týsdagur 13. mai 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
[ Nr. 89 - 13. mai 2008 ]
Eitt mál
rokkið
Teir eru kanska ikki
nøgdir, fyrr enn teir
standa við steypinum í
hondini. Men liðskipar
in hjá B36, Klæmint
Matras, viðgekk, at hjá
teimum var eitt mál rokk
ið, nú teir eru í steypa
finaluni.
Tað kann mann siga.
Vit seta okkum sjálvandi
høg mál, men vit hava
ikki vunnið nakra finalu
enn, so vit hava bæði bein
ini heilt niðri á jørðini.
Sæð yvir báðar final
urnar. Hvat gjørdi so, at
tað eru tit og ikki grann
arnir úr HB, sum skulu
spæla finalu?
Tað er kanska trupult
at siga. Talan hevur verið
um tveir rættiliga tættar
dystir. Men í dag skora
vit tvey fantastisk mál í
seinna hálvleiki, og aftan
á tað haldi eg, at vit hava
tamarhald á dystinum.
Teir minka um munin
við einum bíligum brots
sparki, men vit vistu alla
tíðina, at teir skuldu hava
tvey mál afturat, so rætti
ligar nervar fingu vit ong
antíð. -mørk
Sjálvrann
sakan í HB
Andrew av Fløtum var,
sum vera man, sera vón
brotin, tá tað stóð greitt,
at HB ikki er partur av
steypafinaluni í ár.
Fyrst og fremst
vóru tað sjálvandi mál,
sum manglaðu. Men eg
haldi, at sæð yvir tveir
dystir, so sýndu vit ikki
rætta viljan, fyrr enn
vit í dag koma afturum
og standa við rygginum
móti múrinum. Inn til
tá var tað bara nógv for
slapt hjá okkum.
Hava vantandi málini
við sær, at tit spæla við
hondbremsuni uppi?
Tað skapar sjálvandi
ein ávísan ótryggleika, tá
mann veit, at vit ikki hava
leverað. Og persónliga
eri eg sera vónbrotin. Og
eg haldi, at tað nú er tíð
til sjálvrannsakan hjá
okkum. Akkurát nú er
tað í øllum førum ikki
nóg gott, staðfesti Andre.
-mørk
Hamrén: Vit skrivaðu søgu
AaBvenjarin Erik Hamrén fegnaðist í gjár um, at AaB hevði
tryggjað sær heiðursmerki í superliguni annað árið á rað. AaB
spældi í Parkini, og FCK vann heili 40. Vit hava skrivað søgu í
dag. Hetta er fyrstu ferð, at AaB vinnur heiðursmerki tvey ár á
rað, og tað fegnast vit um, hóast tað ongantíð er stuttligt at tapa
40, segði Hamrén eftir dystin. Hann mann tó síggja stórar
møguleikar í at vinna gullið í superliguni, tí AaB skal bert vinna
ein av sínum trimum seinastu dystum.
FCK vann stórsigur
á AaB
FCK vann heili 40 á AaB í Parkini í gjárkvøld, og harvið
var gullveitslan í Aalborg útsett. Liðið hjá Jón Róa Jacob
sen sum ikki fekk spælitíð í gjár hevur kortini 3 match
bóltar. Fyrst møta teir Brøndby hvørs áskoðarar ynskja,
at AaB tekur meistaraheitið frá FCK á heimavølli. Síð
ani skal AaB leika á útivølli ímóti Lyngby, sum longu eru
flutti niður í næstbestu deildina. Og á síðsta leikdegi hava
teir í AaB heimadyst ímóti OB. So nógv skal ganga galið
hjá AaB, um teir ikki gerast danskir meistarar.
Ungararnir í B36,
Karoly Potemkin og
Tamás Nagy, fingu
høvuðsleiklutin, tá
venjaratoymið hjá
árstalsfelagnum sendi
sítt gamla felag út í
myrkrið. HB megnaði
ongantíð at hótta
leiðsluna hjá teimum
hvítu, sum vunnu seg
uppiborið í finaluna í
steypakappingini
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Fyri løtu síðan skuldi
hann sendast heim, men nú
hevur hann sent tykkum í
himmiríkið!
Seinni hálvleikur er sjey
minuttir gamalur og mitt í
sigursrúsinum rópar ein
kona eftir fjepparafelagnum
hjá B36. Undan steðginum
vóru fáir møguleikar, men
serliga ilskaðu tey í B36
húsinum um Karoly Potem
kin, sum tvær ferðir bíðaði
ov leingi, tá hann hevði
møguleikan at leggja hvítu
havnarmenninar á odda.
Ungarski framherjin hevur
misnýtt fleiri upplagdar
málmøguleikar í hesum
kappingarárinum, og nú
vóru tey í árstalsfelagnum
um at missa tolið. Hanus
Thorleifsson hevur bóltin á
egnari hálvu, og við langari
sending finnur hann Potem
kin. Framherjin hevur beina
kós móti málinum, og Hans
á Lag og Pætur Jørgensen
royna at øllum alva at renna
ungaran aftur. Einsamallur
við Trónda Vatnhamar svíkj
ur hann ikki – hann sendir
til høgru hjá málverjanum,
og B36húsið á gosið.
Sanniliga broytist skjótt í
fótbólti. Nógv skeldaði Kar
oly Potemkin og ágrýtni Tam
ás Nagy fingu høvuðsleiklut
in í sigrinum í seinnu hálv
finaluni í steypakappingini
móti HB í gjár. Nýggja venj
aratoymið í B36, Heðin Ask
ham og Kári Nielsen, sendu
sítt gamla felag út í myrkrið,
meðan HB framvegis tykjast
hava ilt við at fóta sær.
Lítið at bjóða
Merkisvert var, at Rúni
Nolsøe, venjari hjá HB,
hevði skift báðar vongverj
arnar frá seinasta dysti. Pæt
ur Jørgensen og Rasmus
Nolsøe røkti plássini hesa
ferð, men tað hevur neyvan
verið fyri framrættaða spæl
ið. Hesir stuðlaðu sjáldan
tannleysu
HBframherjun
um, og bara einu ferðina
sendu hesir inn í feltið úr síð
unum. Men tað sum ikki rigg
aði frammi á vøllinum, tað
syrgdu verjuleikararnir fyri.
Serliga hevði Fróði Benja
minsen sera gott tak á Karoly
Potemkin í stórum løtum av
dystinum. Fyrrverandi B36
leikarin
vann
flestu
nærdystirnar við ungaran.
Benjaminsen stóð eisini
fyri naskastu royndini hjá
teimum reyðu og svørtu
longu eftir fýra minuttum.
Eftir hornaspark fekk lands
liðsleikarin tánna á bóltin,
og í bleytum boga lyfti hann
upp um Meinhardt Joensen.
Bólturin tók í tvørtræið og
aftur í spæl, har Hans á Lag
skallaði framvið.
Leikararnir hugsaðu í
stóran mun um týdningin
handan dystin í fyrra umfar
inum. Tað sást væl og virði
liga á avrikinum, har fleiri
mistøk vóru. Serliga hevði
miðvøllurin hjá B36 ofta
hug at tveita bóltin burtur,
tó uttan at tað kostaði. Fimti
hálvleikur upp í slag millum
grannarnar
endaði
mál
leysur.
B36 í finaluna
HB var leikliga omaná und
an steðginum, men lítið
spurdist burturúr. Á vong
inum høvdu Jákup á Borg
og Rógvi Poulsen tað trup
ult, og hesin seinni nevndi
var útskiftur tíðliga í seinna
hálvleiki, tá Páll Mohr
Joensen loysti hann av.
Hesin fekk tó lítið gjørt við,
at Potemkin legði B36 á
odda. Løgið er at tosa um
týðandi
útivallarmál,
tá
grannarnir í høvuðsstaðnum
hittast, men soleiðis var í
Gundadali. HB noyddist nú
at fáa tvey mál, um finalu
pláss skuldi gerast veru
leiki.
Tamás Nagy var millum
mest eyðsýndu á B36liðn
um í gjár. Fleiri ferðir
royndi hann at hótta verjuna
hjá HB, og ofta høvdu teir
trupult at fáa bóltin av
honum. Tamás Nagy sendi
eisini
árstalsfelagið
eitt
stórt fet nærri finaluni, tá
hann á tímanum sendi í mál
hornið. Einans 17 ára gamli
Róaldur Jacobsen slapp frá
Rasmusi Nolsøe í høgru,
áðrenn hann legði bóltin
fyri føturnir á ungaranum,
sum ikki ivaðist.
Men júst sum HB var í
kjallarnum, so byrgtist ein
vón. Miðskeiðis í seinna
umfarinum endaði bólturin
óskiljandi á arminum á
Klæmint Matras, og Petur
Reinert, dómari, peikaði á
brotssparksblettin. Óneyðugt
og tápuligt av miðvallarnum.
Andrew av Fløtum sendi
trygt
í
netið,
og
lítil
spenningur aftur í dystinum.
HB skuldi skjóta tvey
mál aftrat, og Rúni Nolsøe
spenti av álvara álopsbogan
seinastu
løtuna.
Fróði
Benjaminsen var fluttur úr
verjuni og í álopið, men
vandamiklir vóru teir reyðu
og svørtu sjáldan. HB hótti
ongantíð leiðsluna hjá B36,
sum gjørdi lítið burtur úr
seinastu minuttirnar.
Potemkin og Nagy syrgdu
við hvør sínum máli, at B36
koppaði grannunum fyri
norðan, og eru í steypafinal
uni. Sigursvanda HB kann
nú hugsa um komandi upp
gávurnar, sum bíða í lands
kappingini og í altjóða høpi.
Lítil broddur er í spælinum
hjá teimum í løtuni, har ser
liga
landsliðsleikararnir
gera ov lítið um seg. B36
vann uppiborið, og eru til
reiðar til steypafinaluna
tann 15. juni á ovara vølli í
Gundadali.
HB-B36 1-2 (0-0):
Ungarar senda B36 í finaluna
Karoly Potemkin var fyrsti skarprættarin, tá B36 í triðju royndini móti HB loksins setti hol á málskjótingina
Mynd: Bjartur Joensen