Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 [ Nr. 89 - 13. mai 2008 ] Fremad Amager tapti í Brøndby Tað gongur av skriðuni hjá Fremad Amager í løtuni. Í gjár vitjaðu teir eykaliðið hjá Brøndby, og tapti Fremad 3- 0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Samstundis vann nærmasti biðilin til 2. plássið, Brønshøj 2-0 á heimavølli ímóti Stenløse. Roskilde vann 3-1 á Slagelse á heimavølli, og liggur Roskilde nú langt fremst í 2. deild eystur. Roskilde hevur 55 stig, Fremad Amager 48 stig, Brøndby2 46 stig, og Brønshøj hevur 45 stig. Gravesen liðugur í Everton Enska felagið Everton leigðai í fjør Thomas Gravesen úr skotska felagnum Celtic, har Gravesen hevði trupult við at koma á liðið. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Gravesen í Everton, har hann hevur sitið nógv á beinkinum. Nú er leigumálið liðugt, og Everton letur Gravesen fara aftur til Celtic, har áhugin fyri at taka ímóti Gravesen ikki er tann størsti, sigst. HB og B36 skiftast HB og B36 hava sent hvørt annað líka ofta út steypa­ kappingini síðan 1990 Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Dystirnir hava ofta ver- ið tættir, tá grannarnir í høvuðsstaðnum, HB og B36, hava hitst í sokall- aðu ´knock-out dystun- um í steypakappingini. Fýra ferðir hava teir reyðu og svørtu enda omaná, meðan sigurin í gjár eisini var tann fjórði í røðini hjá árstals- felagnum. Hetta síðan 1990. 1991, finala: HB – B36 0-1 Bergur Magnussen 1996, fjórðingsfinalan: B36 – HB 1-4 Jørgen Meitelberg – Uni Arge (3), Rúni Nolsøe 1998, hálvfinalur: HB – B36 4-1 B36 – HB 2-2 2000, fjórðingsfinalan: B36 – HB 2-2 HB vann brotsparkskapping 3-6 Bjarni Prior, Ronnie Samuelsen – Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe 2001, hálvfinalur: B36 – HB 3-1 Jákup á Borg, Jan Guttesen, Pól Thorsteinsson – Hallur Danielsen HB – B36 1-0 Pætur Dahl 2002, fjórðingsfinalan: HB – B36 3-0 Uni Arge (2), Rúni Nolsøe 2008, hálvfinalur: B36 – HB 0-0 HB – B36 1-2 Andrew av Fløtum – Karoly Potemkin, Tamás Nagy Níggju stig og mál­ munurin 18­1 í trimum teimum seinastu umførunum hava borið við sær, at 07 Vestur nú er á uppflytingarplássi saman við VB/Sumba Fótbótlur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at tað tey fyrstu umfør- ini gekk sum eftir ánni hjá teimum báðum Suðuroyar feløgunum er rættuligur stíg- ur komin í hjá TB. TB tapti hesa ferð tepurt á Argjum, og tað ber við sær, at TB einki hevur fingið burturúr trim- um teimum seinastu umfør- unum. Harvið er TB dottið niður um uppflytingarpláss- ini. AB vann 1-0 við máli, sum Dion Splidt skoraði beinleiðis upp á horna úr høgru. Senegalesiski Joseph Bassene hjá TB og seinni Dion Splidt hjá AB sendu bóltin á trækarmin. Serliga heimaliðið hevði málmøgu- leikar, uttan at mál spurdust burturúr hjá nógvu ungu monnunum á Argjum. Í Gundadali vitjaði VB/ Sumba teir næstbestu hjá HB, og fyri fyrstu ferð í ár vann VB/Sumba ikki fulla úrtøku. Talan var um fínt undirhald og framúr mál. Ikki minst tá ið Hendrik Rubeksen við fínum lobbara upp um Bjarna Johansen økti til 3-1. Tað boðar frá góðum morali, at VB/Sumba tvær ferðir megn- aði at reisa seg, hóast HB var á odda við tveimum málum. Tað gekk striltið hjá 07 Vestur at fáa hol á í góð- veðrinum á Svangaskarði. Nógvu vágafólkini á áskoð- araplássunum vóru farin at ótolnast, og tí var frøin stór, tá ið tað glapp, og so gekk skjótt í 2. hálvleiki. Serliga liðformaðurin, Tór-Ingar Akselsen, var væl upplagdur í vinstra borði, har upp- spælið til flestu málini var. Hálvskaddi Kim Poulsen varð settur á vøllin beinan- vegin eftir steðgin. Hann skoraði tvær ferðir eftir retur- bóltar í brotsteiginum, og so fór hann skaddur av aftur vøllinum. Andrzej Streto- wicz økti til 3-0 við stútara eftir frísparksinnlegg frá Tór-Ingari, og tá ið hann økti til 4-0, lyfti hann bóltin aftur um seg sjálvan og B68 málverjan Alberg Gaard- lykke. Innskifti Sjúrður Ellefsen staðfesti rimmar sigurin við langskoti. Hetta var fyrsti útisigurin hjá 07 Vestur, sum higartil bara hevur spælt tvær ferðir á úti- vølli. Í fyrru útivallar roynd- ini taptu vágamenn 4-0 á Sevmýri. Í trimum teimum seinastu uppgerðunum hevur 07 Vestur vunnið níggju stig við málmuninum 18-1. Tað ber pláss omanfyri uppflyt- ingarstrikuna við sær. NSÍ vann trý tey fyrstu stigini, tá ið teir úr Runavík vitjaðu í Streymnesi. Úrslit- ið var 4-1,. Unglingaspæl- arar skoraðu øll NSÍ málini. Aftur hesa ferð var Øssur Dalbúð tvífaldur málskjútti, meðan Pól Jóhannus Justin- ussen og Jann Martin Mort- ensen, sum var við í upp- spælinum til fleiri av málun- um, skoraðu hvør sítt. Í Klaksvík fór Víkingur avstað við einum stigi, eftir at KÍ hevði verið leikliga omaná og misnýtt eina røð av møguleikum, sum Mort- an Joensen vardi fyri ella sum vórðu misnýttir orsaka av óneyvleika í skotroynd- unum. Tórður Lervig legði heimaliðið á odda við góð- um skoti av brotsteigar- markinum, og Sigfríður Olsen javnaði fyri Víking við góðum stútara. Helst verður málmun­ urin avgerandi, tá seinasta umfarið hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti er á skránni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroysku fótbóltskvinnur- nar taka í hesum døgum lut í minikapping í Luksemburg. Hini mótstøðuliðini eru Luksemburg, Letland og Kasakhstan, og higar til hevur gingið væl hjá okkara kvinnum. Kasakhstan eigur hægst styrkismetta liðið, og áður hava Føroyar tapt tepurt móti teimum, men leygar- dagin spældu okkara tó mál- leysan javnleik. Úr Luksem- burg verður sagt, at hóast føroysku kvinnurnar tekn- iskt vóru omanfyri Kasakh- stan, so fingu hesar fleiri góðar møguleikar, sum Randi Wardum í føroyska málinum tó tók sær av. Vunnu móti 10 lettum Í gjár varð so spælt móti Letlandi, og her vunnu før- oysku kvinnurnar 4-2 eftir at okkara vóru á odda 2-1 í steðginum. Føroysku kvinnurnar fingu eisini annan fyrimun undan steðginum, tá mál- verjin hjá Letlandi fekk reytt kort fyri at steðga eini leysari Heidi Sevdal, men hóast hetta høvdu okkara trupult við veruliga at seta seg á dystin. Móti dystarenda møddust lettisku kvinnurnar tó dekan ov nógv, og so kundu okk- ara seta trumf á. Føroyskir málskjúttar móti Letlandi vóru Rannvá B. Andreasen og Elin Katr- ina Haraldsen, sum skutu tvey mál hvør. Støðan undan seinasta umfarinum er nú, at Føroyar og Kasakhstan stríðast um oddasessin í kappingini. Vinna bæði sín dyst í dag, verður málmunurin avger- andi. Kunnu vinna í Luksemburg Fríðrunn Danielsen fekk sín fyrsta A-landsdyst, tá hon kom á vøllin í dystinum móti Kasakhstan Mynd: www.football.fo Bara eitt stig til Suðuroyar Í Gundadali misti VB/Sumba fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið stig, tá teir spældu móti einum væl mannaðum og uppløgdum HB-liði Mynd: Einslistir