlandahúsið.
Stjóra frámerkið
Aðalendamálið hjá Norðurlanda
húsinum, sum er at skapa karmar
fyri mentanartiltøkum í Føroy
um, at sjónliggera føroyska
mentan og list í Norðurlondum
og at flyta norðurlendska mentan
og list til Føroyar, tykist nu við
Athøllini av álvara at verða
víðkað til eisini at umfata
ráðstevnur, vinnulív, fundar
virksemi. Allir stjórar hjá Norður
landahúsinum hava á hvør sín
hátt sett sítt frámerki á húsið,
summir meira sjónliga enn aðrir.
Kanska er tað hetta frámerki,
sum núverandi stjóri Niels Halm,
sum eftir mínum tykki ikki er í tí
sjónliga endanum, hevur sett: At
skapa Norðurlandahúsið til ein
modernaðan og forkunnugan
ráðstevnudepil mitt í Norður
Atlantshavi. Tað er at gleðast um,
hóast eg vóni og biði til, at tað
framhaldandi fer at verða
mentanin og listirnar og ikki
ráðstevnurnar fyri pengasterkar
fyritøkur, sum fara at traðka
høvuðssporini í Norðurlanda
húsinum í framtíðini.
Eitt rúm fyri samtalu
Eyðun Andreassen, fólkalívs
frøðingur helt síðan áhugaverda
røðu. Nakrar hugleiðingar um
rúmið, anneksið, supplementið,
athøllina. Norðurlandahúsið,
áðrenn Athøllina, er eitt stað, har
tankin er móttøka. At taka ímóti.
At lurta og síggja. Konsert
salurin, Dansisstovan, Klingran
er hugsað sum ein einvegis
samtala. Eitt rúm fyri einarøðu,
monologi. Tann upptraðkandi er
á palli og áskoðarnir sita sum so
óvirknir og móttaka frá pallinum,
klappa, fara síðan lágmæltir út í
foyéruna, nikka høfliga, men ytra
seg ikki opið og alment um tað,
ið upplivað er. Ein kontemplativ
útfoldelse, sum manifesterar seg
inni í áskoðaranum í langa tíð
eftir sjálvt upplivilsið.
Við Athøllini er tankin
dialogur. Samrøða. At verða
saman um at úttrykkja seg, skapa
innlit, lurta, síggja og tala, flyta
verðina ella seg sjálvan. Eyðun
setti spurngartekin við, um vit í
alheimsgjørdu samrøðuni hava
gloymt kynstrið at lurta? Hóast
verðin er hátøknifrøðilig duga vit
enn veruliga at lurta?
Menniskjatemjarar
í okkara tíð
Eyðun fór víðari heilt aftur til
Platon og sjálvt hugtakið um
retorikkin. Platon dámdi illa tað,
hann sá í síni samtíð, serliga
retorikkin í síni samtíð. Platon
vildi verða við, at hesin ‘tale
magerkunstur’, sum sofistarnir
nýttu, var ein vandamikil
undirdeild av trøllakynstri líkt
slangutemjarunum á gøtuni.
Hesir vóru menniskjatemjarar.
Og –hugleiddi Eyðun at
menniskjatemjarnir í okkara tíð
mundu verða at líkna við teir
óteljandi samskiftisráðgevarnar
og lýsingainformasjónin annars,
sum florerar í okkara samtíð.
Eyðun vónar og ynskir, at tað
ikki verður ta slagi av samrøðu,
sum verður í hesum rúmi,
Athøllini. Men at høllin verður
nýtt sum pallur, har samrøða
verður millum líkaverdug
menniskju. Kanska skulu vit lata
okkum íblásast av Sokrates, sum
gekk á gøtuni og avbjóðaði til
samrøðu, bað menniskju siga
sína hugsan, veruliga at
SAMrøða. Við tí úrsliti at okkurt
flytist, antin verðin ella ein sjálv/
ur, ella bæði tvey.
Eyðun endaði við einum
citatið hjá norskum yrkjara,
Arnold Øverland: “Du må ikke
bedrive ord” og vónaði at
Athølliní den grad fór at bedríva
orð. Nógv orð!!
Ein vifta av listarligum
fýrverki
Í konsertsalinum, sum húsar eini
400 áskoðarar, varð nú fullsett av
veitslukløddum gestum. Mynda
tólini hjá Kringvarpinum sett í
vinkul og pallurin skryddur,
vertirnir til reiðar og listafólkini,
sum skuldu geva sítt ískoyti til
føðingardagsbarnið klár handan
pall. Og tað vóru eisini tveir
vælupplagdir vertir Jensina
Olsen og Sjúrður Skaale, sum
Oysa av tí keldu sum
Norðurlandahúsið, stjóri og starvs
fólk, mentafólk, listafólk, vinnu
lívsfólk, norðurlendskir gestir og
hyggjarar í sjónvarpinum feiraðu
25 ára hátíðarhaldið hjá Norður
landahúsinum fríggjkvøldið 9. mai.
Ein hátíðarveitsla við spríkjandi
hyper modernaðum og djúpt rót
festum ingrediensum. Sum verturin
Sjúrður Skaale segði: Vit OYSA av tí
keldu, sum føroysk mentan er