týsdagur 13. mai 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
29
tíðindi
leiddu gallashowi við skemti og
professionalismu. Genialt við
gitikappingini hjá Jensinu, tað ér
nærum so, at tað er vorðið
pensum í skúlanum at vita,
hvaðani glasið í Norðurlanda
húsinum kemur, stálið, grasið,
træið, grótið. Partur av almenna
dannilsinum í Føroyum um mann
so má siga og lukkutíð hevði
Sjúrður lisið upp á lektiuna,
svaraði rætt hvørja ferð, eisini tá
Jensina spyr klassiska kvinnu
spurningin: Sært tú nakað, sum
er broytt við mær? Rætt svar: Tú
hevur fingið nýggja frisuru, tú
ert í nýggjum kjóla og ert tú ikki
klænkað?
Showcase?
Skráin boðaði frá nógvum spenn
andi innsløgum og nøvnum, tað,
sum veruliga er hot í Føroyum í
løtuni innan tónleik og
sniðgeving. Hesar tvær listir eiga
opinbart bróðurpartin í eini
jubileumsveitslu hjá størstu
mentanarháborg føroyinga anno
2008. Men okkurt í mær fekk
meg at hugsa, at hetta líkist aftur
nú eini showcase, sum skal
branda føroyska sniðgeving og
tónleik úteftir. Við allari virðing
og djúpari eyðmýkd fyri hesum
listum.
Ein syngjandi Gandalf
Eg komi ikki inn á hvørt einstakt
innslag (sí ummæli aðrastaðni í
blaðnum), tó var eg heilt eksað í
øllum kroppinum frá tí løtu
Hanus G. Johansen trein innar á
pallin við sínum dragandi trølla
mátti, ein kraft úr úrdýpinum,
sum gjørdi, at hárini reistust, so
hugtakandi er Hanusar pall
nærvera.
Tá vóru vit eisini væl
upphitað av kantatuni “Jørð”,
sum er skapað til 25 ára
hátiðarhaldið, orð eftir Róa
Paturssyni, tónasmíð eftir Kára
Bæk, frumframførd av
Aldubáruni og kórinum Tarira,
stjørnað av Bernarði
Wilkinsson. Eitt rugvusmikið og
komplekst verk, sum undirritaða
er alt ov eyðmjúk og ókvali
fiserað til at leggja seg út í at
ummæla. Tó vildi eg ynskt, at
um yrkingin absolut skal lesast
upp, at tað varð gjørt av
professionellum sjónleikara, so
orðini fáa flog út í salin og
hugløg og myndir kunnu skapast
í huganum á áhoyrarunum.
Nostalgiskt afturlit
Ein filmpotpourri av brotum frá
søgu Norðurlandahúsins hesi 25
árini rakti eisini eitt stað í solar
plexus, tá vit eitt nú síggja
William Heinesen, sála fara til
upplatingina av húsinum í 1983.
Øll hesi listaverk, allar hesar
framførslur, øll hesi fólk, sum
hava staðið á pallinum hesi 25
árini og oyst av tí keldu, sum
føroysk mentan er: Jesus og
Makedonarin, Eitt Dukkuheim,
barnadansur, Føroyakórið,
Antigone, Føroya Symfoni
orkestur, fimleikafagnaður,
gestaleikir úr Kongaliga
Teatrinum og Cullberg Ballettini,
opera, konsertir av alskyns slag,
ein yngri Hanus Johansen, ein
yngri Annika Hoydal, ein yngri
Rói Patursson, sangleikir, Skeyk,
Oceanic Days, Prix Føroyar,
Listastevnan, Glataðu Spæli
menninir, framsýningar, dansir,
vitjanir, listafólk, sum liva og
listafólk, sum eru farin.
Upplivilsir, sum hava sett seg í
minnið hjá okkum øllum. Ikki
sørt at lítil nostalgiskur klumbur
settist í hálsin. Eitt nú at síggja
Sverra Egholm, sála sum kong
Kreon í uppsetingini av Antigone
frá 1989.
Ævintýr, nymfur,
frummegi og klovnar
Dansarin Kristina Ougaard
Sørensen hevði tveir stuttar
dansir eftir tónleiki hjá Dánjali á
Neystabø, ein melankolsk og
ævintýrakend koreografi. Gleði
meg at síggja fleiri modernaðir
dansir frá teimum mongu útbúnu
dansarum, vit eftirhondini eiga.
Vónandi aftrast tey ikki, hóast
soltin og pírin stuðulsviðurskifti
her á landi.
Koreografiin var eisini tað,
sum eg beit merki í í
framsýningini av sniðgevunum
Guðrum & Guðrun, Johonnu av
Steinum og Barbaru í Gongini.
Feitt, hetta skapar eina so heilt
einastandi atmosferu rundan um
klæðini, eitt heildarupplivilsi,
sum geva sniðgevingini eina
størri dimensjón, tá tey fortelja
søgur við tónleiki og rørslunum.
Vit vóru langt frammi í
framtíðini í einum mekaniskum
Barbielandi, Blade Runner
nymfum, undir havi, á fabrik, í
áartutli, úti í regnskóginum....
hugurin slapp at ferðast víða
saman við hesum sansaligu
búnum.
Ein væluppløgd Eivør, sum við
einum ikki minni væluppløgdum
orkestri, oysti av síni keldu av
gandamegi. Har var sanniliga
samband við frummáttin, nakað
sum eg haldi ikki altíð eyðnast
hjá Eivør at hava við, men nú var
tað har í 7000volt. Tað sama við
BUDAM sum við einum spæli
og lívskátum orkestri fortaldi
okkum , at vit eru øll klovnar.
UG!! Og eg gleði meg til næstu
konsert.
Og tó...
Samanumtikið ein praktfull og
festlig føðingardagsframførsla,
sum bara vaks og vaks, sum
kvøldið leið.
MEN ein palllist glimraði við
síni fráveru. Hvar var sjónleik
urin í hesum hátíðarhaldi?
Er tað kanska ein endur
spegling av tí status, sum
sjónleikur hevur í løtuni í
almenna rúminum? Sum eitt
heimleyst leysingarbarn, ongin
torir at vísa fram? Rættuliga
ørkymlandi og atfinnandi. (ok.
nú ér undirritaða sindur innarliga
í hesi listagrein, tí eri eg so
snerkin, men kortini...). Tað
mundi ikki tikið frá nøkrum til
dømis at víst eitt lítið live brot úr
onkrum av teim óteljandi sjón
leikaframleiðslunum, sum hava
verið á palli í Konsertsalinum:
Eitt Dukkuheim, Frk. Julie, Hvør
ræðist Virginu Wolf?, Antigone,
Glataðu Spælimenninar,
Dreymur Jóansøkunátt, Húsið
hjá Bernarda Albu, Olivur Twist,
Royndin, Í Óðamannagarði bert
fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.
Ella úr teimum mongu
publikumstrekkjandi sangleik
unum hjá Studentaskúlanum í
Hoydølum kundi man eisini hiva
eitt nummar fram í dagens
anledning. Ella leita í onkrum
skuffum eftir nýskrivaðum
dramatikki, um tað er frameftir
vit skulu líta. Eg skilji ikki hesa
raðfesting og góðtaki hana heldur
ikki.
Listafólk ganga á odda
Men eg vóni, at vit øll í
framtíðini sleppa at oysa úr tí
keldu, sum er føroysk mentan og
list. So vit fáa eitt uppaftur
fjølbroyttari, ríkari, tolsamari,
villari, spírandi, fríari og
ótæmdari mentanarlívi.
Sum Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna í mentamálum
segði: “So vit kunnu verða
fyrimyndir fyri børnum og
ungum og at vit fáa møguleika at
skapa og uppliva nakað serstakt,
sum setir Føroyar á heimskortið”.
Gott Kristina! Og gávan frá
Mentamálaráðnum við teimum
gávuríku kvæðakempunum úr
Sankta Frants skúla var so
sanniliga upp á pláss, var hvørki
bleyt ella hørð, men bæði í
einum.
Júst sum Norðurlandahúsið
sjálvt.
føroysk mentan er
Dansarin Kristina Ougard Sørensen hevði tveir stuttar dansir eftir
tónleiki hjá Dánjali á Neystabø, ein melankolsk og ævintýrkend
koreografi, skrivar Gunnvá Zachariassen í hesum ummæli av
føðingardagshaldinum í Norðurlandahúsinum, har hon eisini vísir
á, at bert ein pall-list glimraði við sínari fráveru – sjónleikurin