týsdagur 13. mai 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 89 - 13. mai 2008 ]
EB/Streymur hevur
fyri fyrstu ferð
vunnið seg í aðru
finaluna á rað, og
hetta verður fyrsta
ferðin, at B36 og teir í
Sundalagnum fara at
spæla steypafinalu
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað vóru favorittarnir í EB/
Streymi, sum bastu B71
eftir tætta uppgerð, sum
kundi koppað báðar vegir.
Og tað vóru favorittarnir í
HB, sum lógu eftir á, tá ið
væl upplagda B36 skoraði
tvey útivøllarmál og harvið
tók finalusessin frá meiri
sigursvandu grannunum.
Harvið verður ikki talan
um endurtøku av finalu
dramanum í fjør, tá ið EB/
Streymur
eftir
óvanliga
spennandi endaspurt tryggj
aði sær steypið við 43 sigri
á HB.
Steypakappingin og final
an snýr seg fyrst og fremst
um rættin at sleppa upp í
part í UEFA Cup kappingini
um eitt ár. EB/Streymur er
oddalið í landskappingini,
og um tað í ár fer at eydnast
teimum í Sundalagnum at
vinna FM fyri fyrstu ferð,
so fer tað at bera við sær, at
bæði finaluliðini sleppa at
spæla í Europa á sumri í
2009.
Men umframt europeisku
atgongumerkini, sum bera
rætt til ítróttarligar avbjóð
ingar og kanska fíggjarligan
vinning, so er tað so mangt
annað knýtt at steypafinal
uni.
Finalan verður sunnu
dagin 15. juni, og tað er lagt
upp til søguliga finalu.
Hetta er fyrsta ferðin, at
EB/Streymur hevur megnað
at vunnið seg í finaluna
tvær ferðir á rað, og hetta er
fyrsta ferðin, at EB/Streym
ur og B36 fara at stríðast í
endauppgerðini í steypa
kappingini.
B36
og
EB/Streymur
hava sjálvsagt fleiri ferðir
áður dystast í steypakapp
ingini. Seinast finaluliðini
hittust í kappingini um Løg
manssteypið var í hálv
finaluni í 2006. Um finalan
hesa ferð verður eins intens
og dramatisk, sum hálv
finalan var fyri tveimum
árum síðani, so verður
stórur spenningur á ovara
vølli í Gundadali sunnudag
in 15. juni. Ta ferðina vann
EB/Streymur fyrru hálv
finaluna 10 á heimavølli,
og B36 vann seinnu hálv
finaluna 10 í Gundadali.
Eftir longda leiktíð var
neyðugt við brotssparks
kapping, og tá varð úrslitið
54 til B36.
Í finaluni vann B36 21 á
KÍ. Sigurin í steypafinaluni
í 2006 vísti seg í fjør at bera
við sær, at B36 vann Løg
manssteypið til ognar. Tað
syrgdi 07 Vestur fyri, tá teir
í fyrsta umfarinum í ár
vunnu á Víkingi. Hetta tí
GÍ, sum í vetur var annar
parturin av Víkingi, var
einasta liðið, sum kundi
røkka
teimum
trimum
finalusigrunum, sum B36
hevði. Vann Víkingur kapp
ingina í ár, hevði kappingin
hildið fram til eitt felag
hevði vunnið tað fleiri ferð
ir enn nakað annað felag.
Soleiðis siga ásetingarnar.
At B36 nú eigur Løg
manssteypið til ognar í er
merkisvert, tí framman
undan hevði HB, sum er
stóra steypafelagið, vunnið
øll bikar, steyp og súlur til
ognar, sum tað síðani 1955
hevur verið kappast um.
Eitt Ísafjarðarbikar, tríggjar
Ísafjarðarsúlur og eitt Løg
manssteyp.
Úrslitið
í
Gundadali
sunnudagin var staðfesting
av, at HB ikki er so eina
ráðandi í steypakappingini,
sum HB plagdi at vera. Í
1998 vann HB bæði lands
kappingina og steypakapp
ingina. Tað árið vunnu teir
svørtu og reyðu Løgmans
steypið til ognar. Til í ár
hevur verið kappast um ann
að Løgmanssteyp, og líka
mikið, hvør fær hetta frá
Løgmanni tann 15. Juni,
eigur B36 altso steypið.
Síðani 1998 hevur HB
bara vunnið steypafinaluna
í 2004. Í tíggju ára skeiðnum
síðani 1998 hevur B36
verið steypavinnari í 2001,
2003 og í 2006, og nú hevur
nýggja B36 liðið møguleika
at vinna fjórðu steypafinal
una seinastu tíggju árini.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fyrr var skemtiliga tikið til, at HB og Mykines líktust á tann hátt, at tað var har, at súlurnar hildu til. Tann veruleikin er framvegis
galdandi, men nú næsta Løgmanssteypið stendur upp á spæl, hevur HB tapt kappingina
Mynd: Bjartur Joensen
Finalan verður søgulig