týsdagur 13. mai 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 89 - 13. mai 2008
tíðindi
25 ÁRA HÁTÍÐARHALD
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Heiðrikur á Heygum er ein
listamaður av tí løgna, stuttliga
og altíð spennandi slagnum.
Kompositiónirnar hjá honum eru
80arasligar, klassiskar, syrutar og
topp modernaðar, alt í senn.
Framførslurnar hjá honum eru
altíð stuttligar at hyggja at, tí tær
ongantíð eru líka, men altíð
útviklast øgiliga deteljerað til at
innihalda t.d eitt ljóð afturat, eina
broytta laglinju, ein nýggjan
klædnastíl ella okkurt heilt
annað.
Tað fyrsta, ið kom til mín, var,
at hetta var ultra kul. Tað var
sum at vera í 80unum.
Kulissurnar, sum eg annars helt
vera øgiliga ótíðarhóskandi og
keðiligar at profilera
føðingardagin hjá
Norðurlandahúsinum við,
passaðu perfekt til framførsluna
hjá Heiðriki. Teir ljósareyðu og
lillafarvaðu litirnir og
diskoljósini, ið reikaðu runt í
hølinum, útstrálaðu totalan 80ara
stíl. Tá tónleikurin harafturat
innihelt eina rúgvu av íblásturi
frá hesum tíðarskeiðinum, bleiv
heildin rættiliga stuttlig og
surrealistisk. Serliga tá tað gekk
upp fyri mær, at hatta
tíðarskeiðið faktiskt var fyri 20
árum síðani! Men feitt, at mann
kann síggja tað aftur í dag. Í
einari uppdateraðari ljóðmynd –
sum hjá Heiðriki.
Við honum á pallinum vóru
Heðin Ziska Davidsen á gittara,
Janus Rasmussen á synthar og
loops, Heiðrun Petersen á violin
og Tóri Restorff á cello. Tey
framførdu fyrst »Tár Torna« og
síðani hittið og staklagið
»Jealous«.
Ljóðið var ekstremt gott, sum
ein bara kann vænta sær tað í
Norðurlandahúsinum. Men eg
haldi tó saktans, at tað kundi
verið ógvusligari; at ljóðmaðurin
skuldi loyvt tónleikinum at komi
harðari út; at skrúva harðari frá.
Rútmurnar, ið Janus hevði
programmerað, vóru feitar og
riggaðu væl til tónleikin, men tær
hoyrdust bara ikki nóg væl. Og
tað er spell, tá meiningin við
slíkum rútmum er, at mann skal
hoyra tær. At tær skulu rista í teg,
og at tú skalt merkja tær upp
gjøgnum bibburnar – ella sum i
hesum, sitandi førinum – upp
gjøgnum afturpartin.
Guðrun & Guðrun og
Jóhanna á Steinum
Eg veit ikki, um eg nakrantíð
havi sæð nakað so flott og totalt-
fingurin-á-pulsin-sligt her í
Føroyum sum
mótaframsýningarnar við
teimum trimum nøvnunum
Guðrun & Guðrun, Jóhannu á
Steinum og Barbaru i Gongini
hendan dagin uppi í
Norðurlandahúsinum. Tað er fyri
stuttari tíð síðani gingið upp fyri
mær, hvussu høgum støði
føroyskir sniðgevar eru á, og eg
haldi, at tað er heilt merkverdugt,
at eg ikki havi fingið hetta við
fyrr. Eg kann bara gita meg til, at
tað eru snævru karmarnir her í
landinum, sum gera, at føroyski
mótin hevur verið so
undirprioriteraður. Tað er ikki
fyrr enn nú, at vit byrja at opna
eyguni fyri honum. Og tíbetur
gera vit tað!
Fyrst sóðu vit klæðini hjá
Guðrun og Jóhannu. Barbara,
sum vísti sína sniðgeving seinni
á kvøldinum, hevði eisini staðið
fyri sýningini hjá teimum; hevði
m.a koreograferað og útvegað
modellirnar. Og tað var so kul,
so progressivt og so feitt at síggja
føroyskan klædnamóta so up to
date. At tað ikki bara eru klæðir,
men at tað eru klæðir í einum
samanhangi. At tónleikur,
umstøður, hár, andlit, rørslur og
úttrykk eisini spæla inn, og at tú
– um tú vilt – kanst skapa tær ein
egnan stíl, um tú bara loyvir tær
sjálvum at seta hesi tingini
saman soleiðis, sum tú ynskir
tað.
Modellirnar komu gangandi
eftir gólvinum við kinesiskum
dukku/robott rørslum. Afturvið
var feitur afro/kinesiskur
tónleikur. Tær vóru í fasinerandi
mynsturbundnum kjólum og
troyggjum hjá Jóhannu og
somuleiðis í lekrum, bleytt
bundnum kjólum hjá Guðrun &
Guðrun. Rørslurnar hjá teimum
vóru fantastiskar; hendur og
føtur stívar, andlitið kalt og hárið
sett upp a la Blade Runner
robott-damur. Tvær teirra møttust
á miðjuni. Hendur teirra
nærkaðust spakuliga, møttust og
ferðaðust í ring, meðan tær
undrandi hugdu at hvørjari
aðrari. Eín feit illustratión/
konstatering um hita í tí kalda;
um kenslur í tí kensluleysa.
Tveir lutir skaraðu framúr í
mínum eygum: lekru
dukkukjólarnir hjá Guðrun &
Guðrun við víða, opna rygginum
og ballettkjóla líknandi sniðinum
niður um hoftirnar og føroyska
mannfólkahúgvan hjá Jóhannu á
Steinum, ið hon hevur gjørt bláa
og brongluta, og sum situr
ótrúliga væl á einum
kvinnuhøvdi.
Eivør Pálsdóttir
Eina løtu seinni, aftaná
klassiskan tónleik, røður og
yrkingaupplestur, trein Eivør á
pallin við bólki sínum. Hon legði
út við einum nýggjum, lekrum
popp lagi. Seinna lagið var »Nú
Brennur Tú í Mær«, sum eg haldi
bara blívur betri og betri fyri
hvørja ferð, hon framførir tað
live. Í einum flottum, villum
kjóla hjá Barbaru í Gongini var
hon tann ultimativa, førførandi
trøllakonan. Í endanum á »Nú
Brennur Tú í Mær« gekk hon
totalt amokk og rann niðan
gjøgnum trappurnar í salinum,
villari og meira hugtakandi enn
nakrantíð.
Barbara í Gongini
Vatnsplask ljóðaði gjøgnum
salin, og tónleikur a la Boards of
Canada (veit ikki, um tað vóru
teir ella ikki) hoyrdist sníkja seg
fram í hátalarunum. Inn komu
modellirnar aftur, summar høgar
og klænar, summar styttri og
rundari, allar líka vakrar og
flottar í lekra, svarta universinum
hjá Barbaru í Gongini. Hetta var
ein partur av
summarkollektiónini hjá
Barbaru, og sniðini eru eisini
avgjørt nakað, ið eg sjálv kann
ímynda meg ganga í í summar.
Tey eru frek, ráð, myrk, kul,
skeiv og stílfull. Alt kolasvart við
bara einari modell í hvítum
klæðum.
Koreografiin var einføld og
tjekkað. Modellirnar gingu inn
og vórðu verandi á pallinum.
Fyrst ein, sum gekk aftur og
fram framvið øllum pallinum. Tá
hon kom aftur til byrjanarpunktið
og vendi sær við, kom tann næsta
modellin inn og fylgdi henni
aftur og fram framvið pallin. Og
soleiðis gingu tær aftur og fram,
inntil tann síðsta var komin
innar, og tá steðgaðu tær mitt á
pallinum.
So kom høvuðsverkið hjá
Barbaru. Svarti, knýtti
brúðarkjólin. Eg havi bara eina
viðmerking til hendan kjólan, og
tað er, at um eg nakrantíð skal
giftast, so skal tað vera í honum.
Hann var forferdiliga flottur og
progressivur.
Budam
Búi Dam er ein kúllur. Hann
stillar seg á pallin og opnar fyri
øllum, sum fólk annars kenna
sum tabu. Og tað er so feitt, tí vit
hava totalt tørv á tí her á
klettunum. At fólk tora at gera
ting, sum fara útum normarnar
og gera stikk mótsatt tí, sum
hampiligheit og borgaraligheit
annars roynir at læra okkum. Tí
heimurin er meira enn
hampiligheit og borgaraligheit,
Poppur og móti í serflokki
Í sambandi við
føðingardagin hjá
Norðurlandahúsinum
fríggjadagin, var
stórt hátíðarhald. Í tí
rættiliga varierandi
skránni vóru nøkur
innsløg av føroyskum
tónleiki og móta.
Eitt nú trý deiliga
etablerað poppnøvn,
sum øll leveraðu eina
lekra framførslu og
so uber-modernaðu
mótasýningarnar við
Barbaru í Gongini,
Jóhannu á Steinum og
Guðrun og Guðrun
Búi Dam er ein kúllur, staðfestir Sunneva H. Eysturstein, í hesum ummæli. Hann opnar fyri øllum, sum fólk annars
kenna sum tabu. Og tað er feitt, tí vit hava totalt tørv á tí her á klettunum