Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 89 - 13. mai 2008 ] Spæla ov lítið Vónbrotið var stórt hjá sandoyingunum. Símin Hansen, sum stóran part av dystinum hevði eina hampuliga einsa­ malla tilveru, kundi illa gera annað enn at stað­ festa kalda veruleikan, tá dómarin hevði bríksl­ að fyri seinastu ferð. ­ Hetta er súrt. Vit eru so nær við, og kortini langt frá. So sjálvandi er tað hart í løtuni, segði Símin, tá vit høvdu orðið á hann eftir dystin. Um sjálvt spælið segði Símin, at teir í ov lítlan mun fingu sett sín dám á dystin. ­ Teir spæla nógv við longum bóltum, og tá vit so byrja at gera tað sama, verður ógvuliga trupult at fáa samanhang í. Skuldi trýstast inn Sigursharrin hjá sunda­ lagsmonnum var fugl­ firðingur. Við málinum til 2­1 varð Hanus Eliasen dagsins maður, og so bilti minni, at hann hevði misnýtt tveir stórar møguleikar fyri steðgin. ­ Hatta var eitt ótrú­ liga deiligt mál at fáa. Sjálvur skuldi eg ikki gera so nógv, annað enn at seta fótin á, men hatta var ein veldugur lætti. Tit sóu moyrir út. Høvdu tit havt orku at spælt hálvan tíma afturat? ­ Tað hevði man kan­ ska klára. Men kreftir­ nar vóru av álvara við at ganga undan. Fyrra hálvleik spæla vit í løtum heilt góðan fót­ bólt, men eftir steðgin kom ikki veruligt glið á, og tá er altíð strævið at spæla. Men tíbetur megnaðu vit so at avgera dystin, áðrenn tað kom so langt. Og tá mann kemur til eina finalu, so fer mann væl eisini eftir sigrinum har? ­ Ja, sjálvandi. Alt annað vildi jú verið býtt, so vit vóna at klára tað tvey ár á rað, segði Hanus Eliasen. Viborg vann á Lyngby Súni Olsen hjá Viborg, og Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen hjá Lyngby byrjaðu allir inni í botnbrakinum millum Viborg og Lyngby, sum var leiktur í Viborg í dag. Súni Olsen var skiftur út eftir 65 minuttir spæl. Christian Holst var ógvuliga eyðsýndur í 1. hálvleiki, og tað var eftir eitt skot frá honum, at Lyngby skoraði til 1­0. Málið til 2­0 var rættiliga føroyskt. Tem Hansen taklaði bóltin frá einum Viborg­spælara, og beindi hann yvir til Christian Holst, sum skoraði til 2­0. Men so vendi dysturin fullkomiliga, og Viborg tryggjaði sær ein 3­2 sigur. Dómararnir avgera Venjarin hjá danska felagnum FC Midtjyllandi, Erik Rasmussen, heldur, at dómararnir hava avgerandi ávirkan á, hvør vinnur heiðursmerki í superliguni. Hetta sigur hann, eftir at ein av hansara lyklaspælarum varð útvístur í gjár. ­ Úrslitið kann ikki broytast, men útvísingin var avgerandi, og tað er keðiligt, at dómararnir skulu gera av, hvar heiðursmerkini enda, segði Erik Rasmussen við Ekstrablaðið. Tað var stólpin og út hjá B71, sum í evstu løtu mátti veitra farvæl til finalumøguleikan í steypakappingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast EB/Streymur varð mett sum hampuliga greiður favorittur undan seinnu hálvfinaluni móti B71, so løgdu sandoyingar ikki tað stóra í hetta. Frá fyrsta bríksli royndu gestirnir at fáa gongd á sítt spæl, og fyri tað nógva gekk hetta eisini eftir vild fyrstu løtuna. Heimaliðið tóktist í ov stóran mun tilvitað um, at »bara« teir hildu málið reint, vóru teir í finaluni, og tí var avmarkað, hvussu nógv teir tordu at trýsta. Ynskið gjørdist marran Í eini óimponeraðari 4­4­2 uppstilling royndu sandoy­ ingar tíðum at spæla seg fram yvir kantarnar, og meira enn tí einu ferðina eydnaðist eisini at koma fram til støður, sum álvars­ ligur vandi kundi staðist av. Og eftir 20 minuttum komu sandoyingarnir í ynskistøðuna. Í fyrstu at­ løgu blokkaði Marni Djur­ huus skotroynd í evstu løtu, men tá hornasparkið varð sent innfyri, beyð ikki bøt­ ur. Fabio Vieira var hægstur á bóltinum, og so stóð 0­1. Men heldur enn at spæla, sum var talan nú um ynskistøðu, fullu gestirnir mest sum púrasta í fátt. 70 minuttir er dekan ov long tíð til at verja tepra leiðslu á útivølli, men restina av hálvleikinum lótu gestirnir alt initiativ frá sær. Og so settist EB/Streymur av álvara á dystin. Teir javn­ aðu, tá Arnbjørn T. Hansen sera hegnisliga stútaði frísparksbólt frá Marna Djurhuus í kassan, og tað vildi ikki verið nakað sum helst forgjørt, um talan varð um trivaliga heimaleiðslu undan steðginum. Serliga var Hanus Eliasen nær við tvær ferðir, men báðu ferðirnar stóð Símun Rógvi Hansen á rætta stað í sandoyarmálinum. Sentimetrar á muni Eftir steðgin dovnaði ferðin heilt nógv. B71 var fram­ vegis varið í útgangsstøð­ inum, men teir lógu nú ikki heilt so langt afturi á vøllinum, og tí megnaðu teir av og á at skapa kontra­ støður, um enn tað var nakað langt millum hesar. Heimaliðið fekk nú sjáldan sítt spæl at hanga saman. Fyri tað nógva varð spælt við longum bóltum, sum vóru truplir at arbeiða við hjá framherjunum, og rótuta spælið gav mest av øllum ábendingar um, at tvær ferðir 15 minuttir skuldu leggjast afturat. Og so varð støðan ístaðin hin vælkenda, har marginal­ arnir vóru á muni millum liðini. Marginalar, sum aftur fullu til liðið, ið vanliga ger um seg í oddinum. Avgerðin fall, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. B71­málverjin var ikki heilt ósekur, tá hann misti frísparksroynd út til Arn­ bjørn Hansen. Lobbi frá honum datt á tvørtræið, og so skuldi Hanus Eliasen bara seta fótin á, tá hann var fyrstur á returinum. Størsta møguleikan at skjóta seg í finaluna, fekk B71 í yvirtíðini, tá Símin Hansen vann fríspark beint uttan brotsteigarmarkið. Men sentimetrarnir vóru ikki í parti við Clayton, tá harða og skrúvandi skotið kíndu skeivu síðuna á stólpanum. Stórir kontrastir Og so var fagnaðurin á sundalagsliðnum sjálvandi stórur. Jublandi áskoðarar­ nir komu inn á vøllin at siga tillukku við næsta finalu­ sessinum í søgu felagsin – og tí næsta á rað. Sandoyingarnir vóru hin­ vegin knústir. Hvør sum ein sótu ella lógu teir á vøllinum í iðranini um tað, sum kundi verið. At sentimetrarnir koppaðu skeiva vegin, var hart at skula góðtaka, men soleiðis kann fótbóltur nú eisini vera. EB/Streymur-B71 2-1 (1-1): Næsta finalan á rað Símin Hansen var í longum løtum størsta hóttanin hjá B71. Eftir steðgin vórðu arbeiðsumstøðurnar tó sera truplar, tá báðir partar høvdu ilt við at fáa spælið at hanga saman Mynd: Sofus D. Johannesen