týsdagur 13. mai 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 89 - 13. mai 2008 ]
Hødd kom víðari í
steypakappingini
Hødd uttan ein skaddan Rógva Jacobsen var úti á
Valderøya, og leikti dyst í 1. umfarinum í norsku
steypakappingini. Tað eydnaðist Hødd at vinna 4-2 á 3.
deildarliðnum, hálvleiksstøðan var 2-1. Finn Erik
Stavseng skoraði tvey mál, Eivind Myklebust og Joachim
Magnussen skoraði hvør sítt mál fyri Hødd. So Rógvi
kann fegnast um, at Hødd er komið víðari.
Vejle aftur í superliguni
Vejla vann sæ í gjár uppflyting til bestu donsku
fótbóltsdeildina. Vejle flutti niður úr superliguni í fjør, men
nú er jútska felagið longu klárt til bestu deildina aftur. Vejle
hevur verið sterkasta liðið í 1. Deild í ár, og við 2-1
sigrinum á AB í gjár, var uppflytingin tryggjað. Ein av
spælarunum í Vejle er fyrrverandi NSÍ-álopsspælarin Ulrik
Balling.
Íslendska kappingin
byrjar seinni enn tann
føroyska. Leygardagin
var fyrsta umfar leikt,
og sæð við føroyskum
eygum, gekst væl.
Ein av leikarunum
aftanfyri flotta sig
urin hjá Keflavík
á meistarunum úr
Vali, var føroyski
landsliðsleikarin,
Símun Samuelsen, ið
eisini stóð fyri einum
góðum máli
Fótbóltur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Triðja kappingarárið hjá
vágbinginum í Keflavík
byrjaði sera gott. Longu í
fyrsta minutti legði heima-
liðið seg á odda móti meist-
arunum úr Reykjavík, Vali,
og aftan á seks minuttir
stóð 2-0. Hesum málinum
var eitt føroyskt bein á, tá
Símun Samuelsen fekk ein
langan bólt og spurtaði
avstað móti málinum. Beint
áðrenn málmaðurin náddi
at koma út og forða fekk
Símum lyft bóltin høgt upp
um hann, og so var heima-
liðið á odda við tveimum
málum. Betri byrjan kundu
hvørki Símun Samuelsen
ella hinir liðfelagarnir, og
heimaáskoðarnir
ikki
ynskja sær.
2-0 var eisini hálvleik-
støðan, har Valur hevði
betra spælið, men har heima-
liðið altso var munandi
effektivari. Sjálvt um Valur
var nær við fleiri ferðir, og
teir fingu fimm fríspørk
beint uttan fyri brotsteigin,
eydnaðist ongantíð at fáa
hol á í fyrra hálvleiki.
Tá seinni hálvleikur var
níggju minuttir gamal, fekk
Valur aftur ein frammaná.
Ein Keflavík-leikari varð
feldur í brotsteiginum, og
dagsins maður hendan dag-
in, Guðmundur Steinarsson,
setti bóltin trygt í netið.
Fýra minuttir seinni kundi
dysturin fingið eina vend, tí
tá fekk Valur fyrsta málið,
men minuttin seinni økti
Keflavik til 4-1 og í 75.
minutti til 5-1. Men hóast
ongin vandi skuldi verið á
veg tá, eydnaðist Vali at fáa
tvey mál í teimum síðstu
minuttunum, so endaliga
støðan gjørdist 5-3.
Eisini góð
byrjan í fjør
Símun Samuelsen var væl
nøgdur við dystin, sjálvt
um hann ikki var so nógv
við í spælinum í fyrra hálv-
leiki. Málið, sum hann
fekk, var fyrsta røring á
bóltinum. Í seinna hálvleiki
var hann munandi meiri
við, og hevði millum annað
eitt flott gjøgnumbrot, sum
eftir skot á mál endaði úti
aftur hjá einum viðspælara,
sum skjeyt á stongina.
- Eg kann ikki annað enn
siga, at hetta var ein góð
byrjan hjá okkum, segði
ungi vágbingurin beint eftir
dystin.
Venjarin
hjá
Keflavík
segði eftir dystin, at Símum
Samuelsen er ein av lykla-
leikarunum á liðnum.
Sjálvur heldur Símun, at
hann hevur fingið ein fríari
leiklut á miðjuni í vinstru
síðu, tí tað gekk væl í hans-
ara síðu í kappingini í fjør.
Hann er tó skeptiskur við
at lyfta armarnar ov høgt í
loft, tí leikárið í fjør byrjaði
sera væl, men endaði illa.
Vit høvdu eitt kanónlið í
byrjanini fjør, tá vit lógu á
øðrum plássi eftir níggju
umfør, men so vunnu vit
ikki ein tann einasta dyst
eftir hetta. Vit leiktu tríggjar
javnleikir og taptu seks
dystir. Í mun til í ár kann
man siga, at liðið er ikki tað
sama, men styrkin man vera
nøkunlunda
tann
sama,
sigur Símun Samuelsen.
Símun sá og sigraði
Vágbingurin Símun Samuelsen trívist væl í Keflavík, har hann júst er farin í gongd við triðja kappingarárið í felagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Símum Samuelsen og ein liðfelagi feira málið hjá Keflavík til
4-1 í einum dysti, sum heimaliðið vann 5-3
Mynd: Álvur Haraldsen