Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 89 - 13. mai 2008 ] Avbjóðingin er stór, men hvør sum ein gleða føroysku flogbóltskvinnurnar seg, nú tær loksins sleppa at spæla altjá dystir á heimavølli Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru úti við tveir mánaðir síðan, at føroysku flogbólts­ kvinnurnar settu punktum fyri heimligu kappingini. Komandi EM­undankapp­ ingin á heimavølli er tó nak­ að, sum lokkara heilt nógv, og tí hava kvinnurnar lagt nógv fyri í venjingum líka síðani. Ein tann royndasti spælar­ in á føroyska liðnum er Mar­ git G. Joensen úr Mjølnir. Men hóast hon í 15 ár hevur verið fastur partur av lið­ num – burðarfarloyvi undan­ tikið – er hetta fyrsta ferðin, at hon veruliga sleppur at royna seg á heimavølli. ­ Vit hava onkra tíð spælt venjingardystir móti Íslandi, men veruliga telj­ andi dystir hevur talan ikki verið um. So hetta er sjálv­ andi nakað, sum eg gleði meg sera nógv til. Og at tal­ an er um EM­undankapping ger sjálvandi ikki spenning­ in minni, sigur hon. Venja um morgunin Saman við liðfeløgunum hevur Margit seinastu tveir mánaðirnar verið partur av fastari rutinu, har landsliðs­ samlingar hava verið í Kollafirði hvønn týsdag, meðan vikuskiftini hava verið nýtt í Havn. Vant hev­ ur verið tvær ferðir um dag­ in, og hetta tænir eisin sín­ um endamáli. ­ Sjálvandi er tað hart, tá tú venur somikið nógv, men talan er jú eisini um tekniska venjing, sum ikki er so fys­ iskt krevjandi. ­ Fyri okkum er tó eisini týdningarmikið, at venja kroppin við at spæla ymisk tíðspunkt á degnum. Eitt nú skulu vit spæla leygarmorg­ unin klokkan 10, so tað skulu vit eisini venja okkum við. Fýra finalur Á Oyggjaleikum hevur Mar­ git verið partur av fleiri ser­ stakliga spennandi finalum móti Saaremaa. Dystir, ið nærum pr. siðvenju fara út í fimm sett. Men hóast sjálvar finalur­ nar hava verið spennandi, hevur avbjóðingin á Oyggja­ leikum til tíðir verið nakað avmarkað. Nakað, sum Mar­ git tó ikki roknar við, verður galdandi komandi vikuskift­ ið. ­ Hóast Oyggjaleikirnir eru ein stór uppliving, so eru fleiri rímiliga lættir dyst­ ir á skránni har. Og tí kann ein EM­undankapping als ikki sammetast við leikirnar. Vit kenna ikki tað heilt stóra til mótstøðuliðini hesa­ ferð, men eg eri púrasta vís í, at talan verður um nakrar knallharðar dystir. Í so máta verður tað kanska sum at spæla fýra oyggjleikafinalur upp á tríggjar dagar. So tað er heilt víst nakað, sum set­ ir serstakliga stór krøv til okkum. Føroysku kvinnurnar kenna lítið til mótstøðuna. Men Margit G. Joensen ivast ikki í, at talan verður fýra knallharðar dystir hjá føroyska liðnum Bara tveir fót- bóltsskúlar Nógvu tey seinastu árini hevur Fótbóltssambandið skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið. Seinastu árini er talið á støðum, har fótbóltsskúlar hava verið, lækkað, og nú boðar FSF frá, at tað í summar bara verða tveir fótbóltsskúlar. Annar fótbóltsskúlin verður á Toftum, og hin verður í Sandavági. Í báðum støåðum verða skúlarnir 27. og 28. juni. Í ár fer tilmeldingin fram á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Latið verður upp fyri tilmelding hósdagin 15. mai. Frem tapti eftir málríkan dyst Atli Danielsen og liðfelagararnir í Frem taptu 3­4 ímóti HIK í donsku 1. deild í gjár. Longu í 9. minutti kom Frem aftur um 0­1, men innan teir næstu 8 minuttirnar syrgdu Fosu Boateng og Wassim el Banna fyri, at Frem fekk eina 2­1 leiðslu, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Henda støðan helt sær til 20 minuttir vóru eftir, men tá raplaði alt hjá Frem. Uppá eitt korter var støðan vend til 2­4 til HIK. Tim Ilsø minkaði um munin í yvirtíðini, men tað var ikki nóg mikið fyri Frem. Fýra finalur í tríggjar dagar Á oyggjaleikum hava før­ oysku flogbóltskvinnurnar fingið dyggan stuðul frá eini áskoðarafjøld, sum aloftast hevur verið bæði harðmælt og fjølment. Tað vónar Margit Joensen sjálvandi eisini, at fjøldin verður um vikuskiftið, men hon fær illa svarað annað enn játtandi, tá spurt verður, um tað var betri, um dyst­ irnir vórðu spældir á bygd heldur enn í Havn. ­ Ja. Eg skal absolutt ikki siga nakað negativt um tað, at vit spæla í Havn, tí bara tað at spæla á heimavølli er stórt. Men veruleikin er samstundis, at eingin á liðnum er úr Havnini. Og hartil hevur Havnin ikki ta stóru siðvenjuna viðvíkjandi flogbóltsáskoðarum. Har verður aloftast gjørt nógv burturúr á bygdunum. ­ Men vit vóna kortini, at stuðulin verður góður. Nú er talan um dystir um eitt vikuskifti, so tað ber kanska betur til hjá fólki at koma til Havnar. Og hóast vit ikki kunnu rokna við, at fjøldin verður eins stór allar dystirnar – til dømis leygarmorgun – so rokni eg við, at nakað av áskoðarum verður. Undir øllum umstøðum hava vit tørv á góðum stuðli, sigur Margit Joensen. -mørk Betri á bygd Flogbóltskvinnurnar draga vanliga hópin av føroyskum áskoðarum, tá spælt verður á Oyggjaleikum Tað eru ikki smávegis fyri­ reikingar, sum FBF skal fáa á hondini, nú føroyskur flogbóltur skipar fyri EM­ undankapping. Umframt hópin av praktiskum viður­ skiftum, sum altíð skulu skipast til slík tiltøk, er talan eisini um stóra mongd av arbeiðsmegi, sum skal til, tá dystirnir skulu avgreið­ ast. Dómarar skulu sjálv­ andi setast til dystirnar, men kring hetta skulu eitt nú 40 linjuverjar, 60 bóltgentur, 30 skrivarar og 20 gólvsvabarar standa til reiðar. Sjálvandi verða nøk­ ur nøvn at síggja meira enn tí einu ferðina, men talan er kortini um stóra uppgávu hjá fyrireikarunum. Nógv skal rigga Dystarskráin 16.05 12.00 Skotland-Luksemburg 16.05 15.30 Írland-Liktenstein 16.05 18.15 Føroyar-Skotland 17.05 10.00 Írland-Føroyar 17.05 13.30 Liktenstein-Luksemburg 17.05 16.30 Skotland-Írland 17.05 19.30 Føroyar-Liktenstein 18.05 13.30 Luksemburg-Írland 18.05 16.00 Liktenstein-Skotland 18.05 19.30 Luksemburg-Føroyar FAKTA um dystin -har tað hendir