týsdagur 13. mai 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
33
tíðindi
og tað kann mann ofta gloyma í
einum lítlum samfelagi sum
okkara.
Búi legði út við einari søgu um
tað at lata sáð frá sær, sum á
góðum gerandismálið eitur »at
koma«. Hann greiddi frá á
greiðum, enskum máli, at nakrir
menn í Japan ongantíð koma, tá
teir eru í seksuellari interaktión.
Teir trúgva, at tú missir orku og
kraft, um tú gert tað. Men um tú
hevur seksuella interaktión uttan
at koma, byggir tú ístaðin upp
orku og kraft. Teir trúgva eisini,
at mann eldist, tá mann kemur.
So teir telja ikki aldurin eftir
árum, men eftir hvussu ofta
mann er komin ígjøgnum lívið.
Summir, tá teir presentera sín
aldur, eru tískil trý ár. Ella fimm.
Ella 13, kanska enntá 14.
- Men hvat sker, um vit í
vesturheiminum byrja at telja
okkara aldur uppá handan
mátan? spurdi Búi.
- Hvussu gamlir eru vit? Tað er
sikkurt ógvuliga varierandi, men
eitt er vist, og tað er, at vit eru
øgiliga, øgiliga gamlir, endaði
han við at siga, og ikki ein
munnklovi í salinum var í friði.
Búi var ræðuliga væl
upplagdur hetta kvøldið, ljóðið
var fantastiskt, og tónleikararnir
spældu væl. Eg haldi næstan, at
hann var betri upplagdur enn
nakrantíð áður, tí eg havi
ongantíð sæð hann so útfoldaðan
og peppaðan. Sjónleikarin í
honum kom langt út um
pallkantin og fekk gott og væl
allar damurnar í salinum at fnisa.
Eg haldi, at hann hóskar seg best
á einum rúmligum palli við
ordiligum ljóðumstøðum, har
hann ordiliga fær pláss at ganga
amokk og har rødd hansara er í
einum ordiligum klangi. Tað er
tá, hann er stuttligast og mest
sjarmerandi og veruliga nær út til
øll tey, ið eru til staðar og lurta.
At sleppa at elska og hata
Tiltøkini, sum vóru stáplað upp
hetta kvøldið, vóru ógvuliga
fjølbroytt í stíli, og mær dámdi
verri enn so alt. Eg var tó í tí
hepnu støðu, at eg bara skuldi
leggja mær populera tónleikin og
mótan í geyma, og eg haldi, at
hesi vóru eitt deiliga hóskandi
suplement til ta fínmentanina,
sum eisini varð umboðað, eitt nú
verkini eftir Kára Bæk og Róa
Paturson, sum eru ein heilt annar
heimur enn populeri tónleikurin
og mótin. Tað vóru góðir
mótpólar, sum gjørdu, at tú fekst
pláss sum áskoðari at bæði elska
og hata, smílast og irriterast.
Haldi, at tað er gott, tá tað snýr
seg um eitt so stórt tiltak. Annars
er vandi fyri, at mann vamlast og
druknar í poleraðum bróstsukuri
og sjokolatasós. Eg vil heldur
hava eitt sindur av hvørjum, so
eg ordiliga sleppi at taka støðu til
tað, ið eg upplivi. Annars keði eg
meg.
Tað gjørdi eg tó ikki hetta
kvøldið í Norðurlandahúsinum, tí
har var eitt sindur av hvørjum.
Alt hevði okkurt uppá seg, bara
fullkomiliga uppá hvør sín máta.
Og tað er stuttligt, tá mann hevur
væntað sær tað øðrvísi.
Kul, progressivt og feitt at síggja føroyskan klædnamóta so up to date, heldur ummælarin um mótasýningina hjá Guðrun & Guðrun, Jóhannu á Steinum og Barbaru í Gongini
Eivør Pálsdóttir var í flottum,
villum kjóla hjá Barbaru í
Gongini tann ultimativa,
forførandi trøllakonan